hósdagur 25. februar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
6
PERSÓNSSØGA
BARBARA HOLM
F
ríggjadagur 12. februar
2016. Ein púra vanligur
dagur byrjar eins og hann
altíð ger. Jón Krosslá
Poulsen, fótbóltsspælari hjá
Víkingi og rørleggjari fyri Mariu
Poulsen, fer av húsum um 07 tíð
ina, og setir kós móti Runavíkini.
Tað er har hann og áleið 10 aðrir
frá fyritøkuni starvast. Teir hava
fingið til uppgávu at leggja rør
og ventilatión í bygningin hjá
Bakkafrost.
Veðrið er av tí allar fagrasta
hendan dagin. Eitt lítið lot, einki
meira enn tað. Dagurin byrjar eins
og altíð við, at mennirnir á arbeiðs
plássinum seta seg at reypa eina
løtu í kaffirúminum, áðrenn farið
verður til verka klokkan áleið 9. Og
bert skamma stund aftaná broytist
dagurin fullkomiliga.
Jón og ein annar frá Mariu
Poulsen verða spurdir, um teir
kunnu hjálpa starvsfólkum á
Bakkafrost við at draga eina sokall
aða talju til sín. Taljan, sum vigar
áleið 25 kilo, verður bundin
fast við einum stroppi, og
skal dragast áleið fimm
metrar.
Jón og hin frá Mariu
Poulsen seta føtur í
spenn og leggja fyri
at draga til sín. Men
stroppurin slitnar
og taljan kemur í
fullari ferð móti
Jón.
– Eg sá hetta
koma flúgvandi
í móti mær, og
so minnist eg
ikki meira fyrr
enn eg vaknaði í
sjúkrabilinum, sigur
Jón Krosslá Poulsen.
Men Jón hevur fingið
at vita frá starvsfeløgunum,
hvat hendi tað løtuna millum
óhappið og til Jón raknar við í
sjúkrabilinum.
– Teir siga mær, at eg reisti meg
upp og royndi at ganga, meðan
blóðið fleyt út høvdinum. Teir
stuðlaðu mær síðani út í tún, og
har setti eg meg at fáa luft. Og so
svímaði eg aftur, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Skilti álvaran á
Landssjúkrahúsinum
Í sjúkrabilinum vaknar Jón aftur
eina løtu. Hann hyggur upp, og sær
ein portør, sum hann kennir. Hann
merkir, at hiti floymir frá oyranum
oman á andlitið og bringuna. Hann
spyr portørin, hvat gongur fyri seg,
og lyftir hondina upp ímóti høgra
oyra. Portørurin biður Jón halda
hendurnar burturi frá oyranum,
tí tað er helst eitt sindur viðtikið.
– Tá hugsaði eg, at tað mátti ikki
vera so álvarsamt, tí hann tóktist
mær so róligur. Tað var ivaleyst fyri
at geva mær tryggleika, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Komin á Landssjúkrahúsið
hittir Jón damuna Petru og
mammubeiggjan Jógvan Páll og
tey bæði greiða honum frá, at Kári,
pápi hansara, er ávegis til Havnar
við tyrluni.
Eg sá hetta
koma flúgvandi
í móti mær, og so
minnist eg ikki
meira fyrr enn eg
vaknaði í sjúkra
bilinum«
Framhald á næstu síðu
fekk skallabrot
BANGIN FYRI
ONGANTÍÐ
AT HITTA
BARN MÍTT
– Eg raknaði við á sjúkrahúsinum, og tá søgdu tey mær, at pápi
mín var ávegis til Havnar við tyrluni. Tá gekk upp fyri mær,
hvussu álvarsom støðan var, greiðir Jón Krosslá Poulsen frá. Fyrr
í mánaðinum var hann fyri ógvusligum arbeiðsóhappi í Runavík
Hetta er ein sokallaða talja,
sum Jón Krosslá Poulsen
fekk í høvdið 12. februar
Jón Krosslá Poulsen