hósdagur 25. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
12
TEMA Kvinnustríð
BIRGITH LASSEN
»Omma, omma, veitst tú hvat?
Stjórin á Atlantic er ein kona«.
Nøkunlunda soleiðis segði ein
skúlagentu við ommu sína, eftir
at hon hevði verið á skúlavitjan á
flogvøllinum í síðstu viku.
Hóast kynið hjá Jóhonnu á Bergi
javnan verður nevnt í miðlum og
millum fólk, hugsar hon sjáldan
um tað sjálv.
– Eg helt bara, tað var fitt, tá
eg las um hasa skúlagentuna á
facebook. Eg hugsi sjáldan sjálv um
mitt kyn. Eg hugsi fyrst og fremst
um, hvat mitt arbeiði er, og hvussu
eg geri tað nóg gott, sigur hon.
Tá Jóhanna á Bergi í fjør tók
við sum stjóri á Atlantic, varð tað
nógv umrøtt í útlendskum miðlum.
Hon skrivaði nevniliga søgu við
at vera fyrsti kvinnuligi stjórin á
norðurlendskum flogfelagi. Men
fyri hana er tað einki nýtt at vera
einsamøll kvinna í eini mansdomi
neraði verð. Hon hevur millum
annað starvast hjá Faroe Ship, JFK,
og Faroe Seafood.
– Eg havi altíð trivist væl í mín
um størvum. Sjáldan hugsi eg um,
at eg eri umringað av mannfólkum,
tí tað hevur altíð riggað væl at sam
starva, sigur hon.
Jóhanna á Bergi kallar seg ikki
feminist. Hon hevur eiheldur tikið
greiða støðu til kvinnustríðið. Hon
hugsar rætt og slætt ikki um tað,
hóast hon er ein livandi ímynd av
tí, kvinnur hava strídst fyri í yvir
hundrað ár.
– Eg hvíli í mínum kyni, og tað
stavar nokk úr mínum uppvøkstri.
Foreldrini hjá mær tosaðu hvørki
fyri ella í móti kvinnustríðnum.
Tað var simpulthen ikki eitt evni,
vit høvdu á munni, greiður hon
frá.
Viðurkennir
munin á kynunum
Jóhanna á Bergi er gift og hevur
tvey børn. Ein son og eina dóttir.
Júst sum hon ikki sjálv er ald upp
til at vera tilvitað um teir forðingar,
kvinnur renna seg í, ynskir hon ei
heldur at dóttir hennara skal vera
tað.
– Tá eg síggi míni børn, síggi
eg tveir einstaklingar sum hava
akkurát somu møguleikar í lív
inum. Eg fari ikki at gera dóttir
okkara tilvitaða um, at hon skal
stríðast meir enn beiggi sín, um
hon vil nakað í lívinum. Tí eg trúgvi
veruliga, at tey kunnu akkurát tað,
tey sjálvi vilja, sigur hon.
Jóhanna á Bergi leggur tó stóran
dent á at viðurkenna munin mill
um kvinnur og menn. Bæði sum
mamma og stjóri.
– Heima kann eg finna upp á, at
siga við dóttir okkara, at hon skal
gera tað og tað, tí tað eiga gentur at
gera. Sama kann eg finna upp á at
siga við sonin. Eg ræðist ikki munin
millum kynini, og tað haldi eg, er
ein fyrimunir, sigur hon.
Jóhanna á Bergi sigur, at fyri
munirnir við at vera meir ella
minni ótilvitað um kvinnustríðið
í gerandisdegnum er, at tá sær
hon ikki forðingarnar. Hon ræðist
ikki kynsmunir ella ójanst kyns
býtið á arbeiðsplássinum, og tí
verður tað ikki gjørt til ein trupul
leika.
– Eg haldi, tað er fínt, at flestu
flogternurnar eru kvinnur. Og at
teir flestu í hangarinum eru menn.
Eg eri ikki bangin fyri at staðfesta
tað, men eg hugsi veruliga ikki um,
hvat kyn míni starvsfólk hava, so
leingi tey duga sítt arbeiði, sigur
hon.
Jóhanna á Bergi heldur, at tað
er ein fyrimunur at hvíla í sínum
kyni, tí tað ger, at hon ikki sær forð
ingar í gerandisdegnum.
– Eg havi altíð kent meg kvinnu
liga, og eg eri ikki bangin fyri at
ganga í niðurdeili, tá eg eri til ar
beiðis, sigur hon.
Hvílir í sínum kyni
Men er tað ikki ein trupulleiki, at
so fáar kvinnur eru í leiðandi størv
um?
Jóhanna á Bergi heldur ikki, at
tað mangla kvinnuligir leiðarar í
Føroyum. Hon biður okkum heldur
hyggja eftir, um leiðararnir gera
sítt arbeiði nóg væl.
– Vit burdu ikki gjørt tað til ein
trupulleika, at ov fáar kvinnur
stilla upp til val og berja seg fram
til stjórasessir. Fólk mugu gera tað,
tey hava hug til. So leingi eingin
forðar okkum kvinnum í at sleppa
framat, kann eg ikki rópa upp um
nakran trupulleika, sigur hon. Hon
leggur tó afturat, at hon hevur
stóra virðing fyri undangongu
fólkunum, sum hava syrgt fyri
javnstøðu í Føroyum og framvegis
virka fyri javnstøðu uttan fyri okk
ara landamørk.
Men heldur enn at gera vart við
trupulleikar og forðingar, vil hon
eggja ungum kvinnum at gera júst
tað, tær vilja. Um tað so er at ger
ast flogterna ella at vilja arbeiða í
hangarinum.
– Tá eg á facebook las um hasa
lítlu skúlagentuna, sum var ovfarin
um at stjórin á Atlantic er ein
kvinna, helt eg tað bara vera fitt.
Men eg kom eisini at hugsa um, at
eg kanska havi eina ábyrgd, hóast
eg ikki síggi meg sjálva sum eina
inspiratiónskeldu, vil eg mæla
teimum ungu kvinnunum til at
hvíla í sínum kyni og gera júst
tað, tær vilja, sigur hon Jóhanna
á Bergi.
Tá eg síggi míni
børn, síggi eg
tveir einstak
lingar sum hava
akkurát somu
møguleikar í lív
inum. Eg fari ikki
at gera dóttir
okkara tilvitaða
um, at hon skal
stríðast meir enn
beiggi sín, um
hon vil nakað
í lívinum. Tí eg
trúgvi veruliga,
at tey kunnu
akkurát tað, tey
sjálvi vilja«
Jóhanna á Bergi
EG MERKI IKKI
– Vit burdu ikki gjørt tað til ein trupulleika, at ov fáar kvinnur
stilla upp til val og berja seg fram til stjórasessir. Fólk mugu
gera tað, tey hava hug til. So leingi eingin forðar okkum
kvinnum í at sleppa framat, kann eg ikki rópa upp um nakran
trupulleikar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
Ein av valdmiklastu kvinnunum í landinum
Hava kvinnur javnrættindi í Føroyum ella er stríðið enn livandi? Hesum spurningi ynskir Vikuskiftis
Sosialurin hesaferð at svara. Vit hava tosað við Jóhonnu á Bergi, sum ofta verður kallað ein av
valdmiklastu kvinnunum í landinum, men hvat merkir tað fyri hana at vera valdmikil og kvinna?