hósdagur 25. februar 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
26
SAMFELAG
Landsbanki Føroya helt til í
nýggja bygninginum Yviri við
Strond. Tá Landsbankin varð
niðurlagdur, flutti Fiskimálaráðið
ístaðin inn í sama bygning. Hin
vegin flutti Fiskimálaráðið úr
skrivstovubygninginum í Bók
bindaragøtu, har Vodafone nú
hevur sítt høvuðssæti.
Tá Landsbanki Føroya varð
lagdur niður, vórðu sostatt ongar
sparingar, tí at starvsfólkini sam
stundis vórðu flutt til aðrar stovn
ar, og man framvegis vildi hava al
mennu uppgávurnar loystar, bara
í øðrum stovni. Hinvegin kundi
landsstýrið flyta stovnsfæið í
Landsbankanum á 160 milliónir
krónur beinleiðis inn á fíggjar
lógina fyri 2013, sum soleiðis fekk
eina eingangsinntøku, ið pyntaði
munandi um úrslitið. Og tað mundi
eisini vera veruliga ætlanin við at
niðurleggja Landsbankan.
Jørgen Niclasen, ið tá var lands
stýrismaður í fíggjarmálum, segði
eisini við Kringvarp Føroya, at
»talan er um landskassans pengar,
sum flyta kontonummar. Talan er
um pengar, sum flyta frá uttan
veltaðum gjaldføri til innanhýsis
gjaldføri. So tað er kanska eitt sind
ur tekniskt, men á fíggjarlógini sær
tað pent út«.
Men tá alt kom til alt, var al
menna fyrisitingin umleið líka
stór eftir at Landsbankin varð
niðurlagdur, sum áðrenn. Orsøkin
var, at man tók onga avgerð um,
at hesar uppgávurnar ikki skuldu
loysast. Tær skuldu bara loysast
aðrastaðni.
Almennir pengar
eru almennir pengar
Eitt annað dømi um eina støðugt
vaksandi almenna fyrisiting finna
vit, tá eldraøkið varð lagt út til
kommunurnar at umsita tann 1.
januar 2015.
Fram til 1. januar 2015 var tað
Almannamálaráðið, ið umsat
eldraøki. Eftir drúgva viðgerð í
bæði løgtingi og landsstýri, valdi
táverandi samgonga millum
Fólkaflokkin, Sambandsflokkin
og Miðflokkin at leggja eldraøkið
út til kommunurnar at umsita.
Eldraøkið er eitt av teimum
heilt stóru starvsøkjunum í tí al
menna geiranum, og gjøgnum alt
árið í 2014 varð nógv orka nýtt í
Almannamálaráðnum at fyrireika
flytingina av eldraøkinum út til
kommunurnar at umsita.
Tá eitt stórt øki sum eldrarøktin
verður flutt úr einum almennum
ráði til kommunurnar at um
sita, kundi man hugsað at tað fór
at hava sparingar við sær fyri
Almannamálaráðið. Soleiðis er
tað tó ikki. Í roynd og veru var
eingin sagdur úr starvi ella fluttur,
tá eldrarøktin varð flutt. Máls
viðgerðararnir í Almannamálaráð
num eru generalistar, og arbeiða
vanliga við fleiri málsøkjum í senn.
Sambært Almannamálaráð
num kravdi tað nógva orku í 2014
at leggja eldrarøktina til komm
unurnar at umsita, og tí varð tann
uppgávan raðfest frammarlaga í
mun til aðrar uppgávur í ráðnum
um tað mundi. Í 2015 er minni orka
nýtt upp á eldrarøkt, og tí hevur
pláss verið fyri at raðfesta aðrar
uppgávur. Samstundis vísir Al
mannamálaráðið á, at eldrarøktin
er framhaldandi málsøkið hjá
landsstýriskvinnuni í almanna
málum, og at ráðið tí enn hevur
uppgávuna at tryggja, at lóggávan
verður dagførd og kunngerðir
verða orðaðar.
Kommunurnar eru hinvegin
skipaðar í átta samstarvsøki, har
fleiri kommunur samstarva um at
umsita eldraøkið. Grundgevingin
fyri at leggja eldraøkið til komm
unurnar at umsita var, at avgerð
irnar nú verða tiknar tættari teim
um eldru, at vald og gjald fylgjast
og at okkara eldru fara at fáa eina
munandi betri tænastu.
Men í hvørjum av teimum átta
samstarvsøkjunum eru nú sett í
minsta lagi ein leiðari og gjarna
ein samskipari eisini til at umsita
eldraøkið vegna hvørt samstarvs
øki. Í Tórshavnar Kommunu, sum
er landsins størsta og umboðar
umleið helvtina av øllum íbúgvum
í Føroyum, eru í ár settar fimm
milliónir krónur av bara til fyrisit
ing av eldraøkinum.
Einki forgjørt er í at flyta um
siting av eini tænastu nærri brúk
aranum, og vit sum borgarar seta
sum vera man alsamt størri krøv
til hvørjar tænastu tað almenna
skal veita. Men tað krevur so eina
uppaftur størri almenna fyrisiting
og fleiri alment lønt starvsfólk
í nærøkinum. Pengar úr komm
unukassanum eru hóast alt líka
almennir sum pengar úr lands
kassanum.
Arbeiðsloysis
skipan í vøkstri
Triðja dømið um eina vaksandi
almenna fyrisiting er umsitingin
av arbeiðsloysisskipanini, ALS.
Seinastu árini er umsitingin av
arbeiðsloysisskipanini næstan
tvífaldað, hóast at talið á arbeiðs
leysum hevur verið fallandi síðani
2011, tá tað var hægst eftir fíggjar
kreppuna.
Í árunum frá 2000 til 2005 taldi
starvsfólkahópurin í ALS í miðal
18 ársverk. Hesi árini svingaði talið
av skrásettum arbeiðsleysum úr
1138 niður í 679 og upp aftur í 1212
í ár 2005. Men starvsfólkahópurin
var at kalla tann sami. Tey góðu
árini millum árini millum 2006 og
inntil fíggjarkreppan av álvara fór
at merkjast í Føroyum seint í 2009
var starvsfólkahópurin umleið 16-
17 ársverk. Men so fór ALS at vaksa,
samstundis sum arbeiðsloysið
vaks í Føroyum.
Í 2010 vóru 21 ársverk í ALS og
í miðal 1746 skrásett arbeiðsleys. Í
2011 vóru 25 ársverk í ALS og í miðal
2037 skrásett arbeiðsleys. Men tá
arbeiðsloysið fór at minka aftur í
2012, helt ALS áfram at vaksa. Í 2012
vóru 29 ársverk í ALS, meðan talið
av skrásettum arbeiðsleysum fall
niður í 1672 aftur.
Í 2013 var ársmiðalin av skrá
settum arbeiðsleysum 1390, og í
ALS vóru nú 34 ársverk. Í 2014 var
ársmiðalin av skrásettum arbeiðs
leysum loksins komin niður aftur
á 1180, sum er á sama støði sum í
2005. Hinvegin vóru nú meira enn
tvífalt so nógv ársverk í ALS, heili
39 í tali. Sum árini 2015 og 2016
inntil víðari eru liðin, er talið á
skrásettum arbeiðsleysum fallið
munandi, og er nú kanska helvtina
av tí, tað var í 2014. Men framvegis
eru 38 ársverk í ALS.
Heldur ikki her er nakað for
gjørt í, at ALS støðugt arbeiðir
við at menna og betra um tær
tænastur og tilboð, soleiðis at tey
megna at liva upp til støðugt vaks
andi krøvini frá arbeiðsleysum
og vinnulívi. Men enn eina ferð
merkir tað samstundis, at almenna
fyrisitingin bólgnar við nøkrum
starvsfólkum, ið skulu loysa teir
trupulleikar, vit krevja at tað
almenna loysir okkara vegna.
Almenn rund
koyring fyri lívið
Eitt seinasta dømi um eina
vaksandi og lítið virkisføra
almenna fyrisiting hevur
Sosialurin havt uppi fyrr. Í Før
oyum hava politikarar eftir øllum
at døma havt trupult við at taka
truplar avgerðir, tá truplar av
gerðir skulu takast.
Eitt vælkent dømi er tá trupul
leikar hava tikið seg upp á ovastu
rók í einum almennum ráði og
neyðugt er at sleppa sær av við
aðalstjóran, antin tí at hann ikki
kann nýtast sum aðalstjóri, tí at
tað eru samstarvstrupulleikar ella
tí at aðalstjórin hevur forbrotið
seg móti landsins lógum og tí
ikki kann halda áfram í tignarliga
starvinum sum aðalstjóri. Tá er
mest nýtta politiska snildin at
snúgva sær undan at taka truplu
avgerðina og heldur flyta viðkom
andi í annað starv í øðrum ráði,
ofta sum serligir ráðgevar, men við
aðalstjóralønini í ryggsekkinum.
Seinastu árini eru minst trý
dømi um frákoyrdar aðalstjórar, ið
vórðu fluttir í annað starv í øðrum
ráði. Tey eru:
• Petur Petersen, frákoyrdur
aðalstjóri í Mentamálaráðnum
• Herluf Sigvaldsson, frákoyrdur
aðalstjóri í Uttanríkisráðnum
• Arne Poulsen, frákoyrdur
aðalstjóri í Vinnumálaráðnum
Harumframt varð aðalstjórin
í Innlendismálaráðnum, Rúni
Joensen, fluttur í Vinnumálaráðið
sum ráðgevi, tá Innlendismálaráðið
brádliga varð niðurlagt í kjalar
vørrinum á málinum um Kára P.
Højgaard og Skálafjarðartunnilin
í 2013. Hann varð tó settur aftur
í sama aðalstjórastarvið, nú Inn
lendismálaráðið varð sett á stovn
aftur undir núverandi samgongu.
Í privata vinnulívinum eru av
leiðingarnar øðrvísi. Er ein per
sónur ikki egnaður til starvið,
ógjørligur at samstarva við ella
brýtur álvarsligar lógir, fær hann
durafjórðingin. Í almennu fyrisit
ingini vilja politikarar ikki taka
hesar truplu avgerðir og rudda út
tá neyðugt er at rudda út.
Úrslitið er ein almenn rund
koyring við nógvum stjóralønum.
Og ein bólgnandi almenn fyri
siting.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
»Tá eitt stórt øki sum eldrarøktin verður flutt úr
einum almennum ráði til kommunurnar at umsita,
kundi man hugsað at tað fór at hava sparingar við
sær fyri Almannamálaráðið. Soleiðis er tað tó ikki«
MODELLMYND
SAVNSMYNDIR
Krakka-
veldið