hósdagur 25. februar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
38
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Jens Christian
Martin Petersen,
Sjúkrahúsbrekkan 19,
800 Tvøroyri, føddur
tann 11. desember
1926, deyður tann
22. september 2015,
verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast
upp pr. deyðsdagin,
og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 301/2015,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 24. FEBRUAR 2016.
Havnar
Arbeiðsmanafelag
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur felagsins veður
leygardagin hin 12. mars 2016 kl. 15.00 á
Hotel Hafnia (panorama).
Skráðin fyri aðalfundin:
1. Frágreiðing frá farna ári.
2. Framløga av roknskapi til góðkenningar
3. Val av 2 nevndarlimum.
Tá freistin fyri uppstillan til val av
nevndarlimum var úti 1.februar var onki
uppskot innkomið.
Verandi nevndarlimir vera tí aftirvaldir
uttan atkvøðugreiðslu.
4. Val av tiltakslimum
5. Val av grannskoðara
6. Uppskot frá nevndini um at broyta
navn felagsins til Havnar Arbeiðarafelag
og varðveita Havnar Arbeiðsmannafelag,
sum hjánavn.
Uppskot um broytan av freistini í § 38
7. Ymist
Aftaná fundin verður døgurði.
Møtið fjølment
Nevndin
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Sigrun Juul
Samuelsen, Fosságøta 9,
700 Klaksvík, fødd tann 9.
juni 1934, deyð tann 5.
oktober 2015, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond
4, postboks 359, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
318/2015, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 16. februar 2016.
Landmátari til Matrikulin
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Starv sum landmátari á Umhvørvis-
stovuni er leyst at søkja.
Tørvur er á royndum landmátara til
matrikulumsitingina á Umhvørvis-
stovuni. Tað er fyrst og fremst arbeiðið
við matrikulerari málsviðgerð og upp-
máting, ið bíðar eftir tær. Men vit rokna
eisini við, at tín nýhugsan á fakøkinum
fer at gera mun, og at tú verður við í
menningini av næsta ættarliðinum av
amboðum til talgilda umsiting og
skráseting á matrikuløkinum.
Umframt matrikulin hevur deildin
útskiftingar um hendi, eins og eitt dagligt
tætt samband við tinglýsingina og
kortdeildina á Umhvørvisstovuni.
Samskifti og samstarv við viðskiftafólk,
kommunur og aðrar stovnar er eisini ein
týðandi partur av arbeiðinum.
Matrikulin er týðandi partur av grund-
dátuskránni, sum er ein av fortreytunum
fyri almennu verkætlanini “Talgildu
Føroyar”. Tú verður virkin luttakari í hesi
menningartilgongdini.
Hetta er eitt spennandi starv við avbjóð-
ingum á tøkniliga, løgfrøðiliga og fyri-
sitingarliga økinum. Arbeiðsstaðið er ikki
bert inni handan telduskíggjan, men eisini
á bygd, í bý og á fjøllum á uppmátingarferð
og á ástaðarfundum.
Førleikar
Tú ert útbúgvin landmátari á universitets-
stigi við eigindómsskipan sum sergrein og
hevur hollar royndir á fakøkinum.
Vit sóknast eftir einum fólki við áræði
og framfýsni at náa settum málum, sum
sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina
spennandi avbjóðing, kann arbeiða
sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva og
samskifta við onnur, bæði í skrift og talu.
Starvsmøguleikar
Vit bjóða eitt spennandi starv í tøttum
samstarvi við starvsfelagar og góðar
møguleikar fyri persónligari menning og
sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Løn og setanarviðurskifti vera eftir
sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag
og fíggjarmálaráðið.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.t., skal
verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta
lagi 30. mars 2016.
Ert tú forvitin at vita meir – ring til
okkum ella send ein teldupost til Ronnie
Thomassen, deildarleiðara (+298 234380,
ronniet@us.fo), ella Petur Nielsen, stjóra
(+298 234310, peturn@us.fo).
fyrst og fremst
www.in.fo