Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 40 V it eiga at savna saman pengar til at keypa allari religión ein ferðaseðil við Atlantic Airways, ein av teimum heilt bíligu, einvegis av landinum uppeftir og so langt niðuraftur, so langt, sum sleppast kann. Jesus fylgi teimum. Tær kunnu drekka ókeypis djus og Cola superlight har uppi oman fyri døkku skýggini. Kanska sníkja seg til eina Mateus. So sleppa vit undan, at religiónin stýrir tí mesta í okkara annars liviliga samfelagi. Gud kann vera eftir hjá okkum, tí hann ger ongum nakað ilt uttan religiónina. Tey, sum drekka djus ella kemiskt vatn við sukurlíki, fáa tað fyri einki. Vit, sum drekka tað, sum vert er at drekka fyri heilsuna, skulu gjalda. Eg giti, at djusið kostar líka nógv hjá felagnum at keypa sum vín og brennivín of øl. Nógv fleiri drekka tað og alt hatta ultra enn tað sterka. Flogfelagið hevði spart nógv meira við at tikið peng­ar fyri djus, vatn, kaffi og ídnaðar­litað vatn og giv­ ið okkum hinum okkara fyri einki. Tí talan er jú um sparing. Hví so ikki spara, so tað ger mun? So samsvar er millum prísin á ferðaseðlinum og ókeypis flúgvarakenning? Og hvat so, um tað er synd, stór synd, at drekka? Tað ger einki. Langt er til Helvitis tíggju kilometrar uppi í luftini. Sodavatn og djus eru skaðilig, alt ov nógv sukur og litað haldevni. Tað er óetiskt at geva fólki slíkt fyri einki, sum fer illa við heilsuni. Niðurstøðan: avgerðin um flúgvara­ sjussin man vera religiøs og ikki økonomisk. Og hvussu leingi afturat verður tað tollfría, annað enn sukurmetið, tollfrítt? Ikki leingi, um vit sum sagt ikki keypa allari religión einvegis ferðaseðil av landinum. Hvat annað er? Í Føroyum er veðrið ringt tað mesta av árinum. Tí eru fáar byggingar lidnar tann dagin, sum stendur í undirskrivaða sáttmálanum. Vit læra av royndum, siga vit. Ikki av øllum royndum tó. Byggisáttmálar verða framvegis gjørdir við degi og árstali, tá arbeiðið skal vera liðugt. Hóast øll vita av royndum, at arbeiðið sjáldan er liðugt tann dagin. Orsøkin: veðrið var so vánaligt. Tað hevur tað verið í nógv ár. Amboðskassin fór á flog. Ein nýtilig loysn er tí at gevast við at seta árstal í byggisáttmálar. So er einki roks um tað longur. So er eingin bygging seinkað. Á heimasíðuni hjá Landsverki stendur framvegis um Kringvarpið, at fyrsti partur av útbyggingini verður liðugur í august 2015, 2015. Neyvan ein slagfeilur, tí tað stendur har enn, nú vit nærkast mars 2016. Ein onnur vinna, sum heldur fast um gamlan góðan sið er matvøruvinnan. Tey, sum gera, pakka og selja mat­ vørur, halda fast um, at enn eru minst tíggju fólk í hvørjum húsi. Tað ber illa til at keypa til færri fólk enn tað. Tí eru fleiri enn kurvar í handlunum. Tey, sum ikki troysta sær at eta upp­ hitað­ar leivdir seks dagar um vikuna, hava høsn í túninum ella annað livandi, sum etur alt, noyðast at tveita mat burtur. Og tað er ikki betri enn næstbest. Í handlum liggja viðhvørt mótmæli at skriva undir móti hesum ella hasum. Nú er til dømis eitt bussskýli flutt fýra metrar. Og so er alt ov langt at ganga hjá teimum 12-13 børnunum, sum fara við bussin­um í skúla. Tað líkist svarta ong­ um at fara soleiðis við fólki, sum rinda kommunu­skatt. Kemur eitt mótmælisskriv í handlarnar at liggja móti stórkeypi sum einasti møguleiki, so skrivi eg undir. Ein handil eigur ikki at vera ein heilsøla. Tíbetur, kunnu vit so leggjas afturat, er seinasti søludagur sum dagarnir og árini hjá byggivinnuni, ikki eftirfarandi. Einvegis Mateus 01.09 2016 Justinus Eidesgaard Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Samskipari – Bústaður: Hoyvík Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? Eg visti longu sum 15 ára gamal, at eg vildi vera journalistur. Mær dámdi at skriva og mær dámar enn at skriva og tí eri eg ógvuliga fegin um mítt lívsstarv. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? At eg eri sárbærur og følandi. At eg innihaldi alt, sum eitt menniskja inniheldur bæði av góðum og ringum. At eg kanska kanska havi eina fasadu, um ikki heilt stemmar við innara menniskja, sum er sum eitt bleytt kókað egg. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin? At onki er fast og onki passar heilt, sum vit foreldur halda. At lívið og ikki minst absoluttir sannleikar broytast alla tíðina og tað er okkara egna uppgáva í lívinum at fáa eyga á hesar broytingar og gera tær til okkara erfaringar. Hvørt áratíggju hevur sítt innihald og sínar sannleikar. Og ikki minst mugu børn fáa at vita, at lívið gerst betri og betri fyri hvørt ár sum leggst aftur at. Tað eru ikki neyðvendigvís umstøðurnar í lívinum, sum gerast betri, men okkara erfaringar skuldu helst gjørt okkum betri og betri fyri at taka í móti tí, lívið hevur at bjóða. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? Eg haldi, at eg eri rættuliga raskur at gera dreymar til veruleikar. Eg eri so øgiliga bangin fyri at lívið er for forútsigiligt. Eg eri bebbaræddur um, at lívið bert gert til keðiligar endurtøkur og tí skifti eg kós, tá ið eg byrji at keða meg. Seinasti dreymurin eg gjørdi til veruleika var í farna mána, tá ið eg tók eina heila viku burtur úr kalendaranum, við einum endamáli, at vera saman við soninum Fría, sum lesur á universitetinum í Aalborg. Og at vitja tveir vinir, sum eg ikki havi sæð, síðan eg var 17 ára gamal og gekk á HF í Nr. Nissum í Danmark. Um tú tordi, so hevði tú? So hevði eg verið enn meira sannur, og slept meira gamlari siðvenju Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? At vit læra at síggja øll heimsins menniskju sum okkara brøður og systrar og ikki bara kristin. At Gud er faðir at hvørjum einstøkum menniskja og uttan mun hvussu hetta menniskja dugir at trúgva ella ikki. Og uttan mun til hvussu hetta menniskja uppførir seg ella ikki. At tann ringasti brotsmaðurin er eisini mín bróður, sum er farin av leið. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Tað eru seinastu mánaðarnir, her eg havi luttikið í kjaki á facebook um flóttafólkaspurningn í Europa. Her er sanniliga komið fram, hvussu lítið kristin vit í veruliga eru, tá íð tað snýr seg um fólk, sum hava aðra trúgv enn vit. Tann innari føroyski svínhundurin hevur rættuliga blómað í hesum kjaki og enn tá í Jesu navni. Tað hevur gjørt meg harman og foyan. Tað seinasta, tú hevur lært, er at? Tað er, at eg loysi onki stríðsmál, uttan at eg komi í samband hjartað. Tað er bara frá tí staðnum, at ósemjur kunnu loysast Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú? Tað er, at eg altíð seti mær ovstór og órealistisk mál. Tað gevur mær ringa samvitsku og stressar meg. Enda setningin: Føroyar burdu: Verið eitt framkomið land, ikki bara materialistiskt, men sanniliga eisini andaliga. BAKSÍÐAN