hósdagur 25. februar 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
FÓTBÓLTUR 2016
Fótbóltsblaðið hja Miðlahúsinum
Útgevari: Sosialurin
23. februar 2016
Redaktørur:
Tróndur Arge
Blaðfólk:
Tróndur Arge, Neli Heldarskarð,
Jóannes Hansen, Pætur Albinus
og Hilmar Jan Hansen
Grafisk sniðgeving og umbróting:
Pætur Eyðunsson Jensen
Myndir: Álvur Haraldsen
Prent: Prentmiðstøðin
Fyri seytjandu ferð gevur Sosialurin út Fótbóltsblaðið, sum er ein
upptakt til komandi kappingarárið í fótbólti. Blaðið er ætla teimum,
sum fylgja við bestu deildini í føroyskum fótbólti
Fyrst av øllum, so fari eg at bjóða tykkum vælkomin í føroyska fótbóltsheimin saman
við ÍtróttarSosialinum og Miðlahúsinum annao 2016. Hetta er vónandi árið, tá vit sleppa
at síggja Cristiano Ronaldo á Tórsvølli.
Vit fara eins og tey nógv undanfarnu árini at fylgja væl við í føroyskum fótbólti, so
tú eisini kanst fylgja væl við
Hetta blaðið setur sjóneyku á Effo-deildina. Í hesum blaðnum hava vit hóparnar
hjá øllum feløgunum í Effo-deildini, men tað er við tí fyrivarni, at flytingarvindeygað
ikki er latið aftur. Sostatt kunnu flytingar koma fyri, men tað kanst tú altíð lesa um í
Sosialinum og á in.fo.
FLEIRI UM UEFA MILLIÓNIRNAR
Tað er spenningur um yvir alla kappingina. Summi feløg kenna vit áleið styrkina á,
meðan hjá øðrum vita vit ikki um tað verður fiskur ella fuglur.
Í oddinum verður B36. Teir eru tvífaldir FM vinnarar, og støðan í felag tykist bara
blíva betri og betri. Millum teir nýggju í hópinum er Høgni Madsen, sum ikki hevur roynt
at vunnið gull enn. Størstu kappingina fáa teir helst frá Víkingi og NSÍ, sum hvør í sínum
lag royna at spæla við um gullið. Víkingur manglar framvegis FM steypið, so felagið
fór eftir einum tvífaldum FM vinnara til venjara, nevniliga Sámal Erik Hentze.
Í Runavík tók tað sína tíð at fáa sett nýggjan venjara. Talan bleiv um danska Anders
Gerber, sum tó ikki er komin til felagið við svarinum upp á alt.
HB byrjar av nýggjum, og tað merkist á hópinum. Rókur av Fløtum Jespersen er
brádliga millum elstu spælararnar á liðnum, og skal bera HB-arvin víðari. Spurningurin
er nú, um tað verður nokk til at vera millum tey bestu, tá so stórt útskifting er.
KÍ hevur aftur í ár fingið tilgongd av fleiri útlendskum spælarunum, men tað felagið
hevur eisini talent í hópinum. Tað sóu vit við Heðini Klakstein, sum var eykaspælari tá
árið byrjaði, men toppskjútti tá árið endaði. Hesi fimm eru bestu boðini upp á fimm tey
fremstu.
YVIRLIVARNIR
Tey flestu spáddu ÍF eitt gott kappingarár, men tilgongdin av eitt nú ársins spælara,
Adeshina Lawal, flutti ikki nógv. Nú ætlar nýggi venjarin, Jógvan Martin Olsen, at
fáa nógv mál burturúr teimum fremstu spælarunum á Fløtugerði. Í Trongisvági er
nýggjur maður við róðrið. Hollendski Robert Roelofsen er komin til, og hann hevur
sett felagnum stór mál. Liðið skal út í Evropa at spæla. Á Argjum var yvirlivingin ikki
tryggjað, fyrr enn í seinasta umfarinum. Síðani er meir enn eitt heilt lið farið, og eitt
nýtt komið til. Eisini Trygvi Mortensen er nýggjur í venjarastólinum.
UPPFLYTARARNAR
Á Toftum skriva tey føroyska fótbóltssøgu, tí Pedro Tarancon Anton og Carlos
Quintana Herrero eru fyrstu spaniólarnir í føroyskum fótbólti. Teir setur kulør á, men
er tað nokk?
Skála hevur gravað Paula G. Hansen fram aftur, men miðvallarin er bersøgin um
málið, og er óalmindiliga væl fyri, fyri ein fótbóltsspælara í hansara aldri. Royndirnar
hjá honum kunnu blíva munurin á yvirliving og ikki.
FYLG VIÐ ÍTRÓTTINUM Í ÍTRÓTTARSOSIALINUM
Eins og altíð, so gera vit í Miðlahúsinum nógv burturúr føroyskum fótbólti. Vit vóru
einasti miðilin í Grikkalandi, tá Føroyar vunnu. Vit royna at verða til flestu dystirnar, so
vit í størri mun kunnu greiða frá hvat veruliga hendir. Á in.fo, sum er tíðindaportalurin
hjá okkum, leggja vit stóran dent á at fáa bráðfengistíðindini út. Vit fylgja væl við í
fótbóltsheiminum, og hava eisini eitt hav av myndum frá nógvum dystum. Vit leggja
stóran dent á, at hava beinleiðis frásøgn frá flest øllum dystum.
Í ár koma vit at leggja enn størri dent á, at fáa sjónbandamyndir frá dystum í bæði
bestu og næstbestu deildini í føroyskum fótbólti.
Í ÍtróttarSosialinum, og Sosialinum sum heild, leggja vit dent á bakgrundssøguna.
Hví vunnu ella taptu Føroyar, og vit hava »Dysturin hesa vikuna«, har vit eisini gera
spælarametingar. Hetta er ein stór ábyrgd, sum vit taka í stórum álvara.
RONALDO ÁVEGIS
Hetta verður vónandi árið, tá enn ein heimsstjørna traðkar á Tórsvøll. Portugal kemur
til landið í komandi HM undankapping. Zinedine Zidane var ongantíð við Fraklandi í
Føroyum, meðan Zlatan Ibrahimovic fylti Tórsvøll. Vónandi verða tað nakrir spennandi
og stórir dagar fyri føroyskan fótbólt.
Umframt tað, so mugu vit ikki gloyma okkara egnu útisetar, sum blíva fleiri og
fleiri í tali. Og so endaði Kaj Leo í Bartalsstovu í ongum minni enn Dinamo Bukarest í
Rumenia. Vit bíða í spenningi eftir tí næsta stóra skiftinum.
Gott kappingarár!
VÆLKOMIN, RONALDO!
Tróndur Arge