hósdagur 25. februar 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
B36 ÆTLAR AFTUR
AT SKRIVA SØGU
BÓLTFELAGIÐ B36 MEISTARI
Nú er málið at teljast millum tey fáu feløgini, sum hava megnað
at vinna FM trý ár á rað. Trý lið eru á hesum stutta listanum, men
fyritreytirnar eru góðar fyri, at tað kann eydnast Eyðuni Klakstein
og hansara monnum eisini at megna hesa avbjóðingina
Fasittið hjá B36 í 2015 var so flott sum
ongantíð áður. Fyri fyrstu ferð eydnaðist
tað at endurvinna FM heitið beinanvegin.
Tað var serliga merkisvert, tí fyritreytirnar
vóru ikki so góðar.
Ein var, at sáttmáli næstan í óðum
verkum varð skrivaður við Eyðun Klakstein.
Klaksvíkingurin hevði mist møguleikan í
heimbýnum, men B36 vísti honum álit, og
Eyðun lyfti uppgávuna væl.
Tað gjørdu hann og spælararnir, hóast
liðið leingi spældi uttan upplagdan fremsta
mann. Ein roynd við nýggjum manni mis
eydnaðist, og tað var ikki fyrrenn fram
ímóti kappingarenda, at nýggj loysn varð
funnin.
Sammett við í fjør kennast fyritreytirnar
fyri tað mesta at vera betri hesaferð.
Spurningurin er, hvussu tað fer at síggjast,
at Hans Pauli Samuelsen, sum legði upp
til eina rúgvu av málum í fjør, ikki er við
longur. Í B36 halda tey seg hava møgu
leikar at loysa ta avbjóðingina, tí Alex
Mellemgaard og Jónas þór Næs, sum ikki
vóru tøkir stóran part av síðsta kappingar
ári, nú styrkja um bæði verjupartin og
álopspartin í borðunum, har teir eisini
kappast við Høgna Eysturoy (myndin) og
fjølbroytta Gestur B. Dam.
Nýggja royndin at fáa brodd í álopið er
danin Sebastian Pingel, sum tað verður
roknað nógv við. Setningurin hjá honum
verður at umseta til mál tað, sum tað
er upplagt, at ársins leikari í fjør, Lukasz
Cieslewicz, fer at servera.
Hinar framrættaðu kreftirnar eru eitt nú
spælskiparin Róaldur Jakobsen, veteranurin
Hanus Thorleifsson, hjálparvenjarin Jákup
á Borg, sum framvegis er týdningarmikil,
hóast hann ofta er skaðadarvaður, og
so ungu menninir, ið støðugt kroysta
veteranarnar. Her verður hugsað um Árna
G. Nielsen, Benjamin Heinesen, Pætur
Petersen, Hannes Agnarsson og Bjarna
Petersen. Jógvan Skeel Nolsøe er nýggjur
í felagnum, og honum verður tað roknað
nógv við.
Stóri profilurin í verjuni í fjør var Odmar
Færø, sum orsaka av útbúgving uttanlands
ikki verður tøkur fyrsta partin av nýggju
kappingini. Hin stuðulin í miðverjuni var í
fjør ætlaður at vera Hørður Askham. Hann
var so mikið skaðaplágaður, at hann tíðliga
noyddist at mynstra av, og hann stríðist
framvegis við at koma fyri seg. Andrias
H. Eriksen vísti seg at vera fínur, og nú er
Robert Heðin Brockie tøkur aftur. Í fjør var
hann burturstaddur.
Eli F. Nielsen, sum í fjør vísti besta
avrik nakrantíð, er farin av landinum, men
Høgni Madsen verður roknaður at vera væl
skikkaður til verjukent miðvallarpláss.
Eftir kappingarlok í fjør lá tað í kort
unum, at Tórður Thomsen var á veg úr
felagnum. Tórður er framvegis í B36, og
tað verður millum hann og Trygva Askham,
at Eyðun Klakstein skal velja málverja.
Vikulanga venjingarlegan á Gran Canaria
fyrst í februar ger, at árstalsfelagið eigur
at vera betri fyri, enn hini liðini eru, nú tað
verður farið undir kappingina. So fæst at
síggja, um tað fer at eydnast at vinna triðja
FM heitið á rað!
MEISTARI (11) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001,
2005, 2011, 2014, 2015
STEYPAVINNARI (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006
GREIPUVINNARI (1) 2001
Í BESTU DEILDINI (71 ÁR) 1942-1943, 1945-1984, 1986,
1988-
Í EUROPA (14) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004,
2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2014, 2015
B36 STOVNAÐ 28. mars 1936 FORMAÐUR Rúni Herup Olsen
1
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Eyðun Klakstein
1
Tórður Thomsen
21
Rói Mørk Hentze
25 Trygvi Askham
2
Andrias H. Eriksen
3
Jónas Þór Næs
4
Robert Heðin Brockie
7
Alex Mellemgaard
8
Hørður Askham
16
Bjarni Petersen
20 Høgni Eysturoy
6
Høgni Madsen
10 Róaldur Jakobsen
13
Gestur B. Dam
14 Pætur Petersen
15
Hannes Agnarsson
18 Benjamin Heinesen
19
Árni Guldborg Nielsen
24 Hanus Torleifsson
9
Jákup á Borg
11
Lukasz Cieslewicz
22 Sebastian Pingel
23 Jógvan Skeel Nolsøe
Frágongd: Eli Falkvard Nielsen (Danmark), Odmar Færø (Skotland,
Hans Pauli Samuelsen (Víkingur) og Philip Lund (Malaysia)
Tilgongd: Sebastian Pingel (Odder), Høgni Madsen (FC Suðuroy)
og Jógvan Skeel Nolsøe (AB)