hósdagur 25. februar 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Fýra silvurheiðursmerki - tvey í landskappingini og tvey
í steypakappingini – er ikki nokk fyri 31 ára gamla Høgna
Madsen. Nú vil miðvallarin hava gull um hálsin, men
angrar ikki at hann í fjør spældi við FC Suðuroy
Í fjør var Høgni Madsen á veg til HB, sum
undankappingarárinum var mett sum ein
av favorittunum at vinna FM. Tá segði Høgni
Madsen, at hann ynskti at spæla við einum
liðið, sum stríddist um FM. Skiftið bleiv ikki
av nøkrum, og miðvallarin endaði í Vági hjá
uppflytarunum FC Suðuroy.
Nú er Høgni Madsen til reiðar at stríðast
um gullið aftur.
B36 EITT LÆTT VAL
Tá tað stóð greitt, at FC Suðuroy ikki yvir
livdi í bestu deildini, so fór Høgni Madsen at
leita sær eftir nýggjum felagi.
– Eg tosaði við nøkur feløg, men tá
eg hevði tosað við B36, so var ongin ivi í
mínum huga. Venjarin, Eyðun Klakstein,
vísti mær runt í B36-húsinum, og greiddi
frá hvat hann ætlaði við mær og liðnum,
sigur Høgni Madsen.
Flestu lutirnir eru upp á pláss á liðnum.
Tað er ongar kollveltandi broytingar á
liðnum, hóast ein maður sum Hans Pauli
Samuelsen hevur skift til kappingar
neytarnar Víking.
– Tað tiltalaði meg, at liðið er í javnvág.
Tú veist hvat tú fær og hvar tú stendur.
Tað tiltalar meg eisini, at spæla við einum
liðið, har tað er trýst á at vinna, sigur Høgni
Madsen.
Miðvallarin er tekur væl móti avbjóð
ingini at verða favorittur, og at skula spæla
undir trýsti. B36 er tvífaldur FM vinnari, og
í løtuni eru teir favorittar at vinna FM aftur
í ár.
ANGRAR IKKI FC SUÐUROY
Tað mundi leypa hvøkk á tey flestu, tá
Høgni Madsen undan farna kappingarári
fór til uppflytararnar FC Suðuroy. Skiftið
innibar millum annað, at Høgni Madsen
flutti til vágs.
– Eg fekk eitt gott tilboð og tók av. Eg
hevði eina avtalu við HB, men hon bleiv
ikki til nakað, so tey flestu feløgini høvdu
tryggjað sær teir spælararnar, sum tey
skuldu brúka, greiðir Høgni Madsen frá.
– Eg eri glaður fyri, at eg valdi at taka
av. Tað var eisini stuttligt at flyta suður og
búgva har. Á vøllinum kendi eg meg sum
ein útlending, ið skuldi avrika meiri enn teir
lokalu. Tað, sum iðrar meg mest, er at vit
ikki kláraðu at yvirliva, sigur miðvallarin,
sum vísir á útjavnandi málið hjá AB
málverjanum, Heðini Stenberg í yvirtíðini
í seinasta dystinum fyri summarsteðgin,
sum mest avgerandi løtan í kapping-
ini.
– Tá kundu vit havt verið átta stig
fremst, men tað bleiv so bara fimm stig,
sigur Høgni Madsen, ið ikki er avvísandi
fyri, at hann hevði kunnað hildið fram í
felagnum, um teir megnaðu at bjarga sær.
FÝRA FERÐIR SILVUR
Høgni Madsen hevur tvær feðrir vunnið
silvur í landskappingini. Tað var í 2012 og
2013 við ÍF, meðan hann í steypakappingini
somuleiðis hevur tvey silvurheiðursmerki
við ávikavist GÍ og KÍ.
– Eg helt at eitt silvurheiðursmerki fór
at følast væl hóast alt, men satt at siga, so
veit eg ikki ein gongd hvar heiðursmerkini
eru í dag. Nú vil eg hava gull, sigur Høgni
Madsen at enda.
NÚ VIL EG HAVA GULL
LYKLASPÆLARIN
Lukasz Cieslewicz
Tað er sama søgan hvørt ár, tá spurningurin
fellur á lyklaspælaran hjá B36. Lukasz Cieslewicz
er ársins spælari, og hevur eginleikarnar at
avgera teir stóru dystirnir. Lukasz Cieslewicz
er framvegis lyklaspælarin hjá B36.
GJØGNUMBROTIÐ
Gestur B. Dam
Prógvaði í fjør, at hann er til reiðar at taka av
møguleikanum á besta liðnum hjá B36. Er djarvur
í sínum spælistíli og kann spæla á fleiri plássum.
Fær tó trupult við at vinna sær fast pláss.
VENJARIN
Eyðun Klakstein
Átók sær eina torføra uppgávu í fjør, tí B36 hevði
júst vunnið FM. Hann prógvaði, at hann kundi geva
liðnum nakað nýtt, men samstundis halda royndu
spælararnar svangar. Passar væk inn í felagið.
MÁLIÐ
Greipan
B36 er favorittur at vinna bæði FM og
Løgmanssteypið. Tað merkir ikki, at teir ikki
kunnu liva við einum silvurheiðursmerki,
eftir tvey landskappingar gull upp í slag,
men í løtuni er ongin sterkari á papírinum.
HØGNI MADSEN
Eg tosaði við nøkur feløg,
men tá eg hevði tosað
við B36, so var ongin ivi