hósdagur 25. februar 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ÆTLA SÆR EITT
TRIN LONGRI UPP
NES SÓKNAR ÍTRÓTTARFELAG
Verjaparturin er eyma avbjóðingin, men NSÍ og nýggi danski venjarin
halda seg hava førleika at taka síðsta fetið ímóti meistaraheitinum,
sum NSÍ higartil hevur vunnið bara einaferð, og sum felagið
fyrru hálvu í fjør hevði góðan møguleika at ogna sær
NSÍ hevur í fleiri ár verið roknað sum eitt av
feløgunum, ið kappast um meistaraheitið.
Í 2007 eydnaðist tað fyri fyrstu og higartil
einastu ferð at vinna FM. Síðani tá er tað
fleiri ferðir eydnast at vinna atgongumerki
til europeisku kappingina. Bronsukrónurnar
vórðu vunnar í 2010, og á síðsta leikdegi í
fjør vóru fyrstu silvurkrónurnar nakrantíð
hongdar um hálsin á NSÍ spælarum.
Hetta var fínt úrslit, men tað er einki at
siga til, at spælararnir iðraðu seg um, at
teir ikki stóðu við FM steypinum. Frá fyrsta
og fram til og við sekstanda umfar var NSÍ
ovast á talvuni. Sammett við undanfarin
ár eydnaðist tað at vinna fleiri innanhýsis
uppgerðir ímóti avbjóðarunum. At tað
kortini ikki eydnaðist at vinna FM komst av,
at úrtøkan ímóti meistarunum í B36 bara
var eitt stig. Tað taldi eisini skeiva vegin, at
úrtøkan úr fýra teimum síðstu umførunum
undan summarsteðginum var tríggir javn
leikir og eitt tap.
Tølini siga, at stóri veikleikin var verju
parturin. Tað gekk betri at skora mál, enn
tað gekk at verja. NSÍ skoraði 73 mál í fjør,
og tað er nýtt met. 37 mál fóru ígjøgnum,
og tað var fleiri enn hjá hinum trimum,
sum vunnu atgongumerki til europeisku
kappingarnar.
Nú er tað 39 ára gamli Anders Gerber
úr Danmark, ið stendur á odda. Hann og
spælararnir ivast ikki í, at møguleikar eru
at røkka upp á tindin við umleið somu
manning, sum í fjør var við til at vinna
silvurkrónurnar.
Tað verður roknað sum styrkur, at
Símun Rógvi Hansen nú er málverji. 18 ára
gamli Karstin Hansen er eykamálverji. Per
Langgaard, Jens Joensen, Monrad Holm
Jakobsen og Jákup Andrias Gaardbo kapp
ast um plássini í miðverjuni. Jóhan Jacobsen
og Einar Tróndargjógv eru upplagdir síðu
verjar.
Á miðvøllinum er veteranurin Pól
Jóhannus Justinussen álit. Um avtala fæst
við danska Nikolaj Køhlert, so verður tað
styrkur. Aðrir, sum kappast um sentralu
plássini, eru Magnus H. Olsen, Hákun
Edmundsson, Haraldur R. Højgaard og
Andrass Frederiksberg.
Fremsti maður er toppskjúttin trý tey
seinastu árini, Klæmint A. Olsen. Árni
Frederiksberg, Jann Martin Mortensen og
Jonleif Højgaard eiga framrættaðar leiklutir
saman við 17 ára gamla og gávuríka Peturi
Knudsen.
Haraftrat eru fleiri ungir evnaríkir spæl
arar, sum mennast skjótt, og sum tí bjóða
royndaru monnunum av. NSÍ vann FM í
U-18 kappingini bæði í fjør og í 2013. Eisini í
U-14 og U-16 er felagið støðugt millum tey
bestu. Fleiri góðir árgangir eru á veg, og
tað fer ivaleyst at síggjast aftur nógvu tey
næstu árini í bestu deildini. Fleiri teirra eru
við í fyrireikingunum til nýggja kappingar
árið – eitt nú Jannik Mathias Olsen, Hans
Marius Davidsen og Jann Benjaminsen.
Tað var í fimmti ára føðingarárinum
í 2007, at fyrsta FM varð vunnið. Í 2017
verður NSÍ seksti. Eingin hevði mælt ímóti,
um tað longu í oktober í ár aftur eydnast at
vinna gullkrónurnar.
MEISTARI (1) 2007
STEYPAVINNARI (2) 1986, 2002
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (30 ÁR) 1976, 1979, 1984-1988, 1991-
1992, 1994-1995, 1997-
Í EUROPA (10) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009,
2010, 2011, 2012, 2015
NSÍ STOVNAÐ 24. mars 1957 FORMAÐUR Sonni L. Petersen
3
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Anders Gerber
1
Símun Rógvi Hansen
29 Karstin Hansen
2
Per Langgaard
3
Monrad Holm Jacobsen
4
Jens Joensen
5
Jákup Andrias Gaardbo
12
Einar Tróndargjógv
15
Jóhan Jacobsen
6
Andras Frederiksberg
7
Jann Martin Mortensen
8
Nikolaj Køhlert
9
Jónleif Højgaard
11
Árni Frederiksberg
13
Pól Jóhannus Justinussen
17
Jann Benjaminsen
18 Magnus H. Olsen
19
Haraldur R. Højgaard
20 Hákun Edmundsson
23 Jannik Olsen
10 Klæmint A. Olsen
16
Petur Knudsen
27 Hans Marius Davidsen
Frágongd: Andras Gango (Skála), Jónhard Frederiksberg (Skála,
Michal D. Przybylski (B68) og Meinhard E. Olsen (Vendsyssel)
Tilgongd: Símun Rógvi Hansen (B71),
Jákup Andrias Gaardbo (Skála) og Nikolaj Køhlert (Silkeborg IF)