Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Anders Gerber er ikki komin til Føroyar, fyri at diktera hvønn smálut í NSÍ. Hann hevur eina ætlan, men er sinnaður at lurta eftir spælarunum. – Hurðin hjá mær er altíð opin, sigur nýggi venjarin hjá NSÍ, sum ikki vil tosa um beinleiðs mál fyri árið Hurðin inn til skiftirúmið hjá venjaranum er stongd, og Anders Gerber rótar runt við lyklunum, fyri at finna elektroniska skelti, ið er lykilin til hurðina. – Eg eri troyttur av, at hurðin ikki kann standa opin, sigur Anders Gerber heldur speiskur á málinum um hurðina til skifti­ rúmið, ið letur aftur av sær sjálvum. 39 ára gamli danski venjarin er nýggjur í føroyskum fótbólti. Hann er ikki komin at kollvelta føroyskan fótbólt, men hann hevur í sinni at flyta NSÍ eitt stig á gangin. Fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Silkeborg IF er ikki komin til Runavíkar sum ein maður, ið hevur svarið upp á alt. Hann ynskir at NSÍ bæði sum lið, og sum felag arbeiðir saman. DÓMARI ELLA VENJARI Anders Gerber visti sum 16 ára gamal í Lystrup IF, at hann ikki hevði tað, sum skuldi til at klára seg sum fótbóltsspælara. Skuldi hann liva av fótbóltinum, so vóru kostirnir tvinnir at velja í millum. – Eg kundi antin blíva dómari ella venjari. Eg valdi tað seinna, sigur Anders Gerber smílandi. Hann hevur longu funnið seg til rættis í Runvík. Hann letur væl at umstøðunum. Longu sum ungur byrj­ar Anders Gerber at taka venjaraprógv. Venjaraleiðin gongur til Århuus Fremad, FC Fyn, og síðani sum hjálparvenjari hjá Silkeborg IF. Hóast tað er nakað frá Silke­borg til NSÍ, so sær Anders Gerber skiftið sum eitt stig rætta vegin. – Stóri munurin fyri meg er, at eg nú eri høvðusvenjari aftur. Mær dámar eisini væl, at her er tað talan um bestu deildini. Tað merkir, at tú skal stríðast um at vinna heiðurs­merki og so framvegis, í mun til at verið venjari hjá einum liði í lægru deild­ unum í Danmark, sigur nýggi venjarin hjá NSÍ. MÁLIÐ ER AT BLÍVA BETRI Anders Gerber vil ikki seta eitt ávíst stigatal á, ella eitt ávíst pláss, sum NSÍ skal røkka í ár. Hann vil heldur tosa um ein spælistíl og eina spæliætlan, sum NSÍ skal blíva betri til. – Tað er ringt at seta eitt neyvt mál, tí ein døming, skaði ella okkurt annað kann ávirka úrslitið. Eg trúgvi hinvegin upp á, at við at halda okkum til eina ætlan og eitt konsept, so koma vit í longdini longst, sigur Anders Gerber, og leggur afturat: – Vit skulu blíva betri fyri hvørja venjing. Tað er málið, sigur 39 ára gamli venjarin. BILSIN AV FØROYSKUM FÓTBÓLTI Anders Gerber er eitt sindur bilsin av føroyskum toppfótbólti. Hann hevði ikki væntað, at tað var á so høgum stigi. Hann heldur tó, at yngru spælararnir skulu hava betri umstøður at venja morgunvenjing, so teir fáa røttu mongdina av venjing. – Í løtuni venja vit tvær ferðir um vikuna morgun­venjing, men tað er klokkan seks um morgunin. Tað kanst tú ikki bjóða fólki, sigur Anders Gerber, ið heldur at skúli og ítróttur skal spæla betri saman. HURÐIN HJÁ MÆR STENDUR OPIN  LYKLASPÆLARIN Klæmint A. Olsen Toppskjúttin í føroyskum fótbólti er garanti fyri bæði málum og hørðum arbeiði. Liðskiparin gongur á odda, tá tað skal arbeiðast og hann er einsamallur áleypari í hópinum. Tí hevur hann ótrúliga stóran týdning fyri liðið..  GJØGNUMBROTIÐ Petur Kundsen Sonur Jens Martin Knuden hevur í eina tíð verið eitt sjónligt talent í ungdómsrekkjunum hjá NSÍ. Hetta er væntandi árið, har vit koma at síggja meiri til skjóta spælaran.  VENJARIN Anders Gerber Hevur í sinni at royna eina nýggja 3-4-3 spæliskipan, sum tó ikki so langt frá tí við kenna við fýra í verjuni. Tað fylgir altíð ein óvissa við einum nýggjum útlendskum venjara. ÍF stóð seg væl við Flemming Christensen fyri nøkrum árum síðani. Kanska hetta er byrjanin til eitt gott tíðarskeið í NSÍ.  MÁLIÐ Heiðursmerki og Evropa NSÍ kann illa renna undan, at felagið nú er at rokna millum tey bestu í Føroyum. Evropa og heiðursmerki er kravið fyri 2016. ANDERS GERBER Eg kundi antin blíva dómari ella venjari. Eg valdi tað seinna