Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM VÍKINGUR OG BAGGE MIÐJA EFTIR FM VÍKINGUR Fyri fleirfaldu steypavinnararnar verður avgerandi, um gongdin fyrsta partin av landskappingini verður betri enn seinastu árini, tá ið soltna úrtøkan fyrstu umførini hevur verið orsøk til, at FM heitið ikki er komið til høldar Síðstu árini hevur Víkingur verið roknaður at vera millum FM favorittarnar. Í steypa­ kappingini hevur tað gingið betri, enn tað hevur hjá nøkrum øðrum. Víkingur vann steypa­finaluna í fjør, og harvið hevur felagið hjá teimum í Eysturkommunu vunnið steypa­finaluna fýra ferðir á rað og fimm ferðir íalt, síðani felagið sá dagsins ljós í 2008. Tvey tey undanfarnu árini hava bronsu­ krónur í landskappingini kenst sum ikki frítt fyri at vera vónbrot, meðan triðja plássið í 2009 og 2011 varð roknað sum ein sigur. Orsøkin til vónbrotið í 2014 og 2015 hevur báðu ferðirnar verið rættiliga eyðsýnd, tá liðið stóð seg væl í europeisku kappingini og kendi seg vera búgvið at taka næsta stigið í FM kappingini. Í 2014 var úrtøkan fyrstu um­førini so mikið soltin, at Víkingur longu eftir átta umfør var tíggju stig aftanfyri fyrsta plássið og B36, sum seinni vann FM. Í fjør var Víkingur eftir tíggju umfør tíggju stig aftan­fyri toppliðið NSÍ og sjey stig aftan­fyri B36, sum seinni vann FM. Breiddin á Víkinga liðnum var heldur ikki nóg stór til, at mongu skaðarnir ikki darvaðu. Nú er Sámal Erik Hentze venjari í Sarpu­ gerði. Hann hevur vunnið FM við HB í 2009 og B36 í 2014. Setningurin hjá honum og spælarunum er at vinna gull í lands­kapp­ ing­ini. Síðani Bagge og hjálparvenjarin Sorin Anghel skrivaðu undir sáttmála eru tríggir spælarar fingnir til felagi at styrkja um, so liðið verður mannað við næstan tveimum spælarum til hvørt plássið. Teir nýggju eru miðvallarin Jobin Drangastein og fram­ rættaðu Jón Krosslá Poulsen og Hans Pauli Samuelsen. Superveteranurin Geza Turi og U-21 lands­liðsmálverjin Elias Rasmussen saman við Hjalta Strømsten kappast um plássið millum stólparnar. Í verjuni eru tað Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen, Gert Hansen og Dánjal Pauli Lervig, sum eru uppløgd boð. Á miðvøllinum tekur stríðsmaðurin Hans Jørgen Djurhuus eitt tørn aftrat. Heðin Hansen er vorðin stuðulsspælari saman við landsliðsspælaranum Sølva Vatnhamar. Aðrir, sum eru við í kappingini um mið­ vallar­plássini eru Gunnar Vatnhamar, Sámal Jákup Joensen, Magnus Jarnskor og Jobin Drangastein. Á framrættaðu plássunum eru tað Philip Djordjevic og Andreas Lava Olsen, sum skulu syrgja fyri málunum saman við Jón Krosslá Poulsen og Hans Paula Samuelsen. Teir báðir skoraðu í fjør 20 mál tilsaman. Tað er eingin loyna, at tað verður roknað nógv við bóltsnillinginum Hans Paula Samuelsen, sum umframt at vera málsøkin eis­ini er millum teir bestu at leggja upp. Í Víkingi verður tað í ungdómsarbeiðnum lagt nógv fyri í strembanini eftir, at tað skal eydnast mest sum á hvørjum ári at ala ein nýggjan spælara til besta liðið. Síðstu árini hava – umframt Magnus Jarnskor – aðrir ungir menn so spakuliga vunnið nakrar minuttir her og har, og soleiðis verður tað iva­leyst eisini í ár. MEISTARI (0) Ongantíð STEYPAVINNARI (5) 2009, 2012, 2013, 2014, 2015 GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (8 ÁR) 2008- Í EUROPA (5) 2010, 2012, 2013, 2014, 2015 VÍKINGUR STOVNAÐ 14. januar 2008 FORMAÐUR Brandur Jacobsen 2 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Sámal Erik Hentze 1 Geza Turi 20 Hjalti Strømsten 27 Elias Rasmussen 3 Hanus Jacobsen 4 Atli Gregersen 5 Dánjal Pauli Lervig 13 Erling D. Jacobsen 21 Gert A. Hansen 6 Sámal Jákup Joensen 8 Heðin Hansen 10 Sølvi Vatnhamar 11 Hans Pauli Samuelsen 12 Bárður J. Hansen 15 Jákup V. Olsen 16 Hans Jørgen Djurhuus 19 Jobin Drangastein 24 Gunnar Vatnhamar 2 Andreas Lava Olsen 7 Jón Krosslá Poulsen 9 Filip Djordjevic 14 Magnus Jarnskor Sorin Anghel Frágongd: Finnur Justinussen (Fremad Amager), Súni Olsen (KÍ) og Hjartvard Hansen (Danmark) Tilgongd: Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy), Hans Pauli Samuelsen (B36), Jobin Drangastein (AB) og Sorin Anghel (AB)