Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Fyrrverandi gullvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur tikið um endan í Víkingi, har hann sigur málið er at vera við. Hóast hann áður hevur lagt frá sær vegna ov stóra arbeiðsbyrðu, so vissar hann um, at hetta ikki fer at henda aftur Sámal Erik Hentze eigur og rekur egna stóra fyritøku, men tað hevur ikki forðað honum í at taka við sum høvuðsvenjari hjá FM-biðlunum í Víkingi. Bæði størvini eru tíðarkrevjandi, so tað er til at undrast á, hvussu hann fær tíðina at ganga upp. – Tað fyrsta er, at eg havi eina ótrúliga góða familju, sum eggjar meg til at halda fram. Eg veit ikki um tey síggja mun á tá ið eg ikki eri venjari; kanska eri eg ikki granna­ havandi tá, skemtar Bagge, sum hann verður nevndur. Hann hevur áður lagt frá sær sum venj­ari vegna ov stóra arbeiðsbyrðu, men hes­um skulu tey í Víkingi ikki stúra fyri. – Eg havi umskipað fyritøkuna soleiðis at tað ber til at vera venjari. Tað liggur fram­ vegis eins nógv á mínum herðum, men byrðan er ikki tann sama. Eg havi ótrúliga gott fólk, sum reka fyritøkuna saman við mær. Tá ið eg gavst sum venjari, var eg einsa­ mallur á brúnni, men nú eru vit fýra fólk, sum taka uppgávurnar á seg, vísir Sámal Erik á. VIL VERA VIÐ Sámal Erik førdi fyrra árið B36 til gullið, og í fjør tók hann um endan í AB. Nú vóru boð eftir honum í Víkingi, og ta tilboðið lat hann ikki fara framvið borðinum. – Hetta er ein avbjóðing sum ein onnur. Eitt felag, sum vil fram, og tað vil eg eisini sjálvur. Tað er ein avbjóðing í sær sjálvum, heldur Sámal Erik. Víkingur hevur áður lagt nógv fyri í stremb­anini eftir gullinum, men sambært Sámal Eriki sjálvum, so hava hesar royndir­ nar miseydnast. – Teir hava ongantíð verið tætt við at vinna FM-gullið. Als ikki, heldur nýggi Víkinga-venjarin, sum sær tað sum eina av­ bjóðing at fáa Víking upp ímóti toppinum. – Málsetningurin er at vera við. At sleppa at vera við í endaspurtinum er ein av­bjóð­ing í sær sjálvum, tí kemur man har­ til, so eru tað marginalar, sum avgera tað, sigur Sámal Erik. Hann viðgongur, at Súni Olsen og Finnur Justinussen eru tvey stór tap fyri felagið, men at tað eru nógvir góðir leikarar í felag­ num, og at tað síðani er hansara uppgáva at finna leikarar, sum kunnu fylla skógvarnar hjá teimum. B36 OG NSÍ Spurdur, hvørji lið hann metir fara at kapp­ ast um FM-gullið í ár, peikar Sámal Erik alt fyri eitt á tvey feløg. – Eg haldi tað er trupult at siga, men B36 og NSÍ eru tvey góð boð, sigur hann, men vil tó ikki útiloka fleiri av hinum: – Fær KÍ tað at rigga, so er tað eisini eitt gott boð. HB fer nokk altíð at liggja har uppi, og riggar tað í ár, so bjóða teir av. ÍF sær eis­ini gott út. Teir høvdu gott fólk í fjør og hava tað eisini í ár, so tað verður spennandi at síggja, um Jógvan Martin Olsen fær tað at rigga, sigur Sámal Erik Hentze at enda. FAMILJAN EGGJAR MÆR AT HALDA FRAM  LYKLASPÆLARIN Sølvi Vatnhamar Verjan er stinn og samanspæld, so farast má longri fram á vøllin eftir lyklaspælaranum. Í motorrúminum á miðj­uni er Sølvi Vatn­ hamar ein nærm­ast altavgerandi leik­ari. Spennandi verð­ ur eisini at síggja, um Hans Pauli Samuelsen slær til.  GJØGNUMBROTIÐ Heðin Hansen Kropssterki miðvallarin fann málið heili sjey ferðir í fjør, og nógv bendir á, at 22 ára gamli Heðin Hansen fær latið upp í hendur enn størri ábyrgd í ár.  VENJARIN Sámal Erik Hentze Tað minnir um eitt gott par. Í Gøtu og Leirvík skríggja tey eftir at sleppa at lyfta FM-steypið, og tað leggur trýst á venjaran. Sámal Erik hevur áður prógvað, at hann kann avrika undir trýsti. Hann gongur høgt upp í disciplin, og kann harvið halda buldrasligum leikarunum í stuttum snóri.  MÁLIÐ FM Hóast eitt nú Sámal Erik Hentze roynir at undirspæla teirra leiklut, so er ilt at sleppa undan, at Víkingur skal fara málrættað eftir FM-gullinum. Manningin er til tað, og nú skal royndi skiparin bara stýra tað í havn. SÁMAL ERIK HENTZE Eg havi umskipað fyritøkuna soleiðis at tað ber til at vera venjari