Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM GULLIÐ SKAL FINNAST VIÐ RÓTINA HAVNAR BÓLTFELAG Nýggi venjarin, sum er ímyndin av felagnum, hevur ábyrgd fyri, at eyðkenda HB snittið aftur verður í hásæti í sigursvanda felagnum. Tíðin er harvið farin, tá ið stuðulsspælarar ofta vóru uppaldir aðra staðni enn á norðaru hálvu í Gundadali Samantalt eigur HB 22 FM heiti, og tað er met. Fyrsta meistaraárið var í 1955 ella sama árið, sum HB vann fyrstu steypa­ finaluna. Í 60 ára skeiðnum síðani 1955 hevur felagið vunnið 22 steypafinalur. Tað verður roknað við nógvum, og nú ótolnast tey í 111 ára gamla felagnum. FM steypið er tvey tey seinastu árini er endað í Gundadali, men ikki í HB húsinum. Síðsta FM heitið varð vunnið í 2013, og tað er merkisvert, at tað skal leitast aftur til 2004 fyri at finna síðsta HB sigurin í steypa­ finaluni. Gyltasta tíggju ára skeiðið var sjeyti árini. Tá vann HB FM gull fimm ferðir, og tá vann HB sjey steypafinalur. Eisini í nullunum eydn­aðist tað at vinna FM fimm ferðir. Aðra staðni hevði hetta verið framúr, men ikki í HB, tí tað bara eydnaðist at vinna eina steypa­finalu – í 2004. Tað verður undrast á, at tað seinnu árini ikki er eydnast at ala fleiri spælarar til besta liðið, tí ungdómarnir eru nógvir. Síðani túsund ára skiftið hava nógvir á besta lið­ num fingið sína uppaling aðra staðni enn í HB. Seinastu árini hava verið fíggjarliga tung. Orsaka av peningaligu støðuni og eisini av longslinum eftir aftur at síggja fótbólts­ spæl, sum er so eyðkent hjá teimum, ið eru uppaldir í felagnum, so verður nú leitað aftur til røturnar. Jan C. Dam er nýggjur venjari. Hann er ein av mentanarberunum, og honum eru givin tvey ár at røkka málinum.Setningurin hjá ársins ungdómsvenjara í fjør er at mynda nýtt lið í gamla HB sniðinum. Tað ræður um at hava bóltin og harvið at stýra, og tað skal vera stílur yvir tí, tá ið HB skorar og vinnur sigrar og meistaraheiti. Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum eru givnir, aðrir hava fingið at vita, at tað verður ikki roknað við teimum, og har­ við skal liðið í stóran mun mannast av nýggjum. Onkrir koma aðra staðni at hjálpa til, men bulurin skal vera teir, ið eru upp­ aldir í felagnum. Niklas Thomsen er eykamálverji. Teitur Matras er sjálvskrivaður málverji, Jóhan Troest Davidsen er álitið í verjuni, og hesir báðir eru sera týdningarmiklir saman við framrættaðu miðvallarunum Róki Jespersen og Christian R. Mouritsen. Aðrir við HB royndum eru síðuspælararnir Jógvan Rói Davidsen og Ári Mohr Jónsson, sum er stórur styrkur at hava fingið aftur úr Silkeborg. Pál Mohr Joensen, Bartal Wardum og Tróndur Jensen fáa møguleikan at verða nýggir stuðulsspælarar, og Jákup F. Hansen og Magnus Egilsson eru eftir út­legd aftur í barndómsfelagnum. Og so er tað næsta ættarliðið: Símun N. Samuelsen, Tóri Rasmussen, Heri H. Mohr og Daniel Johansen. Óvissan er størst í álopinum. Arnbjørn T. Hansen er langtíðarskaddur. Óroyndu Adrian Justinussen og Teit Jacobsen eru evna­ríkir, og tað er 18 ára gamli Ari Mohr Olsen eisini. Poul Ingason hevur royndir, og tað hevur veteranurin Símun Hansen, ið er komin úr B71, eisini. MEISTARI (22) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013 STEYPAVINNARI (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004 GREIPUVINNARI (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004 Í BESTU DEILDINI (73 ÁR) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í EUROPA (21) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2013, 2014, 2015 HB STOVNAÐ 4. oktober 1904 FORMAÐUR Finnbogi Arge 5 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Jan Christian Dam 1 Teitur M. Gestsson 25 Niklas Thomsen 2 Jákup F. Hansen 3 Jógvan Rói Davidsen 4 Ári Mohr Jónsson 5 Johan Troest Davidsen 7 Símun N. Samuelsen 26 Daniel Johansen 6 Magnus Egilsson 9 Tróndur Jensen 11 Christian R. Mouritsen 17 Bartal Wardum 19 Rókur av Fløtum Jespersen 24 Tóri Rasmussen 27 Símin Hansen 8 Arnbjørn T. Hansen 14 Teit Jacobsen 15 Heri Hjalti Mohr 18 Pál Mohr Joensen 20 Poul Ingason 21 Adrian Justinussen 23 Ári Mohr Olsen Frágongd: Alex José dos Santos (ÍF), Rógvi S. Holm (Danmark), Gunnar Haraldsen (AB), René Shaki Joensen (Vendsyssel), Fróði Benjaminsen (givin), Andrew av Fløtum (givin) og Levi Hanssen (steðgur) Tilgongd: Magnus Egilsson (AB), Niklas Thomsen (AB), Tróndur Jensen (AB), Ári Mohr Olsen (B71), Símin Hansen (B71) og Ári Mohr Jónsson (Silkeborg IF)