hósdagur 25. februar 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Seinast Rókur av Fløtum Jespersen spældi eitt heilt kappingarár
við HB var í 2007. Tá var hann millum teir yngru á liðnum. Í
dag er støðan ein onnur, nú hann er næstelstur í hópinum.
Tað setur krøv, ásannar nú 30 ára gamli miðvallarin
HB skal byrja av nýggjum. Royndir menn
sum Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum,
Alex José dos Santos, Gunnar Haraldsen,
Rógvi S. Holm, Levi Hanssen og Símun
Samuelsen, eru antin givnir ella hava
skift felag. Liðið skal skipast á nýggjum.
Við stýrisvølin stendur Jan Dam, sum á
fyrsta sinni roynir seg sum høvuðsvenjara
á hesum stignum. Tí er eisini brúk fyri,
at aðrir spælarar traðka fram og taka
ábyrgd. Ein teirra verður Rókur av Fløtum
Jespersen. Gløggi miðvallarin er brádliga
millum aldursforsetarnar á liðnum.
LANGTSÍÐAN SEINAST
Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at Rókur
av Fløtum Jespersen seinast var við í upp
startinum. Fram til 2007 var hann dagligur
gestur í HB-húsinum, men í 2008 fór hann
til Danmarkar at lesa. Síðani hevur hann
bara verið við í styttri tíðarskeið á gangin.
Miðvallarin hevur nú rundað tey 30 árini,
men hugurin at spæla fótbólt er enn góður.
– Høvðusorsøkin til at eg spæli fótbólt
er, at eg framvegis havi hug til tað. Sjálv
andi merki eg mun á frá seinast eg spældi
eitt fult kappingarár, men tá eg flutti heima
aftur í fjør, so var hugurin enn til staðar,
sigur Rókur av Fløtum Jespersen.
Miðvallarin ræðist ikki, at umhvørvið er
nógv broytt, og at hann nú er millum teir
elstu á liðnum.
– Tað er løgið at vera næstelstur á lið
num. Tað er ein nýggjur leiklutur fyri meg,
men eg eri til reiðar at taka ta ábyrgd, sum
fylgir við, sigur Rókur av Fløtum Jespersen,
sum var elstur til Símin Hansen kom í
hópin.
Av øðrum kunnu nevnast Christian R.
Mouritsen, Jóhan T. Davidsen og Teitur M.
Gestsson, sum eru millum teirra, ið skulu
til at ganga á odda hetta kappingarárið.
– Tað verður ein spennandi uppgáva,
tí vit skulu byrja av nýggjum. Tað er fleiri
ungir, men ótrúliga spennandi spælarar á
liðnum, sigur Rókur av Fløtum Jespersen.
JAVNVÁG ER TAÐ
TÝDNINGARMESTA
HB hevur síðani aldarskiftið tvær ferðir
byrjað av nýggjum við ungum spælarum. Í
2000 og í 2006 vóru nógvir ungir spælarar
á liðnum. Felags fyri bæði árini er, at avrikin
tá samanumkom vóru góð. Rókur var
sjálvur við í 2006, tá HB í evstu løtu vann
FM frammanfyri EB/Streym.
– Tað árið tapa vit eisini 6-0 fyri B36
í landskappingini. Tað er óvanligt fyri ein
FM vinnara at tapa 6-0 á vegnum. Tað
kann henda við fleiri ungum spælarum. Eg
haldi, at vit hava kvalitet nokk til at vinna á
øllum liðunum, men stóra avbjóðingin er at
finna eina javnvág, sigur Rókur av Fløtum
Jespersen, ið hevur ilt við at seta orð á hvat
málið fyri HB er í ár.
– Eg haldi vit hava eitt spennandi lið,
sum kann blanda seg millum tey bestu,
men tað er ilt at seta eitt avgjørt mál í ár,
sigur Rókur av Fløtum Jespersen at enda.
RÓKUR SKAL BERA
ARVIN VÍÐARI
LYKLASPÆLARIN
Christian R. Mouritsen
Hann hevur støðið til at
spæla á landsliðnum,
men seinnu árini hevur
hann verið langt frá
toppinum. Hann er
spælarin, sum skal
vinna liðnum dystirnar
á seinasta triðing
inum. Helst verður
ein samanhangur
millum avrikini hjá
Chrisitiani og HB.
GJØGNUMBROTIÐ
Teit Jacobsen
17 ára gamli Teit Jacobsen kann spæla á seks
teimum fremstu plássunum, og tykist verða
frammanfyri eitt nú Adrian Justinussen í
røðini. Hevur tikið seg nógv fram seinasta
árið, og saman við Adrian og Ara Mohr
Olsen, er hann millum talentini hjá HB í ár.
VENJARIN
Jan C. Dam
Er óroyndur í leiklutinum og hevur eitt nýtt
lið. Júst tað, at liðið er nýtt ger at hann kann
skipa tað sum hann vil. Tað kann ganga
galið í ár, men fær Jan Dam fatur á rætta
endanum, so hevur HB nógv at bjóða uppá.
MÁLIÐ
Evropa
Hóast frágongdin hevur verið stór, so
tykist ikki sum HB er sinnað at leggja seg
í stríðnum um milliónirnar frá UEFA.
RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN
Sjálvandi merki eg mun
á frá seinast eg spældi
eitt fult kappingarár