Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 60

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM DROYMA UM AT SLEPPA Á FLOG KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG Neyvan nakra staðni er undirtøkan fyri besta liðnum størri enn í Klaksvík og Norð­ oyggjum. KÍ plagdi at vinna nógv, tá ið heima­vøllurin var tiltikin skansi, men tølini siga, at tey, sum eru yngri enn miðal aldur, hava ikki verið vitni til nógvar glæsiligar sigrar. Síðani 2005 hevur kappingin fevnt um 27 umfør. KÍ hevur verið við í tíggju av ellivu kappingarárum, og miðal plaseringin er 6,3. Hetta tíðarskeiðið er einki heiðursmerki vunnið. Í 2006 bar fjórða plássið rætt til europeiskan fótbólt í 2007 við sær. Í 2012 var endastøðan aftur fjórða plássið – sjey mál frá bronsuplássinum – uttan at tað bar europeiska luttøku við sær. Í 30 ára skeiðnum 1942 til 1972 vann KÍ FM 15 ferðir. Síðani eru tvey meistaraheiti vunnin. 19 ára langa oyðimarkargongdin frá 1972 og fram til 1991 kendist øgiliga long. Síðani 17. FM heitið í 1999 verður nú sett á 17. árið uttan nakað meistaraheiti. Tað sigur seg sjálvt, at málið er aftur at vinna FM heitið. Fyrsta takið er at vinna atgongumerki til altjóða fótbólt. Í fjør var tað vónbrot, at tað ikki eydnaðist. Nú er fjórða plássið málið. Heilivágurin er fyrst og fremst at styrkja verjupartin. Samantaldu tølini fyri tey tíggju árini í bestu deildini síðani 2005 siga, at málmunurin er 446-464. Tað var ikki gamalt, at tað fóru so nógv mál ígjøgnum. Í fjør var málmunurin 50-41. Tað varð ikki hildið at vera nóg gott, og í fleiri førum vóru púra óneyðug mál orsøk til stigatap, sum síðani kostaðu europeiska plássið. Mikkjal Thomassen er framvegis venjari. Síðani í fjør eru fleiri fremmandir menn lagstir aftrat. Evnaríki Kristian Joensen er nýggjur millum stólparnar, har hann kappast við veteranin Meinhardt Joensen. Jonas Flindt Rasmussen er í miðverjuni, har nýggi serbin Ahmed Mujdragic og Mayowa Alli eru aðrir møguleikar saman við Ísaki Simonsen. Mayowa og Ísak eru saman við Mikkjali á Bergi evni til vong­ verjan í vinstru. Í høgra borði er Sørmundur Kalsø upplagda valið. Á miðvøllinum kappast veteranarnir Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør um plássini við Jákup B. Andreasen, Tórur Justesen, Dávid Langgaard, Niels Paula Danielsen, Súna Olsen og Semir Hadzibulic úr Serbia. Í fjør var Páll A. Klettskarð nógv skaddur, og tað var orsøkin til, at hann ikki spældi so nógv og ikki so ofta var mál­ skjútti. Nú er Páll komin fyri seg aftur. Síðsta kappingarár vóru Heðin Klakstein og Jóannes Bjartalíð eyðsýndastu fram­ rættaðu spælararnir. Tað verður roknað nógv við teimum, og kunnu Jóannes K. Danielsen og Petur Andreasen fáa størri leik­lut. Fimta plássið í fjør bar við sær, at klaks­ víkingar í ár eiga fjúrtan heimadystir. Í fjør royndist tað ikki so illa á heimavølli, har tað í níggju førum av trettan endaði við fullari úrtøku. Stóra takið verður at verða meiri sann­førandi á útivølli. Í fjør vann KÍ í fjúrtan royndum bara tvær ferðir aðra staðni enn í Klaksvík. MEISTARI (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999 STEYPAVINNARI (5) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999 GREIPUVINNARI (3) 1966, 1967, 1999 Í BESTU DEILDINI (73 ÁR) 1942-1943, 1945-2009, 2011- Í EUROPA (8) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003, 2007 KÍ STOVNAÐ 24. august 1904 FORMAÐUR Tummas Lervig 4 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Mikkjal Thomassen 1 Kristian Joensen 16 Meinhardt Joensen 26 Kristin N. Vilhelmsen 2 Dávid Langgaard 3 Ísak Simonsen 4 Jonas Flindt Rasmussen 5 Ahmed Mujdragic 6 Sørmundur Kalsø 12 Mikkjal á Bergi 18 Ólavur Niclassen 20 Mayowa Alli 7 Súni Olsen 8 Jóannes Bjartalíð 10 Hjalgrím Elttør 11 Atli Danielsen 14 Tórur Justesen 17 Niels Pauli B. Danielsen 19 Jákup B. Andreasen 21 Heðin Klakstein 22 Semir Hadzibulic 25 Steinbjørn Olsen 9 Páll A. Klettskarð 13 Petur Andreasen 23 Jóannes K. Danielsen Frágongd: Gunnar Christiansen (ÍF), Ndende A. Guéye (TB), Heðin á Lakjuni (givin), Henry Heinesen (Danmark), Sani Tahir (Nigeria), Kenan Hajdarevic (Danmark), Fríði Sigurðsson (B68) og Ivan Joensen (B68) Tilgongd: Kristian Joensen (07 Vestur), Ahmed Mujdragic (Gaz Metan Medias), Súni Olsen (Víkingur), Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur) og Semir Hadzibulic (KF Vllaznia Shkodër) Klaksvíkingar vóna, at tað skal eydnast at gera upp við oyði­ markargongdina, sum er eyðkend av, at flaggskipið ikki hevur luttikið í Europa síðani 2007 og av veruleikanum, at metlanga skeiðið uttan FM – 1972-1991 – ikki er langt frá at verða tikið