hósdagur 25. februar 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Heðin Klakstein byrjaði kappingarárið í fjør í 1. deild, men
endaði sum toppskjútti og profilur hjá KÍ. Tað lá ikki í
kortunum, at 23 ára gamli Heðin Klakstein skuldi standa
eftir sum toppskjútti hjá KÍ við kappingarárslok í fjør
LYKLASPÆLARIN
Kristian Joensen
Nógvir góðir leikarar at velja ímillum, men
KÍ hevur havt trupulleikar á málmans
plássinum seinastu árini, og her kann
fyrrverandi U21-landsliðsmálverjin
bjarga nøkur eyka stig til Klaksvíkar.
GJØGNUMBROTIÐ
Jákup B. Andreasen
Ungur miðvallari, sum spældi 17 dystir í Effo
deildini í fjør. Um hann spælir líka nógvar dystir
í ár er árið væleydnað hjá honum, tí at kappingin
um plássini á miðvøllinum er gróthørð.
VENJARIN
Mikkjal Thomassen
Fer undir sítt næsta kappingarár sum venjari hjá
KÍ. Hevur ein sterkan og breiðan hóp at arbeiða
við, sum er nóg góður at føra KÍ út í Evropa.
MÁLIÐ
Evropa
Í fjør restaðu bert tvey stig í fyri at vinna
evropeiska luttøku. Liðið tykist at vera styrknað
í ár, og tí skuldi verið góður møguleiki fyri at
enda hægri enn nummar fimm. Onki annað enn
evropeiskt pláss verður góðtikið í Klaksvík í ár.
HEÐIN KLAKSTEIN
Í fjør rakk hart arbeiði
við harðari og miðvísari
venjing langt
FRÁ EYKALEIKARA
TIL PROFIL
Heðin byrjaði kappingarárið sum eyka-
leikari á Effoliðnum og spældi dystir við
næstbesta liðnum hjá KÍ í 1. deild. Í fimta
umfari í fjør byrjaði Heðin tó á fyrsta sinni
inni á besta liðnum, og síðani byrjaði pílurin
at peika uppeftir hjá lokala klaksvíking-
inum.
– Í fjør rakk hart arbeiði við harðari
og miðvísari venjing langt. Eg byrjaði
kappingarárið sum eykaleikari á Effoliðnum
og spældi dystir við 1. deild, men endaði
sum toppskjútti hjá okkum, sigur Heðin
Klakstein.
Heðin hevur altíð spælt mitt á miðvøll
inum, men skaðar til aðrar leikarar gjørdu
sítt til, at hann varð fluttur longri fram á
vøllin.
– Tað vóru eisini skaðar hjá framherj
unum Páll og Kenan, sum gjørdu, at eg fekk
kjansin. Eg endaði við at spæla á vinstra
vongi í fjør, og har hevði eg ikki spælt áður.
Øll míni ár havi eg spælt mitt á miðuni, men
hetta broyttist í fjør. Tað kravdi eisini nakað
nýtt av mær taktiskt, sum vit arbeiddu
nógv við, greiðir Heðin Klakstein frá.
Tá ið kappingarárið var at enda komið
hevði Heðin Klakstein skorað 11 mál í Effo
deildini, og gjørdist hann toppskjútti hjá KÍ
í 2015.
KÍ SPENTI BEIN FYRI SÆR SJÁLVUM
Í fjør endaði KÍ á fimta plássi, har tvey
stig vantaðu fyri at røkka málinum um
evropeiska luttøku í 2016. Tað hevði tó
lættliga kunnað verið øðrvísi.
– Tað var óheppið, at vit ikki rukku fjórða
plássinum í fjør. Vit fóru avgjørt eftir tí,
men kappingin var hørð, og onkuntíð mistu
vit eisini leiðslur, sum vit ikki burdu mist.
Millum annað vóru vit frammanfyri 4-1
ímóti EB/Streymi á Skála í dysti, sum end
aði 4-4, tvær ferðir gjørdu vit sjálvmál á
útivølli ímóti TB, ið kostaði stig, og eitt sjálv
mál kostaði okkum eisini ein sigur á útivølli
ímóti Víkingi, sigur Heðin Klakstein um sítt
lið, sum heldur ofta misti á stokkinum í fjør.
Málið hjá felagnum er óbroytt frá í fjør.
KÍ skal út í Evropa at spæla.
– Málið er tað sama sum í fjør, og tað
er sleppa út í Evropa. Hetta mugu vit fyrst
klára, áðrenn vit byrja at seta okkum hægri
mál enn tað. Málið er sjálvandi, at KÍ aftur
skal verða eitt topplið í Føroyum, men tað
tekur tíð og er eitt langtíðarmál hjá okkum,
sigur Heðin Klakstein og leggur afturat um
fjeppararnar hjá KÍ:
– Klaksvíkingar eru altíð spentir, tá ið
kappingin byrjar. Teir krevja nógv av leikar
unum, men tað skilji eg eisini væl. Fjeppar
arnir stuðla okkum í viðgongd og mót
gongd, og tí skylda vit eisini aftur til teir.
At enda varð Heðin Klakstein spurdur,
um tað er eitt mál hjá honum at enda
frammanfyri pápa sín, Eyðun Klakstein,
sum er venjari hjá B36.
– Tað hevði verið stuttligt, men B36
hevur aftur í ár eitt gott lið, og teir ætla
sær óivað at vinna triða meistaraheitið á
rað í ár, vóru seinastu orðini frá Heðini.