hósdagur 25. februar 2016síða 66
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
FUGLFIRÐINGARNIR
RÆÐAST ONGAN
ÍTRÓTTARFELAG FUGLAFJARÐAR
1979 er framvegis peilimerkið hjá fugl
firðingum, tí tá var tað, at ÍF vann FM fyri
fyrstu og higartil einastu ferð. Bestu árini
síðani tá vóru í 2012 og 2013, tá ið fuglfirð
ingar leingi vóru við í stríðnum um FM. Báðu
ferðirnar endaði tað við silvurkrónum, og
tvey tey seinastu árini hevur dagsskráin
verið at sleppa undan niðurflytingini, sum
spøkti, men tó ongantíð var um at verða
veruleiki.
Síðani kappingin í 2005 fór at fevna um
27 umfør hevur ÍF verið í bestu deildini í
tíggju av ellivu kappingarárum. Fýra ferðir
er tað endað við 7. plássi, og tvær ferðir –
íroknað í fjør – var 6. plássið endastøðan.
Í fjør var tað ófriðarligt og ikki frítt av
misnøgd. Jákup Mikkelsen hevði ábyrgdina
av liðnum fýra tey síðstu umførini. Nú er
hann hjálparvenjari, og Jógvan Martin Olsen
er eftir sabbatsár aftur venjari í fremstu
røð.
Dagsskráin er at lyfta liðið fram aftur,
har tað er hugaligt at kappast. Nýggi venj
arin hevur blandað kortini av nýggjum, og
boðini til spælararnar, áskoðararnar og
føroyska fótbóltin í síni heild eru, at ÍF skal
hava sjálvsálit at bjóða øllum hinum av, tí
liðið hevur førleikan at vinna á øllum.
Í 2014 var Adeshina Lawal toppskjútti,
meistari við B36 og ársins spælari. Í fjør
gekk tað ongan veg hjá honum í ÍF. Nú er
ætlanin at leggja spælið soleiðis til rættis,
at Lawal og Clayton Soares, sum hevur
verið í Fuglafirði í fýra ár og hevur skorað
59 mál, aftur verða sentralir á liðnum.
Hanus Eliasen og Margeir Toftegaard eru
aðrir møguleikar.
Karl Løkin plagar at vera verjukendur
miðvallari. Nú skal hann vera fremstur á
sentrala miðvøllinum. Kristoffur Jakobsen
hevði í fjør ilt við at vinna fast pláss á lið
num. Nú skal hann vera akkersmaður á
verjukendum sentralum miðvallarplássi.
Kappingin um miðvallarplássini verður
millum Gunnar Christiansen, Dánjal á
Lakjuni, Ara Ó. Ellingsgaard, Boga Reinert
Petersen, Frank Poulsen, Andrias Poulsen
og Andy Olsen. Alex José dos Santos er
nýggjur á vinstra vongverja. Í høgra borði
er kapping millum Leiv Joensen og Dánjal
Paula Højgaard, sum stóð seg væl í fyrstu
venjingardystunum, men sum síðani var
óheppin at bróta armin.
Bartal Eliasen var fyrstu ferð á besta
ÍF liðnum í 1993. Síðani hevur hann verið
mest sum fastur í miðverjuni. Nú er Bartal,
sum verður 40 í august, ikki á besta ÍF
liðnum. Í venjinardystunum er tað lagt
upp til, at Poul Nolsøe Mikkelsen skal
hava nýggjan makkara í miðverjuni. Tað
er Jan Ó. Ellingsgaard, sum annars plagar
at vera framrættaður vongverji í vinstru.
Teir báðir, Poul Nolsøe og Jan, hava verið
skaðadarvaðir síðstu tvær vikurnar. Tá
hava Bogi Reinert Petersen og John Daniel
Guðjónsson loyst av. Nýggjur málverji
er danski Oliver Korch, sum kappast við
Hallgrím G. Hansen og Tóra T. Traðará um
plássið millum stólparnar.
MEISTARI (1) 1979
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (33 ÁR) 1971-82, 1985, 1988-89, 1993-94,
1996-99, 2004-06, 2008-
Í EUROPA (3) 2011, 2013, 2014
ÍF STOVNAÐ 25. mars 1946 FORMAÐUR Leif André Eliassen
6
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Jógvan Martin Olsen
15
Oliver Korch
16
Hallgrím G. Hansen
80 Tóri T. Traðará
3
Poul Nolsøe Mikkelsen
4
Alex José dos Santos
5
John Daniel Guðjónsson
14 Dánjal Pauli Højgaard
17
Leivur Joensen
37 Jan Ó. Ellingsgaard
2
Gunnar Christiansen
6
Karl A. Løkin
7
Dánjal á Lakjuni
8
Andrias Poulsen
9
Kristoffur Jakobsen
10 Ari Ó. Ellingsgaard
11
Frank Poulsen
21
Bogi R. Petersen
23 Andy Ó. Olsen
18 Clayton Soares
27 Margeir Toftegaard
28 Hanus Eliasen
30 Adeshina Lawal
Frágongd: Predrag Markovic (givin), Frank Poulsen (Danmark),
Fríði Sigurðsson (B68), Áki Petersen (Norra), Bartal Eliasen (givin),
Fritleif í Lambanum (Skála), Sjúrður Jacobsen (EB/Streymur),
Nenad Saric (einki felag) og Høgni J. Zachariassen (givin)
Tilgongd: Alex José dos Santos (HB), Oliver Korch (B1908 Amager)
og Gunnar Christiansen (KÍ)
Nýggi venjarin, Jógvan Martin Olsen, roynir at røra rættiliga
í grýtuni og ætlar harvið, at nytta skal fáast burturúr, at
tað í Fuglafirði eru tveir útlendskir álopsspælarar, ið áður
hava víst seg at vera millum teir bestu í landinum