hósdagur 25. februar 2016síða 68
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Nýggi venjarin hjá ÍF, Jógvan Martin Olsen, hevur góðar vónir til komandi
kappingarárið, har hann serliga leggur dent á, at álopsdygdirnar á
liðnum eru sera góðar. Verjuparturin verður tó ein størri avbjóðing
LYKLASPÆLARIN
Adeshina Lawal
Ársins leikari í
Effodeildini í 2014
hevði eitt misjavnt
kappingarár í fjør, har
hann skoraði ov fá mál,
fekk tvey reyð kort og
hevði disiplineraðar
trupulleikar. Um
hann finnur sama
støði, sum hann hevði í 2014, tá ið B36 vann FM,
so verður hann tó ein sannur fongur fyri ÍF.
GJØGNUMBROTIÐ
Poul Nolsøe Mikkelsen
Hevur spælt við ÍF í Effodeildini síðani 2013
og er í dag 20 ára gamal. Vegna unga aldurin
hevur hann ikki verið heilt feilfríur enn, men
2016 kann væl blíva árið, har Poul, sum
hevur spælt tveir dystir fyri U21-landsliðið,
kann lyfta sítt spæl upp á eitt hægri støði.
VENJARIN
Jógvan Martin Olsen
Fyrrverandi landsliðsvenjarin skal nú standa
við stýrisvøllin í Fuglafirði. Útgangsstøðið
hjá honum er ikki tað besta, tí at hópurin er
rættiliga tunnur, men har er í øllum førum nóg
mikið at rætta upp á frá seinasta kappingar
ári. Seinast var Jógvan Martin venjari hjá
B68 í 2014, ið flutti niður tað árið.
MÁLIÐ
At enda í miðuni
Hópurin hjá ÍF er rættiliga smalur, og fleiri av
liðunum, sum endaðu omanfyri ÍF í fjør, hava
styrkt seg væl. Í fjør endaði ÍF bert fimm stig
omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tí man tað
avgjørt vera eitt mál hjá fuglfirðingum at sleppa
longri burtur frá niðurflytingarvandanum.
JÓGVAN MARTIN OLSEN
Tá ið ÍF setti seg í sam-
band við meg, var eg
beinanvegin áhugaður
ÁLOPSDYGDIRNAR
ÍMILLUM TÆR BESTU
Stutt eftir kappingarlok í fjør varð kunn
gjørt, at venjarin hjá ÍF í 2016 skuldi verða
fyrrverandi venjarin hjá B68, Víkingi, NSÍ og
føroyska landsliðnum, Jógvan Martin Olsen.
– Eg hevði sabbatár í 2015. Tá ið ÍF setti
seg í samband við meg, var eg beinanvegin
áhugaður í starvinum, tí at eg síggi stórar
møguleikar í hesum liðnum, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Í 2014 var Jógvan Martin Olsen venjari
hjá B68, sum flutti niður tað árið. Fyrrver
andi landsliðsvenjarin dylur ikki fyri, at liðið,
sum hann venur í dag, er eitt annað lið enn
tað, ið hann hevði fyri tveimum árum síðani.
Álopsdygdirnar eru í øllum førum nógv betri
á hesum ÍF-liðnum. Liðið, sum eg eri venjari
hjá í dag, hevur eisini nógv fleiri royndir enn
liðið hjá B68, sum eg var venjari hjá í 2014.
Júst álopsdygdirnar er nakað, sum Jógvan
Martin hevur serliga stórar vónir til.
– Um hópin hjá okkum kann eg siga, at
álopsdygdirnar á liðnum eru framúr góðar
og fult á hædd við tey bestu liðini í deildini.
Stóra avbjóðingin verður verjuparturin,
har vit skulu lata nógv færri mál inn, sigur
Jógvan Martin. Álopsparturin hjá ÍF telur
leikarar sum Adeshina Lawal, Clayton
Soares og Ari Ellingsgaard.
NÓGV VAR GALIÐ Í FJØR
ÍF hevði eitt misjavnt kappingarár í fjør, har
liðið endaði nummar seks – bert fimm stig
omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fuglfirð
ingar lótu eisini heili 56 mál inn í teimum 27
landskappingardystunum í fjør, og tað var
triðmest av øllum liðum í Effodeildini í 2015.
– Tað var nógv, sum var galið við ÍF í fjør.
Liðið hekk ikki saman, nógv ov nógv mál
vórðu latin inn, ov fá mál blivu skorað og
sum heild var liðið ógvuliga óstøðugt. Liðið
endaði bara fýra stig omanfyri strikuna og
kundi væl flutt niður, meðan heili 16 stig
vóru upp til fjórða plássið í deildini.
Jógvan Martin vísir eisini á, at í fjør
helt hann, at hópurin hjá ÍF var ov stórur.
Hópurin hjá ÍF er væl smalri í ár, og tað er
soleiðis, at Jógvan Martin Olsen ynskir tað.
– Hópurin er smalur. Eg hevði møguliga
ynskt mær at havt ein ella tveir verju
kendar spælarar afturat í hópinum. Men
persónliga ynskti eg mær eisini ein minni
hóp enn í fjør. Tað gjørdist ov trupult at
finna felags stev á liðnum hjá ÍF í fjør
vegna stóra hópin. Útskiftingin var ov stór
frá dysti til annan. Í ár ynski eg mær eina
stammu, sum kann bera liðið.
Bartal Eliasen er givin, og tí verður, Jan
Ellingsgaard, umskúlaður til miðverja.
– Higartil hevur stóra avbjóðingin verið
tann, at vit skulu finna eina nýggja saman
seting í verjuni, tí at tað er serliga har,
at frágongdin hevur verið stór. Millum
annað er Bartal givin. Santos er komin til
felagið og hetta merkir, at eftir ætlan skal
Jan Ellingsgaard í miðverjuna at spæla,
sigur Jógvan Martin Olsen um nýggju
samansetingina í verjuni.
Hvat er málið hjá ÍF í 2016?
– Vit fara sjálvandi at royna at enda
hægri enn í fjør. Tað verður tó ógvuliga
trupult, tí at fleiri av hinum liðunum hava
styrkt seg sera væl. Tað verður ikki lætt,
men vit ætla okkum longri upp á stiga
talvuni, vóru seinastu orðini frá Jógvani
Martini Olsen.