Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 70

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM NÓGV ER SPILDUR- NÝTT Á TVØROYRI TVØROYRAR BÓLTFELAG Vónirnar eru bjartar á Tvøroyri, har formaðurin er nýggjur, og har nýggi hollendski venjarin, Robert Roelofsen, við sjey útlendskum spælarum og nógvum nýggjum fólki miðar eftir at spæla um annað enn rættin at halda fram í bestu deildini Áhugin fyri fótbólti er framvegis stórur á Tvøroyri og har á leið. Undirtøkan fyri TB er eyðsýnd, og fótbóltslagið var í fjør betri, enn tað leingi hevur verið. Vónin og dreymurin er, at TB aftur skal vera millum tey feløgini, sum kappast um FM og heiðursmerki, og at aldursforsetin í føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð skal megna at spæla seg í europeisku kappingina. Heiðursmerki eru ikki vunnin síðani 1987, sum var síðsta árið við átta liðum í bestu deildini. Tá vann TB gull. Hetta var sjeynda TB meistaraheitið. Hini vórðu vunnin í 1943, 1949, 1951, 1976, 1977 og 1980. Bestu úrslitini síðani FM árið í 1987 vóru í 1991 og 1992, tá ið Finn Røntved var venjari, og TB bæði árini endaði á fimta plássi. Í 1995 var TB nummar sjey. Síðani hevur tað ofta verið upp og niður millum tvær tær bestu deildirnar, og í fjør megnaði liðið aftur fyri fyrstu ferð í tjúgu ár at røkka sjeynda plássið. Úrtøkan var 26 stig, og tað var merkis­vert, at TB 14 ferðir var partur av javnleiki. Síðani kappingarenda í fjør er nógv broytt í TB. Niels Pauli Eysturberg er nýggjur formaður, og hollendski Robert Roelofsen er nýggjur venjari. Fleiri av teimum, sum seinnu árini hava verið stuðuls­spælarar, eru burtur. Tað ber við sær, at nýggi venjarin skal mynda nýtt lið á nýggjum staði og í nýggjum umhvørvi og í fremm­andum landi. Hetta hevur tó ikki tikið mótið frá honum og TB spælarunum. Tað verður miðað høgt, og málið er at vinna at­gongu­merki til altjóða fótbólt. Hetta er vorðið sum avbjóðing, tá ið helming­urin av spælarunum eru nýggir í felag­num. Nýggjur málverji er 29 ára gamli Joslain Mayebi úr Cameroon, og næsti maður hjá honum er Boas Nitschke. Íslendski Árni Rúnar Ørvarsson verður roknaður sum álit í verjuni, har Ragnar Joensen, Teitur Justinussen, Eirikur M. Ellendersen og Teitur J. Olsen framvegis kappast um plássini. 17 ára gamli Regin í Lágabø er spildurnýggjur, og dygst undan kappingar­byrjan varð sáttmáli skrivaður við 18 ára gamla Absalon Eliasen, sum higartil bara hevur spælt í Danmark. Á miðvøllinum eru 33 ára gamli senegales­arin, Ndende, sum eisini var í TB í 2013, lyklaspælari saman við Rógva Joensen, sum onnur feløg fleiri ferðir hava verið eftir. Kofi Appiah úr Senegal var á Tvøroyri longu síðsta summar, men trupulleikar við loyvunum vóru orsøk til, at hann bara spældi tveir dystir. Honum verður roknað nógv við. Salmundur Bech er kærkomin styrkur úr FC Suðuroy, og aðrir, sum eru evni til miðvøllin eru Signar Olsen, sum er komin úr Royn, Petur M. Mortensen, Heini M. Mortensen, Carl M. Bech og Gudmundur V. Larsen. Landsmaðurin hjá hollendska venj­ aranum, Albert Adu, skoraði í fjør ellivu av teimum 36 TB málunum í fjør. Hann er ein tann evnaríkasti álopsspælarin av øllum. Nú er Hervé Din Din úr Cameroon saman við honum, og triði maður er Hávardur Albinus. MEISTARI (7) 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980, 1987 STEYPAVINNARI (5) 1956, 1958, 1960, 1961, 1977 GREIPUVINNARI (1) 1977 Í BESTU DEILDINI (59 ÁR) 1942-1943, 1945-1988, 1990- 1996, 1998, 2005, 2012-2013, 2015 Í EUROPA (0) Ongantíð TB STOVNAÐ 13. mai 1892 FORMAÐUR Niels Pauli Eysturberg 7 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Robert Roelofsen 1 Boas Nitschke 30 Joslain Mayebi 2 Regin í Lágabø 5 Ragnar Joensen 4 Árni Rúnar Örvarsson 7 Teitur Justinussen 11 Eirikur M. Ellendersen 12 Absalon Eliasen 15 Teitur J. Olsen 3 Signar H. Olsen 6 Rógvi Joensen 9 Salmundur Bech 17 Petur M. Mortensen 18 Heini Mikal Mortensen 19 Kofi Appiah 21 Ndende A. Guéye 24 Carl Mikkjal Bech 27 Gudmundur V. Larsen 8 Hávardur Albinus 10 Albert Adu 23 Hervé Din Din Frágongd: Patrik Johannesen (AB), Andri Freyr Björnsson (AB), Franck Odje Able (Fílabeinsstrondin), Ivan Stojkovic (07 Vestur) og Reynir Magnússon (Ísland) Tilgongd: Ndende A. Guéye (KÍ), Signar H. Olsen (Royn), Hervé Din Din (Ethipopian Coffee), Joslain Mayebi (Kidderminster Harriers), Salmundur Bech (FC Suðuroy), Árni Rúnar Örvarsson (Dalvík/Reynir) og Absalon Eliasen (Randers FC)