Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 72

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Nýggi, niðurlendski venjarin hjá TB, Robert Roelofsen, hevur sett stór mál fyri felagið, ið seinastu árini hevur stríðst í niðaru helvt av Effodeildini ella spælt í næstbestu deildini. Tað vakti ans, tá TB í oktober í fjør kunngjørdi 45 ára gamla venjaran  LYKLASPÆLARIN Albert Adu Skoraði 10 av 36 málum hjá TB í fjør og var til tíðir ein einmansherur í álopspartinum hjá tvørámonnum. Er sera kvikur, og um hann fær betri stuðul frá viðleikarunum, so kann hann gerast enn betri fyri TB.  GJØGNUMBROTIÐ Salmundur Bech 20 ára gamal miðvallari, ið er skiftur frá FC Suðuroy. Er kropsliga væl fyri og góður á bóltinum. Spældi 15 av dystunum hjá FC Suðuroy í Effodeildini í fjør og skoraði trý mál.  VENJARIN Robert Roelofsen Hevur royndir úr Bundesligaini sum hjálparvenjari og kemur við nýggjum íblástri til TB. Hann hevur týðiligar ætlanir um at broyta liðið, og hetta sæst millum annað aftur í talið av útlendingum, sum eru komnir til felagið. Ein spennandi venjari.  MÁLIÐ Undan niðurflytingarstríði Felagið hevur sett topp-4 sum mál, men tað tykist at vera eitt dekan ov stórt lop fyri eitt lið, sum skal spæla nógvar nýggjar leikarar inn. Í fjør endaði TB fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og um liðið megnar at koma longri burtur frá strikuni, so er kappingarárið góðtikið. ROBERT ROELOFSEN EVROPEISKUR FÓTBÓLTUR ER MÁLIÐ Sein­astu árini hevur Robert Roelofsen virkað sum venjari hjá eykaliðnum hjá týska Hansa Rostock. Áður hevur hann eisini verið hjálparvenjari hjá Wolfsburg í týsku Bundesligaini. Tað kann tykjast undrunar­ vert, hvussu eitt felag sum TB fær fatur í slíkum manni. Robert Roelofsen fortelur, at hann hevði sambond í Týsklandi. – Ein vinur hjá mær kennir væl høvuðs­ ungdómsvenjaran hjá Stuttgart, ið áður hevur verið í Føroyum sum venjari til fót­bólts­skúla hjá TB. Charlotta Nielsen úr TB spurdi eftir einum út­lendskum venjara, og tað endaði so við, at eg bleiv spurdur.  Tá ið eg hoyrdi um áhugan frá TB, fann eg nøkur filmsbrot á Youtube frá dyst­um hjá TB og øðrum dystum í Effo­deildini. Eg legði serliga til merkis, at nógvar kenslur vóru í spælinum. Hetta merkir so eisini, at føroy­ ingar ganga høgt upp í fótbólt. Tað var ein av orsøk­unum til, at tað gjørdist áhuga­vert at koma til Føroya at vera venjari, sigur Robert Roelofsen. Og tað eru stór mál, ið Roelofsen hevur sett fyri felagið, sum í fjør flutti upp í bestu deildina og endaði nummar 7. – Málið er at enda ímillum fýra tey fremstu. Eg haldi tað vera neyðugt at seta sær stór mál. Um vit ikki seta okk­um stór mál, so hava leikararnir og fel­agið eina umbering fyri at klára seg verri. Eg plagi at siga við mínar leikarar, at í Føroyum skal ikki nógv til fyri at spæla evro­pe­iskan fót­ bólt, tí at heili fýra av 10 liðum kvalifi­sera seg. Eg trúgvi, at fleiri av leikar­unum í Týsk­ landi høvdu svomið til Føroyar fyri tí stóra møgu­leikanum, sigur Roelofsen, ið ætlar at tryggja tvørá­monn­um evropeiskan fótbólt. TB SKAL SPÆLA ÁLOPSFÓTBÓLT Í fjør var TB kent sum eitt lið, ið spældi rættiliga verjukent og var ringt at basa – serliga á heimavøllinum við Stórá. Í ár ætlar nýggi venjarin tó, at TB í størri mun skal spæla álopsfótbólt. – Míni lið spæla altíð álopsfótbólt, og vit skulu hava bóltin. Tá ið eg síggi føroysk lið, so síggi eg nógvar leik­arar, ið renna skjótt og spæla við nógvari orku, men sjálvur bygn­ aðurin í ­spælinum restar í. Eftir tær fyrstu seks vikurnar, haldi eg tó, at tað gong­ur væl hjá okkum. Leikararnir eru fúsir at læra, moti­veraðir og eru eisini kropsliga væl fyri. Fleiri nýggir útlendingar eru komnir til felagið. Millum annað tveir úr Kamerun, mál­verjin Joslain Mayebi og framherjin Hervé Din Din. Eisini er ein gamal kenningur, Ndende A. Guéye, komin aftur til felagið. – Eg vil eisini takka leiðsluni fyri ta væl­vild, tey hava sýnt mær. Míni lið skulu spæla á ein ávísan hátt, og eg ynskti ein stóran, út­lendskan áleypara, sum eg havi fingið. Eisini ynskti eg ein málmann, ið er góður við fótunum, og hann er eisini komin til felagið, greiðir Roelofsen frá. Endar TB ímillum fýra tey fremstu liðini? – Ja, annars hevði eg ikki komið til Føroya, eru seinastu orðini frá Robert Roelofsen. Málið er at enda ímillum fýra tey fremstu. Tað er eitt stórt mál