Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 74

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM VÓNIN LIVIR FRAM- VEGIS Á ARGJUM ARGJA BÓLTFELAG Tað tekur sína tíð, og tað er tungt hoyggj at draga at fóta sær millum tey liðini, sum kappast um fremstu plássini og harvið europeisku atgongumerkini. Tølini í Argja Bólt­felag seinastu fimtan árini ella so stað­ festa henda veruleika væl og virðiliga. AB hevur trý tey seinastu árini verið partur av bestu deildini, og AB er eisini í 2016 í fremstu røð. Síðani triðju upp­flyt­ing­ ina fyri trimum árum síðani, hevur málið verið meiri enn bara at varðveita plássið í bestu deildini. Higartil hevur tað ikki eydnast at broyta dagsskránna. Í 2013 endaði tað við sjeynda plássi og uttan hóttan av niðurflytingini, sum var átta stig burtur. Í 2014 endaði AB á áttanda plássi, men aftur ta ferðina var niðurflytingin átta stig burtur. Í fjør stóð tað ikki væl til, tí tá var úrtøkan áttanda pláss og tvey stig frá niðurflyting. AB søgan vísir, at tað ofta tekur drúgva tíð at vinna sær trygt pláss millum tey bestu. Fyrsta árið hjá AB í næstbestu deildini var 2003. Eftir fleiri ár fram ímóti upp­flyting úr næstbestu deildini, vóru argja­menn í 2007 fyrstu ferð partur av fremstu deildini. Úrslitið var níggjunda pláss og niður­flyting. Eftir eitt ár í 1. deild var dags­skráin í 2009 at verja plássið í fremstu røð. Við Allani Mørkøre og John Petersen við róðrið eydnaðist tað at røkka sætta plássi og harvið bestu endastøðu nakrantíð. Árið eftir flutti AB niður aftur, og síðani 2013 hevur AB aftur arbeitt fyri at fóta sær í fremstu røð. Endastøðurnar vísa, at tað er tógvið stríð at vinna aðra dagsskrá enn at stríð­ast fyri lívinum í bestu deildini. Nú verður nýggj roynd gjørd við nýggjari manning. Trygvi Mortensen er nýggjur venjari á Argjum og við nógvum royndum at venja í bestu deildini. Leikaralistin sigur, at eitt heilt lið hevur biðið farvæl á Argjum, og sjey nýggir spælarar fara at royna eydn­una við heimavølli úti í Vika. Heðin Stenberg er veteranur í málinum, og Jákup Højgaard og Rói Zachariasen kappast við hann. Rói Danielsen og super­ veteranurin Dmitrije Jankovic eru saman við tilfluttu Gunnari Haraldsen og André Freyr Björnsson góð boð upp á miðverjuplássini. Jónas Stenberg er upplagdur vongverji, og aðrir veruspælarar eru Martin Midjord og Sørin N. Samuelsen. Veteranarnir á miðvøllinum eru Gert Drangastein, Bárður Olsen og Høgni Midjord. Símun Samuelsen verður roknaður at eiga framrættaðan leiklut, tá ið ella um hann verður tøkur eftir langan skaðasteðg. Sandri Færø og Dan í Soylu bjóða av, og so eru tað 17 ára gamli Bjarki Nielsen og 18 ára gamli Bjarni Skála. Størsta ivamálið er í álopinum, har veteran­urin Nicolaj Eriksen ætlar at taka eitt tørn aftrat. Í fjør spældi hann væl meiri enn trý tey undanfarnu árini, tá ið hann var nógv skaðadarvaður. Aðrir møguleikar eru Karstin Højgaard, sum er uppvaksin í felag­ num, og Rasmus Dan Sørensen og Patrik Johannesen, sum í vetur eru fluttir til AB. MEISTARI (0) Ongantíð STEYPAVINNARI (0) Ongantíð GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (7 ÁR) 2007, 2009-10, 2013- Í EUROPA (0) Ongantíð AB STOVNAÐ 15. AUGUST 1973 FORMAÐUR Martin B. Dalsgarð 8 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Trygvi Mortensen 1 Rói Zachariasen 16 Heðin Stenberg 24 Jákup Højgaard 2 Andri Freyr Björnsson 3 Rói Danielsen 4 Gunnar Haraldsen 6 Dimitrije Jankovic 13 Jónas Stenberg 18 Martin Midjord 19 Sørin N. Samuelsen 5 Gert Drangastein 7 Dan í Soylu 8 Bárður Olsen 10 Símun Samuelsen 11 Patrik Johannesen 12 Sandri Færø 15 Høgni Midjord 21 Bjarni Skála 22 Bjarki Nielsen 23 Rasmus Dan Sørensen 9 Nikolaj Eriksen 20 Karstin Højgaard Frágongd: Niklas Thomsen (HB), Beinir Ellefsen (Danmark), Hørður Mohr (Danmark), Andras Brixen Vágsheyg (Australia), Rógvi Poulsen (Danmark), Jógvan Skeel Nolsøe (B36), Tróndur Jensen (HB), Álvur F. Christiansen (Skála), Jobin Drangastein (Víkingur), Kristin R. Mouritsen (Danmark) og Kári Nielsen (givin) Tilgongd: Andri Freyr Björnsson (TB), Gunnar Haraldsen (HB), Patrik Johannesen (TB), Sandri Færø (B36), Símun Samuelsen (FC Suðuroy), Høgni Midjord (B71) og Rasmus Dan Sørensen (B36) Nú verður tað byrjað mest sum av nýggjum - við nýggjum venjara og nógvum nýggjum fólki - og harvið er tað er tungt hjá argjamonnum at røkka málinum, sum er, at AB skal vera upplagda triðja valið í høvuðsstaðnum, tá tað ræður um fótbólt í fremstu røð