hósdagur 25. februar 2016síða 76
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
– Øvundsjúka kann vera keðilig, og tá ið tað er um familjuna hjá mær,
so taki eg meg aftur og lati onnur sleppa framat, sigur fráfarni
NSÍ-venjarin, sum nú hevur tikið yvir í AB, har hann ætlar at spæla
positivan fótbólt, men minnir á, at tað snýr seg um at fáa stig
LYKLASPÆLARIN
Rói Danielsen
Høgtvaksni, vinstra
beinti miðverjuspælarin
hevur bæði royndirnar
og styrkina, sum
krevst fyri at átaka
sær ábyrgdina av at
skipa verjuna, sum
helst fer at verða
sett undir trýst í ár.
Hann kennir hvønn
krók í felagnum og
veit júst hvat krevst.
GJØGNUMBROTIÐ
Karstin Højgaard
Best kendur sum innskiftarin, sum er ógvu
liga málsøkin, men í ár kann 21 ára gamli
kvikbeinti framherjin vænta sær størri álit
– tekur hann av, kann hann fáa sítt endaliga
gjøgnumbrot, sum leingi hevur verið ávegis.
VENJARIN
Trygvi Mortensen
Hóast eitt umskifti frá flúgvandi álopsspæli
í Runavík til bjargingarroynd á Argjum, so
hevur Trygvi eina fótbóltsfilosofi, sum – um
hon nær at verða innførd á Argjum – kann
kasta neyðuga nógvu málini og stigini av
sær. Trupul uppgáva, men ei ómøgulig.
MÁLIÐ
Bjarging
Óhugnaliga frágongdin og soltni flytingargluggin
borðreiðir ikki við øðrum málsetningi enn bjarging.
Spælara fyri spælara er AB-hópurin neyvan í
betri standi enn í fjør, tá ið teir endaðu nummar 8.
TRYGVI MORTENSEN
Eg má ikki samanbera
við NSÍ, tí eg má arbeiða
við tí eg havi
ARGJA BÓLTFELAG
ER IKKI NSÍ
Tað vóru heldur óvæntað tíðindi, tá ið Trygvi
Mortensen stutt áðrenn kappingarenda
í fjør boðaði frá, at hann fór at gevast
sum NSÍ-venjari. Í samrøðu við Rás2 segði
hann, at hann kendi seg ov lokalan, og tað
úttaluna sleppur hann nú at útgreina.
– Man er jú inngrógvin í Runavík og hevur
nógvar av sínum egnu rennandi, og tá kann
tað blíva trupult, tá ið tað er tøtt kapping
um plássini. Tað er skjótt ein kann blíva
órættvísur ímóti sínum egnu, hóast teir
hava góð evni, tí man er bangin fyri at aðrir
verða øvundsjúkir, sigur Trygvi Mortensen,
sum viðgongur, at onkrar viðmerkingar
fullu um son sín, Jann Martin Mortensen.
– Øvundsjúka kann vera keðilig, og tá
ið tað er um familjuna hjá mær, so taki
eg meg aftur og lati onnur sleppa fram
at, sigur Trygvi og leggur afturat, at hetta
neyvan bara er í Runavík, men helst aðra
staðni eisini.
AB IKKI NSÍ
Við NSÍ var Trygvi Mortensen tiltikin fyri
góðan álopsfótbólt, sum í fjør bar teir til
tvær silvurkrónur. Nú hevur hann tikið við
sum venjari hjá AB, sum vanliga stríðist í
hinum endanum á stigatalvuni.
– AB er ikki NSÍ, men eg má ikki saman
bera við NSÍ, tí eg má arbeiða við tí eg havi
og royna at spæla positivan fótbólt. Tað
ætla vit í øllum førum, men vit mugu hin
vegin heldur ikki gloyma, at tað snýr seg
um at fáa stig, sigur Trygvi, sum ikki tykist
vera heilt nøgdur við hópin.
– Lat meg siga tað soleiðis, at eg kundi
ynskt mær ein breidri hóp, tí vit hava longu
nakrar skaddar leikarar. Vit royna at finna
aðrar spælarar, men tað er ringt at finna í
Føroyum í løtuni, sigur nýggi AB-venjarin.
Longu nú er greitt, at Gert Drangastein
og Símun Samuelsen ikki verða tøkir til
fyrstu dystirnar. Gert hevur slitið hæl
sinuna og má helst sita uttanfyri í rúma tíð,
meðan Símun Samuelsen roynir at koma
seg eftir at hann júst er vorðin skurðvið
gjørdur fyri meniskskaða.
GERA ALT
Trygvi leggur tó áherðslu á, at leikararnir
í hópinum eru raskir og arbeiða hart fyri
tí, sum hann og hjálparvenjarin, Terji
Leitisstein Hansen, hava sett teimum fyri.
– Vit hava rímiligar spælarar ímillum
teir fyrstu 11, men tað verður ein harður
dystur. Tað dugi eg at síggja nú hópurin ikki
er so breiður. Tað ger uppgávuna harðari,
men samstundis spennandi, tí tað er ein av
bjóðing, sigur Trygvi og leggur afturat:
– Ein harður dystur verður tað so, tí liðini
eru góð, sum vit hava sæð og spælt ímóti.
Men vit fara at gera alt vit kunnu, sigur AB-
venjarin, Trygvi Mortensen, at enda.