Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 78

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM SKÁLAMENN SÍGGJA LJÓST UPP Á TAÐ SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG Tað kemur næstan ikki fyri, at í hvussu so er ikki annar uppflytarin flytur niður aftur. Fyri tveimum árum síðani vóru tað tvey feløg á Skálafjørðinum – B68 og Skála – sum vóru nýggj í bestu deildini. Úrslitið var, at tey endaðu á aftastu plássunum og har­við fluttu niður. Í fjør vann Skála næstbestu deildina so sannførandi, sum tað sjáldan er komið fyri áður. Beinanvegin eftir niðurflytingina varð farið undir fyrireikingarnar til næstu av­bjóð­ingina í bestu deildini. Í staðin fyri treyta­leyst álopsspæl ímóti veikaru lið­ unum í 1. deild, so løgdu skálamenn seg eftir væl skipaðum verjuspæli og skjótum um­stillingum. Hetta eydnaðist so mikið væl, at Skála bara tapti ein dyst. Og hetta er kærkomið, nú venjarin, Pauli Poulsen, og bygdar­menn hansara fyrireika seg til størri mótstøðu, ið ber við sær, at tað er neyðugt at taka støði í væl skipaðum verjuparti og í álops­partinum at dúva upp á skjótar um­ stillingar. Tað er minni enn hálvt annað ár síðani, at skálamenn vóru í bestu deildini. Í 2014 var úrtøkan tríggir sigrar og átta javnleikir og mál­munurin 19-54. Fimm ferðir vóru tapini trý mál ella størri. Í fjør var málmunurin í næst­bestu deildini 96-17. Nógvir av teimum, sum vóru á Skála liðnum fyri tveimum árum síðani, eru fram­vegis í hópinum. At lopið frá toppinum í næst­bestu deildini og fram ímóti miðjuni í bestu deildini er stórt er orsøkin til, at Skála hevur styrkt seg við fleiri spælarum, ið hava nógvar royndir í bestu deildini. Andras Gango og Rógvi Ryggshamar eru nýggir málverjar. Fritleif í Lambanum og Álvur F. Christiansen eru spildurnýggir fram­rættaðir miðvallarar við royndum úr bestu deildini. Tað kann fara at vísa seg at hava stóran týdning, at tveir veteranar, sum vóru við gylta tíðarskeiðið tíðliga í hesi øldini, tá ið Skála vann bæði silvur og bronsu, nú eru aftur á Skála. Annar er Jónhard Frederiksberg, sum hevur røkt bæði fram­ rættað og meiri verjukent pláss í borð­inum, og hin er Pauli G. Hansen. Sentrali mið­ vall­arin hevur seinnu árini bara verið við partar av kappingar­árinum. Undan hesum kappingar­árinum hevur hann fult og heilt verið við í fyrireikingunum. Aðrir veteranar eru Arnhold Berg og Jákup Jacobsen, sum hevur spælt bæði í verjuni og á miðvøllinum. Marnar Poulsen og Uni Jacobsen, sum áður hevur verið meiri fram­rættaður, eru millum aðrar verju­spælarar saman við 17 ára gamla Ari Olsen. Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen og Edvin Jacobsen eru saman við Fritleif í Lambanum og superveteraninum Paula G. Hansen royndir menn á miðvøllinum. Símun Petur Poulsen og Jan I. Hansen eru aðrir møgu­leikar. Í framrættaðu plássunum í borð­unum eru Álvur F. Christiansen og Jákup Johansen upplagdir. Brian Jacobsen, sum hevur verið topp­ skjútti seinnu árini, er fremsta boðið í álop­ inum, har aðrir møguleikar eru Hendrik á Fríðriksmørk og Jóhan B. Johansen. MEISTARI (0) Ongantíð STEYPAVINNARI (0) Ongantíð GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (9 ÁR) 2002-08, 2014, 2016- Í EUROPA (2) 2005, 2006 SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG STOVNAÐ 15. mai 1965 FORMAÐUR Kaysten Rasmussen 9 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Pauli Poulsen 1 Andras Gango 12 Rógvi Ryggshamar 2 Ari Olsen 4 Jákup Jacobsen 14 Uni Jacobsen 15 Marnar Poulsen 17 Jónhard Frederiksberg 22 Arnhold Berg 5 Fritleif í Lambanum 6 Pætur Dam Jacobsen 7 Ólavur Mikkelsen 8 Símun Petur Poulsen 18 Jan I. Hansen 20 Edvin Jacobsen 9 Brian Jacobsen 10 Jákup Johansen 11 Álvur F. Christiansen 16 Pauli G. Hansen 19 Jóhan B. Johansen 21 Hendrik á Fríðriksmørk Frágongd: Jákup Højgaard (B36), Petur Pauli Mikkelsen (Danmark), Poul G. Olsen (EB/Streymur), Suni Erntsston (Danmark), Teitur R. Joensen (Danmark) og Jákup Andrias Gaardbo (NSÍ) Tilgongd: Andras Gango (NSÍ), Jónhard Frederiksberg (NSÍ), Rógvi Ryggshamar (Víkingur), Fritleif í Lambanum (ÍF) og Álvur F. Christiansen (AB) Liðið er styrkt við royndum spælarum, tá ið sammett verður við liðið, sum í fjør vann næstbestu deildina sera sannførandi, og skálamenn kenna seg trimmaðar at lyfta avbjóðingina, so tað skal snúgva seg um meiri enn at sleppa undan niðurflyting