Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 80

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Veteranurin Pauli G. Hansen hevur leitað sær fótbóltsskógvarnar fram aftur og skal í ár royna at hjálpa uppflytarunum á Skála. – Formurin er ikki so góður sum er, men tað arbeiði eg fram ímóti, sigur Pauli og avdúkar, at málið hjá Skála ikki einans er at yvirliva, men at koma upp ímóti miðjuni Ein av royndastu leikarunum hjá Skála við 208 dystum í Effodeildini í skjáttuni, er 35 ára gamli Pauli G. Hansen. Verjukendu miðvallarin hevði í fjør frí frá fótbóltinum og spældi einans við í tveimum dystum, og tískil er setningurin hjá honum fyrst og fremst at spæla seg í form til eitt drúgt kappingarár í bestu deildini. – Formurin er ikki so góður sum er, men tað arbeiði eg fram ímóti, sigur Pauli, sum tó heldur tað vera ein fyrimun, at hann helst fer at spæla á verjukenda miðvøllinum, tí at har skal hann ikki taka eins nógvar rennitúrar sum eitt nú vongleikararnir. Hóast Pauli hevur rokkið ein aldur, har javnaldrandi leikarar hava sett fótbóltsskógvarnar frá sær, so heldur hann seg hava okkurt eftir í tanganum. Tað er tó eitt fjall at klintra at fáa alt at hanga saman. – Tað er eingin ivi um, at tað er ringt at fylgja við teimum ungu. Soleiðis skal tað eisini vera. Tað krevur nógv, bæði likamliga og sálarliga, og eisini at fáa alt at hanga saman viðvíkjandi familju og venjing, sigur Pauli. Eisini sigur hann, at hann roynir at átaka sær ein stuðlandi leiklut, har hann gevur burturav sínum royndum og hjálpir teimum yngru. NÓG GÓÐIR Pauli G. Hansen avdúkar, at bæði skaðar og vánaligt veður hevur spælt teimum eitt puss í fyrireikingunum, men: – Tað hevur gingið væl og tað er futtur í venjingunum. Menn hava møtt væl upp, sigur Pauli. Hann er vísur í, at Skála-hópurin er nóg góður at lívbjarga sær í Effodeildini. – Ja, tað er hann heilt greitt og reiðiliga tað, sigur miðvallarin og heldur fram: – Talan er um eina góða samanseting av ungum svangum leikarum og meiri royndum leikarum. Høvuðsmálið hjá Skála verður ikki at flyta niður, men Pauli hevur hug at kanna sær enn meiri. – Hjá einum uppflytara er málið sjálvandi at yvirliva, men vit ætla okkum eisini at nærkast miðjuni á stigatalvuni, sigur Pauli. Hvat vónar tú fer at sermerkja Skála- liðið í ár? – Eg vóni at vit fáa spælt góðan fótbólt og at tað kemur at hanga saman sum eitt lið og ein eind, sigur Pauli G. Hansen at enda. PAULI VIL UPP ÍMÓTI MIÐJUNI  LYKLASPÆLARIN Pætur Dam Jacobsen Hann er mest fjølkøni leikarin á liðnum, hann fyllir eina rúgvu og við hansara stríðsvilja, royndum og verumáta, er hann ein leikari, sum lið­felagarnir kunnu seta sítt álit á og sam­ stundis eisini njóta gott av evnum hansara at binda keturnar saman.  GJØGNUMBROTIÐ Brian Jacobsen Fekk debut fyri skjótt sjey árum síðani, men eitt gjøgnumbrot var tað, tá ið hann í fjør gekk full­komiliga mál-amokk og skeyt 32 mál í 27 dystum. Vónin er nú, at tekniskt dugnaligi leikarin eis­ini fær lagt omaná síni fimm mál í Effodeildini.  VENJARIN Pauli Poulsen Hevur staðið við stýrisvølin á Skála í hálvtannað kappingarár. Hann skal nú royna at prógva, at arbeiði hansara við liðnum eftir eitt kappingarár í næstbestu deildini hevur bjálvað tað nóg mikið til at standa seg ímillum tey stóru.  MÁLIÐ Bjarging Eingin ivi man vera um, at fremsta mál hjá Skála er at lívbjarga sær í Effodeildini. Koma teir appilsingulu væl frá byrjan, so kann nøsin setast upp eftir meiri, men Evropa tykist ósannlíkt. PAULI G. HANSEN Tað er eingin ivi um, at tað er ringt at fylgja við teimum ungu