hósdagur 25. februar 2016síða 82
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
FÓTBÓLTUR 2016
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
B68 FER AT STRÍÐAST
FYRI LÍVINUM
TOFTA ÍTRÓTTARFELAG
1981 var fyrsta árið hjá B68 í bestu deildini.
Fram til túsund ára skiftið var árstals
felagið ofta við til at mynda toppin. Krúnan
var FM heitini í 1984 og 1985 við John
Kramer, sála, sum venjara, og FM heitið
í 1992 við Jógvani Norðbúð, sála, sum
venjara.
Umframt tey trý FM heitini hevur B68
síðani fyrsta árið í fremstu røð í 1981 fleiri
aðrar ferðir vunnið heiðurskrónur – silvur
krónur í 1988 og seks bronsukrónur í 1986,
1989, 1995, 2000, 2001 og 2003.
Fyrsta tíggju ára skeiðið í bestu deildini
vóru toftamenn millum tey bestu – í
miðal 3,7. Annað tíggju ára skeiðið í bestu
deildini – 1991-2000 – var miðalplaseringin
5,3. Triðja tíggju ára skeiðið í bestu deildini
– 2000-2010 – var miðalplaseringin 6,1
umframt at liðið var tvey ár í næstbestu
deildini, og síðani 2011 hevur miðalplaser
ingin í trý ár verið 8,33 umframt tvey ár í
næstbestu deildini.
Tað vil siga, at úrtøkan er vorðin støðugt
lakari. Dagsskráin snýr seg nú um at sleppa
undan niðurflyting og at vinna plássið í
bestu deildini av nýggjum. Síðstu árini er
tað arbeitt at menna liðið við spælarum,
sum eru uppvaksnir í felagnum. Tað er
framvegis málið, men samstundis er
ásannað, at tað er neyðugt við spælarum
aðra staðni frá, um møguleiki skal vera fyri
at røkka á mál.
Páll Guðlaugsson er nýggjur venjari
í B68. Hann hevur nógvar royndir – ikki
minst frá at stríðast fyri at sleppa undan
niðurflyting. Hann hevur síðani seint síðsta
heyst saman við spælarunum fyrireikað
seg og givið royndu og óroyndu monnunum
íblástur til stóru avbjóðingina.
Nógvir av teimum, sum í fjør vóru við
til at vinna uppflyting eftir eitt ár í fyrstu
deild, eru enn á Svangaskarði, og fleiri enn
eitt lið av spælarum var eisini við, tá ið B68
í 2014 var í bestu deildini og flutti niður.
Ragnar Lindholm er framvegis í barn
dómsfelagnum, har Fríði Sigurðsson er
nýggjur avbjóðari millum stólparnar.
Nýggi spaniumaðurin Pedro er ætlaður
at vera akkersmaður í miðverjuni, har
Jóhan Dávur Højgaard er veteranur. Niklas
Poulsen er upplagdur vongverji, og aðrir
møguleikar í verjuni eru 19 ára gamli Ari
Johannesen og 20 ára gamli Albert Róin
Johannesen.
Jann Ingi Petersen, sum orsaka av ar
beiði verður burturstaddur fyrsta partin av
árinum, eigur saman við André Olsen og
Kristian Anton Andreassen nógvar royndir
í felagnum. Evrard Blé, sum eisini var á
Toftum í 2014, er veteranur á miðvøllinum,
har Ivan Joensen er nýggjur við royndum
av at spæla í bestu deildini. 18 ára gamli
Michal Przbylski og 20 ára gomlu Jóhannus
Hansen, Leivur Højgaard og Otto Reinert
Petersen bjóða av í kappingini um plássini.
30 ára gamli Óli Højgaard Olsen er
royndur og málsøkin álopsspælari. Spaniu
maðurin Carlos er annað boð, og so eru tað
Martin Olsen, ið var toppskjútti í B68 í fjør,
Bergur Johannesen, Búi í Hjøllum og 19 ára
gamli Esmar Clementsen, sum bjóða av.
MEISTARI (3) 1984, 1985, 1992
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (31 ÁR) 1981-2004, 2006, 2008-2012,
2014, 2016-
Í EUROPA (4) 1993, 1996, 2001, 2002
TOFTA ÍTRÓTTARFELAG STOVNAÐ 21. DESEMBER 1962 FORMAÐUR Niclas Davidsen
10
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Páll H. Guðlaugsson
1
Ragnar Lindholm
12
Fríði Sigurðsson
2
Pedro Tarancon Anton
3
Niklas Poulsen
5
Ari Johannesen
11
Jóhan Dávur Højgaard
13
Albert R. Johannesen
6
Jann Ingi Petersen
7
Michal Przbylski
8
Kristian Anton Andreassen
9
André Olsen
17
Jóhannus Hansen
18 Otto R. Petersen
20 Leivur Højgaard
22 Ivan Joensen
77 Evrard Blé
10 Óli H. Olsen
15
Esmar Clementsen
16
Carlos Quintana Herrero
19
Martin Olsen
21
Búi í Hjøllum
Frágongd: Andrias á Líknargøtu (givin), Debes Danielsen (NSÍ),
Ovi Brim (givin), Emil Ronaldsson (Giza/Hoyvík),
Bjarki Johannesen (Danmark), Petur M. Magnussen (Giza/Hoyvík),
Oddur Árnason Højgaard (B1908) og Niklas F. Joensen (givin)
Tilgongd: Pedro T. Anton (Spania), Carlos Q. Herrero (Spania),
Michal Pryzbylski (NSÍ), Ivan Joensen (KÍ) og Fríði Sigurðsson (KÍ)
Tølini siga, at setningurin hjá venjaranum Páll Guðlaugsson
og toftamonnum verður at stríðast fyri at varðveita
plássið í fremstu røð, sum B68 seinastu meiri enn
tíggju árini hevur havt torført við at halda um