Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 84

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM  LYKLASPÆLARIN Carlos Quintana Herrero Spanski áleyparin hevur til uppgávu at skjóta málini fyri B68 í ár. Tað kemur at hava stóran týdning fyri uppflytarnar, at onkur kann umseta harða arbeiði til mál. Tí verður Carlos Quintana Herrero lykla­ spælarin fyri B68.  GJØGNUMBROTIÐ Michal Przbylski Fekk sínar fyrstu minuttir á miðvøllinum hjá NSÍ farna kappingarár, men hevur skift til B68, har útlitini til meiri spælitíð eru betri. Álitið hann fekk í fjør vitnar um ein spælara, sum er til reiðar at taka við stóru menninar.  VENJARI Páll H. Guðlaugsson Er um nakar maðurin, sum kann fáa eiin uppflytara til at trúgva upp á tingini. Hann situr við eini torførari uppgávu, men tað hevur hann eisini gjørt fyrr og klárað tað. Liðini hjá Pálli plaga at byrja væl, og tað verður avgerandi fyri møguleikinum hjá B68 at yvirliva.  MÁLIÐ Yvirliving B68 hevur seinni árini verið eitt felagið, sum hevur skift millum bestu og næst­ bestu deildina. Tað tykist púra greitt, at mál­ setningurin er at yvirliva í bestu deildini. PEDRO OG CARLOS Mamma segði, at um eg kom heim til jólar, so kundi eg fara til Føroyar Pedro Tarancon Anton og Carlos Quintana Herrero eru fyrstu spaniólarnir at royna seg í føroyskum fótbólti. Teir eru ólíkir og spæla í hvørsínum enda á vøllinum, men teir hava sama endamál. Teir vilja uppliva nakað nýtt, og tryggja B68 í bestu deildini – Mamma segði kortanei. Tú fert ikki til Føroyar at spæla, greiðir 29 ára gamli Carlos Quintana Herrero frá á sponskum, og flennur. Liðfelagin, Pedro Tarancon Anton, umsetur fyri Carlos. Tað er langt úr sponskum fótbólti til Toftir og B68. Yrkisleiðin hjá teimum báðum er ymisk. MÁLSØKIN ÁLEYPARI Carlos Quintana Herrero er føddur og upp­vaksin stutt frá spanska høvðus­stað­ num, Madrid. Hann spældi sum ungur við Numancia, har hann fyri tað mesta spældi við næst­besta liðnum. Framherjin, ið er Real Madrid viðhaldsmaður, hevur bara spælt fótbólt í Spania. Tí kom tað óvart á heima við hús, tá Carlos ein dagin boðaði frá, at hann ætlaði sær til ókendu Føroyar at spæla fótbólt. – Mamma segði kortanei. Tú fert ikki til Føroyar at spæla fótbólt, men babba, beiggi mín og daman søgdu øll, at eg skuldi fara, fortelur Carlos. Í eina tíð misti áleyparin hugin til fótbólt. Hann kendi tað sum, at hans­ara líkar fingu møguleikan í betri feløg­um. Tí byrtist ein hugur at royna okkurt heilt annað. Hóast hann bara tosar spanskt, og ikki kendi Pedro, so fór hann í flúgvara og fór leiðina til kavakløddu Føroyar. HEIM TIL JÓLAR 30 ára gamli Pedro hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Miðverjin hevur spælt í Malta, Singapor og á Maldiv­oyggj­unum. Hann er uppvaksin í Valencia og spældi sum yngri onkran venjingar­dyst við besta liðnum hjá Levante. Fyri Pedro var tað ikki trupult, at fáa stuðul heimani frá, tí hann hevur verið burtur í eina tíð nú. Har fylgdi tó eitt krav. – Mamma segði, at um eg kom heim til jólar, so kundi eg fara, sigur hann brosandi. Hugurin at royna fótbóltsævintýrið úti í heimi kom, eins og hjá Carlos, eftir eina tíð, har hann ikki føldi, at hann fekk teir møgu­ leikarnar, ið hann kundi hugsa sær. YVIRLIVING FYRST Báðir flenna teir eftir fyrstu venjingunum í B68, sum fóru fram í kava. Teir eru bilsnir av fysikkinum og taktiska elementinum í før­oyskum fótbólti. Tá Pedro samanber við lond­ini hann hevur spælt í, so heldur hann fyri, at føroyskur fótbóltur hevur stórar møgu­leikar. Teir halda eisini, at føroyskir spælarar eru hepnir, at hava so stutt til at spæla í Evropa og luttaka í EM og HM undanspølum. – Fyrst vilja vit bara fella til og tryggja B68 lívið í bestu deildini, men dreymurin er at spæla í Evropa. Vónandi ber tað til í B68, siga Pedro og Carlos við ein munn. Teir halda eisini, at føroyingar og spaniólar minni um hvønn annan. – Her eru øll nærverandi, hjálpsom og tíma at brúka tíð upp á teg, sigur Pedro á nøkrum, sum helst best kann lýsast sum Google-enskum. Men tað er ikki ein forðing, men bara enn ein avbjóðing, sum sponksu spælararnir gleða seg til. ÓLÍKIR SPANIÓLAR TRIVAST Á TOFTUM