Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 86
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 86

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 FÓTBÓLTUR 2016 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Dagarnir, tá tað vóru tíðindini hvør hevði skorað í 1. deild, og hvussu tað hevði gingist, eru taldir – næstan. Í ár sær meiri spennandi út enn í eina tíð, men næstbesta deildin hjá monnum hevur brúk fyri uppfrískan Stóri taparin í skiftinum frá 18 til 27 umfør var 1.deild. Næstbesta deildin í føroyskum fótbólti hevur ikki vind í seglunum fyri tíðina. Tað hava bara verið tvey ella trý feløg, sum hava spælt fyri at flyta upp, meðan restin hevur verið næstbestu liðini hjá teimum stóru feløgunum í landinum. Tað var eisini ein tíð, tá fleiri av eldru spælarunum, sum høvdu tænt sína skyldu á besta liðnum, átóku sær ábyrgdafullar leiklutir í næstbestu deildini. Tann tíðin tykist tó eisini farin, tí onkuntíð er ringt at skilja millum U18 liðini og 1.deildarliðini hjá teimum stóru feløgunum. Aðrastaðni hevur tað verið ein beinleiðis politikkur, at jú yngru spælararnir eru, tess betri. Tað hevur millum annað gjørt kál á HB, sum í nógv ár annars hevur havt eitt skilagott 1.deildarlið, men seinnu árini hevur havt trupult við at fóta sær í deildini við bara ungum spælarum. Tað hevur verið arbeitt í Fótbóltssambandinum við at finna leist, har næstbesta deildin verður meiri áhugaverd. Millum annað royndi FSF, at fáa feløgini at filma dystirnar, so málini kundu vísast, men hetta vísti seg ikki at rigga. Millum annað var kvaliteturin á upptøkunum heldur ivasamur. EB/STREYMUR FAVORITTUR Tað kemst illa uttanum, at EB/Streymur er favorittur at fara við fyrsta uppflytingar­plássinum. Hóast Niels Pauli Danielsen skifti til KÍ, so halda flestu av EB/Streymar­unum fram í felagnum. Tað gekk ikki so væl í hond í Effo-deildini farna kappingarár, men kvaliteturin skuldi verið til at vunnið seg uppaftur. Tað vóru fleiri um boðið eftir serliga framherjanum Leif Niclasen, men eins og flestu av hinum, so valdi hann at gera nýggjan sáttmála. Sostatt verður tað eitt væl samanspælt lið hjá EB/ Streymi, sum skal spæla um at flyta upp í 2016. FC SUÐUROY GER EINA ROYND FC Suðuroy stóð seg væl betri enn EB/Streymur í Effo- deildin í fjør, men liðið er viknað nakað síðani. Høgni Madsen, Jón Krosslá Poulsen, Christian Ibeagha, Salmundur Bech og Palli Augustinussen er nakrir av teimum, sum ikki spæla við felagnum í ár. Hinvegin hevur eydnast at fingið bæði Mamuka Toronjadze og Valerian Iobashvili at halda fram í einum spæl­andi venjaratoymið. Liðið er væl veikari í ár, men tað hevur ikki steðgað FC Suðuroy fyrr. 07 VESTUR BJÓÐAR AV 07 Vestur hevur í longri tíð roynt at funnið støðufesti í fremstu deildini í føroyskum fótbólti. Tað hevur ikki eydnast enn, men tað tykist sum felagið arbeiður málrættað við rætta hugburðinum móti at byggja nakað nýtt. Við Hegga Samuelsen og Jens Erik Rasmussen á odda, hevur besta liðið funnið ein tekniskan spælistíl, ið gevur lið­ num ein dám yvir sær, ið líkist einum uppflytara. B71 OG GIZA/HOYVÍK Tað eru fimm feløg, sum hava besta liðið í 1.deild í ár. Hini bæði eru B71 og Giza/Hoyvík. B71 hevur stórar trupulleikar við at fáa tilgongd, men arbeitt verður við málinum í løtuni. Ibrahima Camara hevur sum skilst gjørt sáttmála fyri komandi ár, og hann kann gera mun. Fyri Giza/Hoyvík er talan um fyrstu royndina í næstbestu deildina í hesum skapinum. FC Hoyvík hevur fyrr spælt í næstbestu deildini. Liðið hevur fingið tilgongd av fleiri spælarum, men tað er ilt at meta um samlaðu styrkina hjá liðnum í ár. FIMM TEY NÆSTBESTU AB, HB, KÍ, NSÍ og Víkingur hava øll sítt næstbesta lið í næstbestu deildini. Her er vónleyst at meta um styrkina, tí tað avhongur so nógv at Effo-liðnum, og hvussu nógvar spælarar næstbesta liðið fær niður. Hyggja vit eftir kapp­ ingar­árinum í fjør, so bleiv AB nummar fýra, men bæði Effo-hópurin og næstbesta liðið hava havt frágongd. Eitt nú spælarar sum Mikkjal T. Hentze, Teitur Jóanesarson og Dánjal Jákup Hansen hava skift til Giza/Hoyvík. Fyri hesi liðini er ein tilvera í miðjuni á stigatalvuni góðkend. 1. DEILD ER NÆSTAN DEYÐ