hósdagur 21. januar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
8
Í dag eru tað fleiri enn 150 føroy
ingar, ið hava fingið staðfest arvaliga
sjúkuna CTD, meðan tað verður mett,
at umleið ein út av átta føroyingum
eru berarar av sjúkuni.
– Hvør einstakur av okkum hevur
umleið 150 frábregðir, men tað merkir
ikki, at vit eru sjúk fyri tað. So tað er
sjáldan, at berarar av CTD eru ávirk
aði av sjúkuni. Tað kann henda, at um
man er berari av CTD og eini aðrari
arvaligari sjúku, at so kann okkurt
kiksa, men tað er ikki vanligt.
Hóast tað einans eru fjúrtan ár
síðani, at Ulrike Steuerwald og hinir
barnalæknarnir ávaraðu um sjúk
urnar, so er nógv hent í tí tíðarskeiði.
Í dag hevur tað nevniliga eydnast at
kanna nærum allar føroyingar fyri
CTD.
– Føroyingar er tað fólkaslag í
heiminum, ið er best kannað fyri CTD.
Eini 70 prosent av øllum føroyingum,
hava latið seg kanna. So her vita vit
hvussu nógv tey eru, ið hava CTD, og
hvat títtleikin av sjúkuni er.
Norðmaður kom
við GSD til Føroya
Ulrike Steuerwald ásannar tó, at GSD
sjúkan fall í bakgrundina, tá fjøl
miðlar, heilsumyndugleikar og onnur
kastaðu seg inn í stríðið móti CTD.
Í dag er støðan tó ein heilt onnur,
og heilsumyndugleikarnir kenna
munandi betri til sjúkuna í dag enn
fyri bara nøkrum fáum árum síðani.
– Í Føroyum hava vit staðfest
sekstan fólk við sjúkuni. Eins og við
Føroyasjúkuni og CTD, so ger GSD
meira um seg í Føroyum enn aðra
staðni. Vanliga rakar sjúkan 1 persón
út av hvørjum 150.000 íbúgvum, men
í Føroyum er tað 16 út av 50.000.
Nevnast kann, at tað eru næstan eins
nógvir sjúklingar við GSD í Føroyum,
sum tað er í øllum Norðuramerika.
Tað hevur enntá eydnast gransk
arum at staðfesta, hvar sjúkan stavar,
tó at tað er óvist, nær hon kom til
Føroya.
– Í Føroyum er tað helst ein stakur
persónur, ið hevur verið berari av
sjúkuni. Illgruni er um, at tað er ein
norðmaður, ið er komin til Føroya.
Orsøkin er, at júst tann sami feilurin
í íleguni, ið er orsøkin til GSD sjúkuna
í Føroyum, er staðfestur í Norður
norra. Viðkomandi hevur helst havt
tað við sær, og tá tveir av hansara
eftirkomarum hava verið berarar og
fingið børn, hevur sjúkan staðfest seg
fyrstu ferð í Føroyum, sigur Ulrike
Steuerwald.
Kosturin átti lívið
í GSD-sjúklingum
Tá ein persónur livir við GSD-sjúk
uni, er tað ikki allur kostur, ið er eins
heilsugóður. Men ein av orsøkunum
til, at sjúkan hevur verið nøkulunda
ókend í Føroyum í so mong ár, hóast
hon helst hevur verið í Føroyum í
fleiri øldir, er kosturin, ið føroyingar
eta.
– GSD sjúklingar í øðrum londum
liva nógv verri enn føroyingar, og tað
er kosturin, ið er munurin. Í Onglandi
doyggja flestu sjúklingar, tá tey eru
um fimti ár, og tað er ikki óvanligt,
at tey enda í rullistóli, tá tey eru um
tretivu ár.
– Í Føroyum kann ein sjúklingur
liva við nøkulunda væl við sjúkuni
til tey gerast eldri. Vanliga verður
sjúkan staðfest, tá tey eru børn, tá
tey hava trupulleikar av sjúkuni. Sum
hálvvaksin byrjar heilsustøðan at
batna, men versnar aftur, tá tey ger
ast eldri. Orsøkin til, at føroyingar liva
relativt gott við sjúkuni, er at føroy
ingar eta nógv kjøt, turran fisk og
annan mat, ið er ríkur við proteinum.
Tað hevur gjørt, at sjúkan ikki hevur
verið so sjónlig í Føroyum.
Torført hjá læknunum
Vikuskiftis-Sosialurin hevur áður
varpað ljós á, at GSD-sjúklingar stúra
fyri at enda á Landssjúkrahúsinum,
tí tey óttast fyri, at læknarnir ikki
kenna til sjúkuna og veita teimum
harvið skeiva viðgerð, sum í ringasta
føri kann føra til deyða.
Ulrike Steuerwald ynskir ikki at
harta føroyskar læknar, men vísir á,
at GSD er ein so mikið óvanlig sjúka,
at hon er torfør at fanga.
– Sjúkurnar eru so serligar, at tú
ikki kanst krevja, at læknarnir kenna
til tær. Tað er ymiskt frá lækna til
lækna, hvussu teir megna at hand
fara GSD. Eg havi reglulig skeið við
læknunum, men á Landssjúkrahús
inum er so mikið stór útskifting av
læknum, at tað altíð er onkur, ið
dettur niðurímillum.
Umframt at veita undirvísing til
læknar á føroysku sjúkrahúsunum,
skrivaði Ulrike Steuerweld eina
grein í Ugeskrift for Læger í 2006, ið
skuldi varpa ljós á sjúkuna, so danskir
læknar fingið meira vitan um hana.
Hon ivast tó í, at tað var nokk.
– Vit skuldu heldur hava útgivið
eina bók um føroyskar sjúkur. Har
umframt skuldu læknar, ið ynskja
at arbeiða í Føroyum, tikið eina eyka
útbúgving, so tey kendu til hesar
arvaligu sjúkurnar. Líka sum barna
læknar, hjartalæknar og onnur taka
eina serútbúgving, so átti tað verið
ein føroysk serútbúgving.
Vápna sjúklingin við vitan
Ein stórur partur av arbeiðinum, ið
Ulrike ger, tá hon er í Føroyum, er at
ráðgeva føroyingum, ið hava GSD-
sjúkuna ella aðrar sjúkur, ið hava
við evnaskiftið at gera. Í løtuni er
hon knýtt at deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu, men samráðingar
eru við Landssjúkrahúsið, um at
knýta hana til teirra sum ráðgeva.
– Tað er teirra sjúklingar, ið eg
møtist við, tá eg eri í Føroyum. So
talan er bara um at fáa viðurskiftini
í rættlag, sigur Ulrike Steuerwald.
Ein stórur partur av arbeiðinum
hjá Ulrike er at møtast við og ráðgeva
sjúklingum við GSD sjúkuni. Hon er
ikki í iva um, at besti mátin at vinna á
sjúkuni, er at veita sjúklingunum við
neyðugu vitanini.
– Tað besta er, um vitanin liggur
hjá sjúklinginum, tí tað eru tey, ið
hava brúk fyri vitanini. So eg undir
vísi teimum, so tey vita so nógv um
sjúkuna sum gjørligt. Endamálið
er, at tey sjálvi vita, nær tey mugu
venda sær til fakfólk, og nær tey sjálvi
megna sjúkuna.
– Tí einu ferðina, tá eg hevði eitt
slíkt skeið, var ein hollendskur pro
fessari úr Grøningin á vitjan. Viðkom
andi viðgerð hollendskar sjúklingar
við GSD, men tá hann setti seg at
tosa við tey 12-14 ára gomlu, ið vóru
á skeiðnum, gjørdist hann ovfarin.
Føroysku sjúklingar kundu tosa um
sjúkuna á einum hægri støði, enn
hann kundi tosa við unga læknar í
Hollandi. So føroyskir sjúklingar hava
eina rættiliga umfatandi kunnleika til
sjúkuna, sigur Ulrike Steuerwald eitt
sindur stolt á máli.
Harumframt
hevur
Ulrike
Steuerwald gjørt eitt skjal, ið allir
GSD-sjúklingar hava á sær, tá tey
ferðast í útlondum. Á skjalinum, ið
er á enskum, eru upplýsingar um
sjúkuna, hvørja viðgerð viðkomandi
tolir, vansar við sjúkuni og kontakt
upplýsingar til serfrøðingar.
– Tað sæst slett ikki á sjúklingum,
at tey hava sjúkuna, so eitt slíkt skjal
er alneyðugt, sigur týski læknin at
enda.
PERSÓNSSØGA
»Í Føroyum kann ein sjúklingur liva við nøkulunda væl
við sjúkuni til tey gerast eldri. Vanliga verður sjúkan
staðfest tá tey eru børn, tá tey hava trupulleikar av
sjúkuni. Sum hálvvaksin byrjar heilsustøðan at
batna, men versnar aftur, tá tey gerast eldri«
– Í Føroyum hava vit staðfest
sekstan fólk við sjúkuni.
Eins og við Føroyasjúkuni og
CTD, so ger GSD meira um seg
í Føroyum enn aðrastaðni,
sigur Ulrike Steuerwald
MODELLMYND