hósdagur 21. januar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
10
TEMA
Eldrarøkt
Kanst tú ímynda tær tað? At
hvør minuttur í tínum degi
verður lagdur til rættis og bara
fimm minuttir steðg aftaná
eina harða uppgávu, er meira
enn tú kann tilláta tær?
Soleiðis er tað at vera
heimahjálp. Hvør brúkari fær
sína minuttir, og tað leypa ikki
minuttir av til steðg, til ein
kaffimunn, oftast heldur ikki
til matarsteðg.
Eldraøkið er framvegis í
brennideplinum hjá Miðlahús
inum, og meðan vit seinastu
vikuna hava varpað ljós á tað
menniskjaliga perspektivið
innan ellis og røktarheim, so
venda vit komandi vikuna
sjóneykuna á heimatænastuna.
Í temasíðunum í Vikuskiftis
Sosialinum hesaferð, kanst
tú lesa eina størri reportagu
frá einum degi saman við eini
heimahjálp. Heimahjálpin
og allir brúkararnir nevndir í
reportagini eru dulnevndir, tí
hetta er eitt trupult evni at tosa
um – eingin ivi um tað.
Soleiðis kennist tað eisini
hjá Gunvør Balle, avvarðandi
at búfólki í Lágargarði. Fyrr
verandi tingkvinnan kennir
tað trupult og at fara yvir um
mark, at hon í temasíðunum
hesaferð greiður frá sínum
upplivingum sum avvarðandi
at búfólki í Lágargarði í Havn.
Men sum hon so beinrakið
sigur – »Vit mugu tala at, og
tosa fyri tey, sum ikki fáa tosað
sína egnu søk«.
Vit hava yvir 7000 fólk
yvir 67 ár í Føroyum. Bróður
parturin av teimum hava ein
virðiligan og gevandi aldurdóm.
Men tey eru summi, sum
detta burtur ímillum. Tey eru
summi, sum bara ynskja sær
ein kaffimunn saman við
heimahjálpini ella gongutúr
saman við heilsurøktaranum
á ellisheiminum. Tey eru
summi, sum kenna seg einsom
á ellisárunum, men ikki tí, at
starvsfólkini á eldraøkinum
ikki eru nærverandi og brenna
fyri sínum yrki. Tvørturímóti
er orsøkin, at starvsfólkini eru
ov fá í tali. Í farnu viku víst
vit á, at starvsfólk ikki hava
stundir til at geva búfólkum
á ellisheimum meira enn
grundleggjandi røktina. Hesa
vikuna kanst tú lesa um sama
trupulleika í heimatænastuni.
Hjartarúm fyri okkara gomlu,
hava starvsfólkini í heimatæn
astuni eisini nokk av. Men tíð er
ein luksusvøra, sum starvsfólk
innan eldraøkið ikki hava.
Góðan lesihug.
10 minuttir, 15 minuttir. 30 ella 40 minuttir.
Summi upp í 60 minuttir. Men eingin
meira minuttir, enn hægst neyðugt
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
ÁRNI GREGERSEN
7. apríl 2014 stóð lógin kunngjørd
í Kunngerðarblaðnum, sum ásetir
hvørjar tænastur borgararnir í
Føroyum fáa gjøgnum heimatænast
una og eldrarøktina.
Lógin ásetir greitt, at tey sum hava
tørv skulu hava eina samskipaða
heildartænastu.
Endamálið við hesi heidlartænastu
er at fyribyrgja sjúku, stimbra likam
ligu og sálarligu heilsuni og trivna
borgarans, at endurmenna mistan
førleika, at stimbra møguleika hins
einstaka at klára seg sjálvan og at
veita røkt og umsorgan.
Í lógini stendur eisini, at tað eru
kommunurnar, sum hava ábyrgdina
av, at hendan lóg verður hildin.
Sjálv lógin setir nógv krøv.
Millum annað áleggur hon starvs
fólki og læknum eina fráboðanar
skyldu, koma hesi fram á borgarar,
sum liva undir korum har tað sæst,
at teimum tørvar hjálp.
Lógin ásetir eisini greitt, at tá ið
tænastur verða veittar, so skal hetta
í størsta mun veitast, so persónurin,
sum tørvar røkt, hevur so stóran
sjálvsavgerarrætt, sum til ber.
Lógin um heimatænastu og røkt
var gjørd, stutt fyri, at alt eldraøkið og
heimatænastan var løgd til kommun
urnar at umsita.
Tí sigur lógin eisini, hvørjar sam
starvsmøguleikar kommunurnar
hava og eisini ein part um, hvussu
sjálv fíggingin skal vera.
Í grein 3 stendur:
Kommunurnar skulu tryggja, at
borgarar, sum hava tørv á persón
ligari hjálp, røkt og stuðli, sambært
lógini fáa neyðugu hjálpina.
Stk. 2. Kommunurnar kunnu liva
upp til sína skyldu sambært stk. 1
við at keypa tænastur frá øðrum
kommunalum samstørvum, áhuga
feløgum ella privatum veitarum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir
nærri reglur um góðkenning og treytir
í sambandi við keyp av tænastum
sambært stk. 2.
Tey kommunalu samstarvini
eru í dag veruleiki. Í Klaksvík er tað
Klaksvíkar kommuna, sum hev
ur ábyrgdina av røktini og hinar
kommunurnar í Norðoyggjum keypa
so tænasturnar frá Norðoyar bú- og
heimatænastu.
Í Eysturoynni eru kommunurnar
í trimum samstørvum. Eysturkomm
una og Fuglafjørður eru saman,
Skálafjørðurin – tað vil siga Runa
víkar-, Nes og Stranda kommuna
eru saman – og so er Eiðis kommuna
í samstarvið við Sunda kommunu,
Vestmanna og Kvívík.
Havnin er fyri seg, meðan
kommunurnar í Sandoynni eru
saman og tær í Suðuroynni eru
saman.
Tað sama er við kommunum í
Vágum. Tær eru saman í einari eind.
Fyri at røkja tær skyldur, sum
landið hevði til fyri einum ári síðani
fáa kommunurnar á leið 405 milljónir
krónur í netto frá landinum.
Peningurin kemur frá forskatting
av pensjónum og so eisini frá skatti
frá teimum, sum sigla undir DIS og
líknandi skipanum.
Fleiri møguleikar
Tænasturnar, sum kommunurnar
hava fingið álagt at veita, eru bæði
at taka sær av eldri borgarum, sum
ikki klára seg sjálvi, men eisini av
øðrum heimatænastum, sum yngri
fólki tørvar.
Kommunurnar kunnu veita
ymiskar tænastur. Tær kunnu veita
pláss á røktarheimum, eldrasam
býlum, í eldraíbúðum, umlættingar
pláss og samdøgursendurvenjingar
pláss.
Á røktarheimum og eldrasam
býlum er fyrst og fremst ætlanin,
at pensjonistar skulu búgva, men í
serligum førum, har borgarar hava
serligan tørv, kunnu eisini yngri fólk
hýsast á hesum støðum.
Eru borgarar ella avvarðandi
ónøgd við tænasturnar, so ber til
at kæra til kærunevndina undir al
mannaverkinum. Tað er sjálv av
gerðin um tænastuna sum kann
kærast og tað skal gerast í seinasta
lagi fýra vikur eftir at borgarin er
kunnaður skrivliga um avgerðina.
Lógin, sum altso hevur lagt eldra
røktina og heimatænasturnar til
kommunurnar, skal endurskoðast í
seinasta lagi í 2019.
ARNI@SOSIALURIN.FO
KOMMUNAN
ÁBYRGD AV AT
BORGARIN FÆR
NEYÐUGA RØKT
Lógin áleggur kommunum nógvar skyldur, men tær
fáa eisini pengarnar til at røkja skyldurnar fyri
Eldraøkið í Føroyum
GOMUL
GLOYMD
GOYMD
Týdningurin
av fimm
minuttum