hósdagur 21. januar 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
40
F
ørleikamenning. Deiligt
orð. Mergjað orð, bæði ø og
r. Smakkar væl, liggur væl á
tunguni, eitt argument, sum
vigar nógv, slær hart.
Og so eitt av hasum afturvendandi
orðunum, sum ikki ber til at styggja
burtur.
Vit hava onnur orð, sum koma aftur
og aftur, nýskipan millum annað. Eisini
onnur orð enn førleikamenning, sum
enda við menning, menningarmenning.
Menning er góð fyri heilsuna.
Tvær súpanarskeiðir av menn-
ing um dagin, og vit menn fara
upp um miðallivialdurin hjá
kvinnum, sum ikki fáa sær
menning hvønn dag fyri
songartíð.
Førleikamenning-
in kemur undan kavi
hvørja ferð fakfeløg
gera nýggjan sátt-
mála. Nú, aftur nú,
eru partarnir samdir um førleika-
menning. Og tað er so tað, førleika-
menning. Og ikki annað enn eitt
orð.
Tá eg fekk alment starv
fyri góðari fjórðingsøld
síðani, tað var beint,
áðrenn førleika-
menningin varð
uppfunnin, dugdi eg alt, sum eg átti og
eigi at duga í mínum starvi.
So eg havi ongantíð fingið, ei heldur
havt brúk fyri førleikamenning. Eg dugi
alt, og eg havi altíð dugað alt.
Tí spyrji eg meg sjálvan, tað nyttar
ongantíð at spyrja onnur um slíkt, hví
verða fólk sett í starv, sum ikki duga tað,
sum tey eiga at duga, longu tá tey verða
sett? Hví skulu tey, tá tey eru sett, læra
tað, sum krevst fyri at røkja starvið? Hví
er brúk fyri førleikamenning?
Førleikamenning er bara eitt tómt
orð, sum fakfeløgini keypa dýrt fyri
onkran veruligan fong hjá arbeiðsgevar-
unum.
Í minst 20 ár hava vit hoyrt somu
plátuna: partarnir eru samdir um at
leggja dent á førleikamenning, part-
arnir eru samdir um at leggja dent á
førleikamenning, partarnir eru samdir
um at leggja dent á førleikamenning,
partarnir eru samdir um.........
Og um knappliga tvey ár hoyra vit
tað aftur. Og um knappliga tvey ár er
framvegis eingin førleikamenning.
Heldur eingin nýskipan.
Hesa ferð kom eitt, nei, komu
tvey nýggj deilig og mergjað orð við
fleiri r og ø í sáttmálarnar, sálarligt
arbeiðsumhvørvi. Gud viti, hann sum
alt veit, hvussu nógv fakfeløgini lótu
fyri tey bæði orðini.
Um 20 ár fara vit afturat førleika-
menningini at hoyra sálarligt arbeiðs-
umhvørvi, sum tá verður A-síðan á
skøvaðu plátuni, landspláguni.
Og tó, og tó, okkurt hendir, nú eitur
førleikamenningin strategisk førleika-
menning. Eingin veit, hvat tað merkir,
hvør strategiin er. Men eitt orð keypt
afturat fyri rættindi, sum kanska høvdu
nyttað nakað her og nú og ikki ongantíð.
Fyri at sleppa undan allari hasari
torvmoldini, sum er við at fara at líkjast
einum sandstormi, eigur at verða kravt,
at tað almenna setir fólk, sum duga
tað, sum krevst, fyri at kunna vera í
starvinum. Soleiðis var í 1990. Men so
kom førleikamenningin.
Verða fólk sett, sum hava førleikar,
sum ikki krevja menning, sleppa vit
undan hasum førleikamenningar-
tvætlinum. Og verða fólk sett, sum
ikki taka sálina við til arbeiðis, sleppa
vit eisini undan øllum møsninum um
sálarligt arbeiðsumhvørvi. Arbeiði er
arbeiði, ikki terapi. Fólk, sum hava ilt í
sálini, kunnu fara í kirkju, á møti, niðan
á ein tind, ella drekka sær eina kenning
– í frítíðini.
Eitt arbeiðspláss er ikki ein vælveru.
stova. Har skal arbeiðið røkjast, ikki
sálin. Og førleikin skal ikki krevja nakra
menning.
Fleiri krónur, færri stór orð í sátt-
málan, takk.
Ø og r. Ö í Motörhead var bara har, tí
tað er ónt, segði Lemmy, sáli.
Alt annað líka í og fyri seg og sórit
nakað har.
Førleikament sálarorð
Bjørt Samuelsen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Løgtingkvinna
Bústaður: Debessartrøð í Havn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Alt møguligt – djóralækni, flogskipari, journalistur.
Hvat átti hitt kynið vitað um títt kyn?
– At tó at mál okkara við hvørt skal avkodast, so er tað
slettis ikki so torført ;)
Hvat áttu børn at vitað um tað at verða vaksin?
– At ein ongantíð veruliga verður vaksin, men ofta má lata
sum um.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Rann marathon í Berlin.
Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg...
... gingið upp á Mount Everest.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um átrúðnaðarlig fundamentalisma og fátækadømi
hvurvu.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá Føroyar endurtóku bragdið í Pireus og vunnu
2-1 á Grikkalandi á Tórsvølli.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at...
... gera sápu og ljós úr seyðatálg.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg
um, at eg..
... sjáldan taki mær stundir til okkara góða
hava.
Enda setningin: Føroyingar áttu
at...
... sæð allar teir møguleikar, hetta
ríka landið hevur, og viljað staðið á
egnum beinum.
BAKSÍÐAN