Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Januar 2016 2 1 Miðlar Oliver Joensen aftur stjóri á Norðlýsinum OLIVER JOENSEN, SUM VAR STJÓRI Á NORÐLÝSINUM ØLL ÁRINI FRÁ SEINNAPARTIN Í SJEYTIÁRUNUM TIL 2010 TÁ HANN LEGÐI FRÁ SÆR, HEVUR NÚ AFTUR TIKIÐ VIÐ STJÓRASTARVINUM Á NORÐLÝSINUM Eyðfinn Reyðberg Hetta ger hann eftir at sonurin John William Joensen av heilsuávum var noyddur at leggja frá sær sum stjóri felagsins. John William var stjóri á Norðlýsinum í fimm ár. Hesi árini John William hevur verið stjóri á Norðlýsinum hevur tað gingið gott, og avlopið áðrenn skatt seinastu fimm árini hevur verið eina knappa milljón krónur samanlagt. Útgevari: Sosialurin (25. januar 2016) Ábyrgd: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Lýsingar: Frida Mellemgaard lysing@sosialurin.fo tel. 231826 Snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Myndir: Álvur Haraldsen o.o. Stjórin á Norðlýsinum, Oliver Joensen, og nýggi journalisturin, Helgi Abrahamsen Mynd: Norðlýsið TUMMAS O. JUSTINUSSEN GEVST SUM STJÓRI Á SKANSI OFFSHORE Tummas Osmundarson Justinussen er farin frá sum stjóri í Skansi Offshore. Tummas hevur verið stjóri í Skansi Offshore síðan felagið varð stovnað í 2004. Í 2008 gjørdist Jens Meinhard Rasmussen eisini stjóri í Skansi Offshore, og er hann nú einsamallur stjóri í felagnum. Samstundis sum Tummas O. Justinussen fer frá sum stjóri í felagnum, er hann valdur í nevndina sum nevndarformaður. Hann tekur við sum nevndarformaður eftir Osmund Justinussen, sum hevur verið nevndarformaður síðan 2006. Osmund er framvegis nevndarlimur í Skansi Offshore. Harumframt sita Per Rolf Sævik og Tage Benedikt Bundgaard eisini í nevndini í P/f Skansi Offshore. EGIL JOHANSEN NÝGGJUR STJÓRI Í SP/F H.J. ASFALT Egil Johansen, Klaksvík, er nýggjur stjóri í asfalt­ fyritøkuni H.J. Asfalt í Klaks­ vík. H.J. Asfalt var stovnað í 2003, og hevur síðani havt eitt samlað avlop áðrenn skatt uppá knappar 8 milljónir krónur. Tað arbeiða í meðal umleið 10 fólk hjá H.J. Asfalt. Egil Johansen tekur við sum stjóri eftir Hera Jacobsen og Jóhannes Rasmussen, sum hava rikið fyritøkuna síðan stovnan. FARPAY MEIR ENN 7 MILLJÓNIR KRÓNUR VERT Sp/f Farpay hevur fingið nýggjan íleggjara. Felagið hevur hækkað partapeningin við 6.000 krónum upp í 86.000 krónur. Hækkingin er gjørd til kurs 8.436, sum svarar til at nýggju partabrøvini kosta eina hálva millljón krónur fyri knappliga 7 prosent eigara­ skap av fyritøkuni FarPay Sp/f. Samstundis sum hetta er gjørt, hevur FarPay stovnað smá­parta­felag í Danmark við sama navni. Nýggju íleggjarnir eru eftir øllum at døma danski íverk­setarin Jes T.S. Brinch saman við Framtak. Farpay var stovnað í 2014 av Andrew Jensen, Bárður Háskor, Olaf Olsen og Theodor E. Johannesen. Andrew Jensen er stjóri í felagnum. Skansi Offshore Savnsmynd Farpay Mynd: torshavn.fo Tryggingarfelagið 100 mió í nýggjum partapeningi TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR HÆKKAR PARTAPENINGIN VIÐ 100 MILLJÓNUM KRÓNUM Partapeningurin er nú komin uppá 300 milljónir krónur. Samlaða eginognin hjá Trygg­ingar­felagið Føroyar P/f er nú 421 milljónir krónur, tá er úrslitið fyri 2015 ikki talt við. Tað er TF Holding P/f, sum eigur allan parta­peningin í Tryggingarfelagnum.