mánadagur 25. januar 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
Januar 2016
1
Eyðfinn Reyðberg
Átta milljónir krónur í avlopi í 2014
áðrenn skatt, var endaliga úrslitið hjá
P/f SMS, sum millum annað rekur
matvøruhandlarnar Miklagarð
í SMS og Bónus handlarnar
kring landið.
Hetta ljóðar kanska ikki av
so nógvum, tá umsetningurin
er heilar 376 milljónir krónur,
men hetta svarar til eitt avlop
uppá tvey prosent ella at tvær
krónur eru í avlopi hvørja ferð
SMS selur fyri 100 krónur.
Hetta er eisini betri enn
undanfarnu árini tá avlopið
hevur ligið undir tvey prosent
av samlaðu søluni.
Fimm ár við góðum úrslitum
Raksturin hjá SMS hevur verið støð
ugur seinastu árini. Úrslitið áðrenn
skatt hevur øll tey seinastu fimm
árini ligið omanfyri fimm milljónir
krónur, fyri at koma uppá knappar
átta milljónir krónur í 2014.
Umsetningurin hevur ligið støð
ugur um 335 milljónir krónur um árið
øll árini, men í 2014 hækkaði um
setningurin við 12 prosentum upp til
376 milljónir krónur.
Ein stórur partur av orsøkini til
vøksturin í umsetninginum í 2014
stavar frá, at SMS keypti Inn handilin
á Norðskála, og gjørdi hann til ein
Bónus handil. Nýggi handilin hjá
SMS telur fult við í umsetninginum
fyri 2014.
Stórur arbeiðsgevari
SMS telist millum stóru føroysku ar
beiðsgevararnar. Samlaða talið av
starvsfólki hjá SMS var 263 í 2014,
og hesi fingu góðar 47 milljónir krón
ur í samsýning.
Hetta svarar til eina meðal mán
aðarløn fyri hvørt starvsfólk uppá
15.000 krónur.
Sølan fyri hvørt starvsfólk var 1,4
milljón krónur og lønarprosentið hjá
SMS í 2014 var 12,6 prosent.
66 milljónir í
rentuberandi skuld
SMS hevur 66 milljónir krónur í
rentuberandi skuld. Hetta er fimm
milljónir krónur meira enn eitt ár
frammanundan, tá rentuber
andi skuldin var 61 milljónir
krónur.
Tá hugt verður eftir rentu
berandi skuldini í mun til inn
tjeningina hjá SMS, er einki at
óttast. Lutfallið millum EBITDA
og rentuberandi skuld er bert
3,4, sum svarar til at um SMS
fær fýra eins góð ár sum 2014,
so er gjørligt at gjalda alla
rentuberandi skuld við hesi
inntjening.
Góðan eginpening
SMS hevur eina eginogn uppá 50
milljónir krónur, og svarar hetta til ein
soliditet uppá 30 prosent.
Góðu úrslitini hjá SMS seinastu
árini hava eisini givið møguleikar fyri
at útgjalda vinningsbýti til eigararnar
av felagnum, og hevur SMS tilsam
ans útgoldið 50 milljónir krónur í
vinningsbýti tey seinastu fimm árini.
SMS eigur allan partapeningin í
Miðlon og helmingin av partapen
inginum í 3’arin og Dvøljan. Ogn og
skuld hjá hesum feløgum er ikki tald
við í greiningina av SMS.
SMS HEVUR BESTU ÚRSLIT MILLUM STÓRU FØROYSKU MATVØRUSAMTØKINI.
KAPPINGIN ER HØRÐ, OG LÍTIÐ LIGGUR EFTIR AV HVØRJARI KRÓNU Í UM
SETNINGI. HETTA ER FYRITREYTIN, MEN SMS HEVUR MEGNAÐ AT BETRA UM
ÚRSLITIÐ, OG VINNUR Á KAPPINGARNEYTUM TÁ RÆÐUR UM ÚRSLIT
Matvørusamtak
SMS hevur
bestu úrslit
S.M.S. P/f
2014
2013
Broyting
Nettosøla
376.133
336.811
12%
Framleiðslukostnaður
309.378
276.289
12%
Bruttovinningur
66.755
60.522
10%
Starvsfólkakostnaður
47.274
44.073
7%
EBITDA
19.481
16.449
18%
Avskrivingar
7.035
8.307
-15%
Fíggjarpostar netto
-4.612
-2.549
81%
Úrslit áðrenn skatt
7.834
5.593
40%
Skattur
1.439
821
75%
Ársúrslit
6.395
4.772
34%
Støðisogn
110.401
99.125
11%
Ogn í umferð
54.812
55.006
0%
Ogn tilsamans
165.213
154.131
7%
Eginpeningur
49.843
49.109
1%
Skuld
115.370
105.022
10%
Skyldur tilsamans
165.213
154.131
7%
Rentuberandi skuld
66.109
61.376
8%
Rentuberandi skuld/EBITDA
3,4
3,7
-9%
Starvsfólk
263
255
8
Umsetningurin
hevur ligið
støðugur um
335 milljónir
NM Holding Sp/f, sum stjórin í SMS
Niels Mortensen eigur, eigur helm
ingin av partabrøvunum í P/f SMS.
Tað hevur felagið gjørt síðan 2007,
tá NM Holding keypti helmingin av
partabrøvunum í P/f SMS.
Øll tey fyrstu árini átti íslendingar
hin helmingin av SMS. Upprunaliga
var tað Baugur Group, men so skiftu
partabrøvini eigara einar tvær ferðir
undir
íslendsku
fíggjarkreppuni,
fyri síðan at verða seld í 2011 til P/f
N.J. Mortensen á Tvøroyri og GMT
Holding Aps. í Danmark.
P/f N.J. Mortensen hevur síðan
verið eigari í SMS, við einum ognar
parti upptil 17 prosent. Stjórin í N.J.
Mortensen, Gudmund Mortensen
hevur í hesum sambandi sitið í
nevndini í SMS síðan oktober 2011.
Gullak Madsen, eigari av GMT
Holding sat eisini í nevndini frá
oktober 2011 til mars 2015 tá felag
hansara valdi at selja síni partabrøv
til P/f Enniberg.
post@sosialurin.fo
Niels og Mortan eiga SMS
EFTIR AT P/F ENNIBERG KEYPTI EIN GÓÐAN
TRIÐING AV PARTAPENINGINUM Í SMS Í 2015, ERU
ALLIR EIGARARNIR AV SMS FØROYSK FELØG
Niels Mortensen, stjórin í SMS