Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Januar 2016 22 1 KNASSAR EINA MILLJÓN Í NÝGGJUM PARTAPENINGI Sp/f Knassar, sum eigur og rekur Portal.fo, hevur fingið eina milljón krónur í nýggjum partapeningi. Afturfyri fær íleggjarin 25 prosent ognarlut í Knassar. Fyri tveimum árum síðani kom eisini nýggjur partapeningur í Knassar. Tá var talan um 1,7 milljón krónur í nýggjum partapeningi. Hesin ognar­ partur stendur í dag fyri 25 prosent av partabrøvunum. Soleiðis hevur Knassar fingið 2,7 milljónir krónur í nýggjum partapeningi seinastu tvey árini, og hevur í hesum sam­ bandi latið ognarskapin til helmingin av parta­brøvunum. Eginognin í Knassar er í dag negativ við 200.000 krónum. Tá er úrslitið síðan 1. mars 2015 ikki talt við. MIÐSTØÐIN Á TOFTUM VIÐ ENN EINUM AVLOPI P/f Miðstøðin á Toftum hevði eitt avlop í roknskapinum 2014/2015 uppá 737.000 krónur eftir skatt. Miðstøðin ella Kassamiðstøðin, sum vit kenna í dagligari talu, eigur trý dóttirfeløg, Kassi, Vask og Smásøla, sum øll eru við í hesum úrsliti. Miðstøðin er væl fyri fíggjarliga og hevur meir enn 25 milljónir krónur í tøkum gjaldføri í peningastovnum. NÓGV PARTAFELØG HÆKKA PARTAPENINGIN Í samband við at Taks er farið meira miðvíst til verka at krevja at ogn, sum eigarar av einum partafelagi ella smápartafelagi eiga til góðar í millumrokning hjá felagnum skal verða renturoknað, hava nógv feløg seinasta mánaðin hækkað partapeningin. Tá kravt verður at ein millumrokning verður renturoknað, so skal rentuskattur gjaldast til Taks av roknaðu rentuni. Í hesum sam­ bandi hava fleiri feløg valt heldur at hækka partapeningin við at leggja eina millum­ rokning um til partapening. Handil Netto setti gongd á Klaksvíkina TAÐ VAR FYRRVERANDI KEYPMAÐURIN ÁLVUR KLAKK, SUM VERULIGA SETTI GONGD Á MENNINGINA AV MATVØRUHANDLUM Í KLAKSVÍK Eyðfinn Reyðberg Tað gerast alsamt færri og færri mat­vøru­ handlar. Tó henda gongd er neyvan steðgað enn, tí verður samanborið við Danmark, so hava vit dupult so nógvar matvøruhandlar í Føroyum í mun til íbúgvaratalið, sum í Dan­ mark. Í Føroyum er ein matvøruhandil fyri hvørji 1.000 fólk, meðan tað í Danmark er ein mat­ vøruhandil fyri hvørji 2.000 fólk. Fyri 10 árum síðani vóru nógvir matvøru­ handlar í Klaksvík. Allir vóru smáir og um­ støð­urnar vóru alt annað enn góðar hjá kund­ unum, sum máttu skora seg millum hyllar og aðrar kundar. Stutt undan at Álvur Klakk, sum alt sítt lív rak matvøruhandil úti í Klaksvíkini, valdi at gevast, var hann við til at byggja nýggjan handil í Klaksvík. Handilin var bygdur beint við síð­una av verandi handilsbygningi, og við hes­um fingu Klaksvíkingar fyri fyrstu ferð í nógv ár, ein spildurnýggjan og rúmligan mat­ vøru­handil, sum fekk navnið Inn. Hetta setti gongd á kappingarneytarnar, og bæði SMS – Bónus – og Føroya Keypsam­ tøka valdu at byggja spildurnýggjar handlar, annar við Boroyavík og hin á Varpinum. Eisini Heygabúðin valdi at nútímansgera sín handil. Frá at hava nógvar matvøruhandlar er Klaksvíkin komin niður á bert fýra mat­vøru­ handlar. Hesir fýra handlarnir selja árliga fyri meir enn 100 milljónir krónur. Tað hevur avgjørt verið til gagn hjá kund­ unum at færri handlar eru. Allir handlarnir hava opið frá árla á morgni til seint á kvøldi, og verður hugt eftir tølunum hjá Sp/f Netto, so var tað eisini eitt skilagott val at fara undir at byggja nýtt. Handilin hjá Sp/f Netto í Klaksvík hevur hesi seinastu 10 árini havt eitt avlop áðrenn skatt uppá 4 milljónir krónur, og seinastu tvey árini hevur avlopið verið ávikavist 1,2 milljón krónur í 2013 og 600.000 krónur í 2014. post@sosialurin.fo Netto Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 4.418 4.852 -9% Starvsfólkakostnaður 2.896 2.784 4% EBITDA 1.522 2.068 -26% Avskrivingar 575 509 13% Fíggjarpostar netto -384 -393 -2% Úrslit áðrenn skatt 563 1.166 -52% Skattur 109 151 -28% Ársúrslit 454 1.015 -55% Støðisogn 11.525 8.148 41% Ogn í umferð 5.363 4.805 12% Ogn tilsamans 16.888 12.953 30% Eginpeningur 3.431 3.008 14% Skuld 13.457 9.945 35% Skyldur tilsamans 16.888 12.953 30% Rentuberandi skuld 6.134 6.259 -2% Rentuberandi skuld/EBITDA 4,0 3,0 33% Starvsfólk - - - Tað hevur avgjørt verið til gagn hjá kundunum at færri handlar eru. Allir handlarnir hava opið frá árla á morgni til seint á kvøldi Knassar Mynd: knassar.fo Kassamiðstøðin á Toftum Klaksvík Savnsmynd