týsdagur 26. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Ísfiskalínuskipið Sandshavið
fiskaði í fjør fyri 16,4 miljónir
krónur, sum er besta árið
hjá
skipi
og
manning,
síðan sandoyingar keyptu
línuskipið í februar mánaði
í 2011.
Eini tvey ella trý onnur
føroysk ísfiskalínuskip høvdu
eisini eitt gott ár í fjør, og hesi
skip lógu saman við Sands
havinum at kalla stavn um
stavn í veiðivirði, soleiðis
at trupult er at taka dagar
ímillum júst, hvør endaði
ovastur í 2015.
Ymiskar orsøkir
Ein orsøk til góðu gongdina
hjá
ísfiskalínuskipunum
er, at fiskiskapurin undir
Føroyum er batnaður, og
at skipini í størri mun er
sloppin at fiska í íslendskum
og grønlendskum sjógvi.
Í
fjør
eydnaðist
tað
nevniliga fleiri føroyskum
línuskipareiðaríum at gera
privatar avtalur við grøn
lendsk feløg um royndarveiði
í Eysturgrønlandi.
– Hetta samstarv byrjaði
á sumri í 2014, tá vit sum
fyrsta
føroyska
reiðaríið
fingu í lag avtalu við Royal
Greenland um royndarveiði.
Í fjør summar fylgdu fleiri
reiðaríir okkum eftir og
fingu eisini í lag líknandi
avtalur.
Eyðvarður Petersen, skip
ari á Sandshavinum, vísir á,
at teir vóru í Grønlandi bæði
á sumri í 2014 og 2015.
– Vit landaðu í Íslandi,
men við tað, at íslendsk virki
høvdu ídnaðarferiu ein part
av tíðini, meðan vit vóru har
yviri, fekst ikki optimalur
prísur
fyri
alla
veiðina.
Hinvegin var sølan fyri tað
mesta á einari leið í mun til
fiskaprísirnar í Føroyum.
Spurdur, hvussu útlitini
er fyri, at føroysk línuskip
aftur sleppa til Grønlands
at fiska í summar eftir
líknandi avtalum, sum í fjør
og fyrraári, heldur hann, at
útlitini í ár ikki eru eins góð.
– Vit hava hinvegin havt
eitt
útmerkað
samstarv
við Royal Greenland, og
teir hava verið góðir at
samstarvað
við.
Slíkar
avtalur sum hesar, ið eru
fyri eitt summar í senn, eru
ikki nóg tryggar at byggja á.
Men, tað, sum hevur verið
higartil, hevur tænt fleiri
línuskipum.
Eyðvarður
Petersen
sigur, at summi skip gjørdu
tað rímiliga gott í Grønlandi
í fjør summar, meðan tað
kanska gekk minni væl hjá
øðrum skipum.
– Vit hava rindað umleið
eina krónu fyri kilo av toski,
og eini 50-60 oyru fyri kilo av
brosmu.
Almenn Føroyar
Skiparin á Sandshavinum
vísir á, at tað heldur átti at
verið tær almennu Føroyar,
sum fingu í lag avtalur við
myndugleikarnar í Grøn
landi.
– Hóast uppsjóvarkvot
urnar eru nógv øktar seinnu
árini, haldi eg, at ov lítið er
fallið í okkara lut av hesum.
Bæði íslendingar og grøn
lendingar ynskja sær meira
uppsjóvarfisk, og eg haldi
ikki, at nakað hevði farið
av
nøkrum,
um
okkara
myndugleikar brúktu nøkur
fleiri tons av uppsjóvarfiski
til at útvega línuskipum
nøkur tons aftrat í Íslandi og
Grønlandi.
Hann heldur ikki, at tað
eigur at vera uppgávan hjá
hvørjum føroyskum línu
skipareiðaríi sær at gera
slíkar privatar avtalur.
– Tað hevði einki gjørt,
um okkara myndugleikar
í enn størri mun vendu
eyguni móti føroysku botn
fiskavinnuni og línuskipa
vinnuni, ið hevur havt nøkur
trupul ár við vánaligari veiði.
Eingin eigur at ivast í, at
hetta er ein skapandi vinna
við nógvum fiskimonnum –
ein vinna, sum fyri tað allar
mesta førir veiðina heim til
virkingar í Føroyum.
Skiparin
heldur,
at
svartkjaftur og møguliga
makrelur í enn størri mun
enn higartil kundi verið
brúktur
sum
býtisfiskur
fyri at útvega føroyskum
línuskipum betri atgongd í
Íslandi og Grønlandi.
Teknar seg væl
Eyðvarður Petersen letur
annars hampiliga væl at
byrjanini av hesum árinum.
Higartil hava teir gjørt
tveir
túrar
við
Sands
havinum undir Føroyum.
Hin fyrri túrurin var stuttur.
Teir fiskaðu í hálvan fimta
dag og høvdu umleið 50.000
pund.
– Hesin seinni túrurin var
rímiliga góður. Vit høvdu
hálva ellivtu setu, og veiðan
vá 135.000 pund, sum vit
vóru væl nøgdir við.
Skiparin vísir á, at teir
byrjaðu henda seinna túrin
á Suðuroyarbankanum, har
teir fyrst royndu í einar
tríggjar dagar. Síðan fóru teir
á Munkagrunnin, har teir
eisini royndu í nakrar dagar.
Teir endaðu túrin aftur á
Suðuroyarbankanum.
–
Ein
stórur
partur
av veiðini á Suðuroyar
bankanum var brosma og
longa, og meginparturin av
veiðini á Munkagrunninum
var toskur og hýsa.
Eyðvarður
Petersen
harmast um, at hýsa og
brosma eru nógv fallin í prísi
síðan ársbyrjan. Hinvegin
hava toskur og longa hildið
sær so nøkulunda í prísi.
Dreymurin er
frystiskip
Skiparin á Sandshavinum
dylur ikki, at dreymurin hjá
honum er eitt frystilínuskip,
men
hann
ásannar,
at
ivasamt er, hvussu verður
við hesum.
– Jú, vit hugsa, og nógv eru
tey, sum spyrja. Enn er hetta
ongan veg komið. Men, tað er
eingin loyna, at dreymurin
er ein nýbygningur - ein
frystilínubátur - við góðum
fasilitetum til manningina,
ið er ein treyt fyri, at menn
trívast.
Eyðvarður Petersen ásann
ar, at slík nýbygging er ein
stór íløga, men hann veit
eisini, at ein frystilínubátur
hevur nógvar fyrimunir.
– Vit kunnu bara taka
Kamb, sum hevur fingið eina
minni umbygging, soleiðis
at teir kunnu frysta. Hesin
møguleiki hevur tvífaldað
veiðivirðið
hjá
skipi
og
manning, leggur skiparin á
Sandshavinum aftrat.
EIGA AT FÁA STØRRI LUT Í
UPPSJÓVARKVOTUNUM
– Hóast uppsjóvarkvoturnar eru nógv øktar seinnu árini, haldi eg, at ov lítið er fallið í okkara lut. Bæði íslendingar
og grønlendingar ynskja sær meira uppsjóvarfisk. Eg haldi, at okkara myndugleikar saktans kundu brúkt nøkur
tons fleiri til at útvega línuskipum størri rættindi í Íslandi og Grønlandi, sigur Eyðvarður Petersen, línuskipari
RÆTTARMÁL
Sandshavið…
– Ein nýbygningur er ein stór íløga, men eg veit eisini, at ein frystilínubátur hevur nógvar fyrimunir, sigur skiparin á Sandshavinum, Eyðvarður Petersen