týsdagur 26. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum ið vóru við at gera
krúndiamantbrúdleypsdagin so hugnaligan.
Takk fyri blómur, gávur og heilsanir.
Elsa og Sigurd Nielsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæri
Birgir Thomsen
f. 27.11.1952 d.27.12.2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Derhard Jógvansson fyri troystarrík og
góð orð í kapellinum. Takk til Meinhard Bjaralíð
fyri sera vøkru talu við jarðarferðina.
Takk til kirkjutænara, sangara, berarar og
tykkum øllum, sum hjálptu so væl til við
jarðarferðini og ervinum.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu Birgir til hansara
seinasta hvíldarstað.
Henry, Gordon og Irena við familju
Tøkk
Vit ynskja at takka øllum, ið gjørdu okkara
brúdleypsdag 12.11.2015 so hugnaligan, góðan
og ógloymandi.
Takk fyri gávur, heilsanir, o.a. Ein serlig tøkk
til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu
okkum.
Heilsan
Birita og John Timothy
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma,
vermóðir og omma
Poula Jønsson (f. Bærentsen)
f. 10.06.1936 d. 03.10.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til øll, ið vóru um okkum í tíðini, meðan
Poula var sjúk. Takk tit, sum ringdu og tit, sum
trúliga vitjaðu hana.
Takk til heimasjúkrasystrarnar, til tykkum á B6
og á Hotel Tórshavn. Takk til Hera Joensen fyri
góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar,
sangarar, gravarar og øll, sum hjálptu til við
jarðarferðina. Takk til Kaffihúsið.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Krabbameinsfelagið og takk til tykkum øll, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Frank, Ingerð og Birna við familju
Tankar og løtur
fara altíð at minna okkum á teg
fara at gera okkum lukkulig og kedd
og altíð livandi í huga okkara
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma
Ingibjørg Debes
f. 12. desember 1933 d. 5. januar 2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á Mørkini fyri tykkara hjálp og
umsorgan. Takk til Emil Olsen, prest, fyri góð
og troystarrík orð á Mørkini og í kirkjuni. Takk
til sangarar og kirkjutænarar. Takk til Sunda
kommunu fyri lán av hølum til ervið.
Somuleiðis vilja vit takka tykkum mongu, sum á
ymiskan hátt hjálptu okkum til jarðarferðina og
ervið.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Mørkina,
og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Olfert
Steintór, Sóleyð, Ingolf, Erling og Irdi
Tøkk
Fari við hesum at takka øllum hjartaliga,
ið sýndu mær tann heiður at koma í
føðingardagshald mítt í Skálanum, tá eg fór
um tey sjeytifimm árini hin 18. november.
Somuleiðis takki eg øllum, ið á annan hátt
gjørdu mær dagin sera hátíðarligan.
Ynski tykkum øllum signing í nýggja
árinum.
Asbjørn Lómaklett