Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 25. JANUAR 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Janus Poulsen STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA Mær dámar at hjálpa fólki LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Arbeiðssamur, ótolin og erligur HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Eg havi onki koyrikort og tí ongan bil. Men eg havi av og á sjafør. Hon koyrur ein gamlan bankaðan Honda. HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Ein iPhone eitt ella annað nummar – eitt sindur buglut, men riggar sum fyrsta dagin. HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR- FRÍTÍÐARUPPLIVING? Har eru nógvar góðar løtur, bæði her heima og úti í heiminum. Serliga havi eg góð minnir frá einum Barcelona túri við allari familjuni. HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Eg orðni tað í morgin. HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heildin, eygu, nøs, muður o.sfr. Men hvør maður dámar ikki eina góða reyv? HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Eg blívi serliga glaður, tá eg síggi menniskju koma fyri seg eftir sjúku bæði sálarliga og kroppsliga. Tað er sera lívsjáttandi. HVAT STRESSAR TEG? Tá eg ikki strekki til og ikki eri til staðar. HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Yndisrættir? Kann man í einum heimi við so nógvum góðum bara hava ein? Lat meg bara siga, at eg elski mat. HVAT GLEÐIR TEG? At syngja. Um tað so er undir brúsuni, til kórvenjing ella konsert framførslu. Sangur er balsam fyri sálina. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Eg fekk einar gyltar Ray Ban trucker sólbrillur við speglglasið í jólagávu, sum eg havi ynskt mær í nógv harrans ár. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Skálkur Man í SM HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Eg valdi at arbeiða innan handil, tí mær dámar at hjálpa fólki. Og tí mær dámar dynamik, og at tingini ganga skjótt fyri seg. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Eg dugi ikki at peika á nakra einstaka, tí tær eru so nógvar, tá man er umringaður av komikarum til dagligt. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Eg lurti eftir øllum, sum er gott tað veri seg jazz til speed metal. Í løtuni eru tað serliga kórverk eftir Morten Lauridsen og country sangarin Jason Isbell, sum fylla nógv á plátuspælarinum. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Útvarpið og seinni sjónvarpið – hesi tól hava fram um onnur tól upplýst fólk. HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Húsakeypið liggur í harðari kapping við hálvfóðraða italienska cashmere frakkan frá Cerutti. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Fyll tínar veggir við góðari list. Tað kann inspirera teg til stór ting. HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Ein stóran matgleðan frens HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Tikið koyrikort, keypt mær mín egna bugluta Honda og ferðast fyri rest. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Tikið koyrikort, keypt mær ein Aston Martin og fiesta fyri rest. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Heimsins minsti stórbýur Havnin, sjálvandi. Tí hvar aðra staðni finnur man so nógv blíð og deilig fólk á einum stað. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? I don't wan't to know. Ein dag at gangin. Lat meg bara siga, at eg elski mat