Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 25. JANUAR 2016 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim BústaðarLán Vitja deildina í Havn og Vági ss.fo ANNIJANNI 1 Tú gloymir at lufta út Lat vindeygað upp ella tendra fyri útluftingini og lata hana koyra í eitt korter ella meira. Hetta ger, at tú sleppur undan fukti og døgg – og harvið eisini bakterium. 2 Tú brúkar sama reingerðar- evni til alt Tú fært ikki besta úrslitið, um tú brúkar eitt vaskievni og ein klút til alt vesið. Tey ymsu økini á vesinum hava brúk fyri ymiskum vaski – og eisini ymisku vaskievnum. Brúka tey reingerðarevni, sum eru ætlað til tað, sum tú vaskar. 3 Tú vaskar bert tey mest skitnu økini Tá ið vit vaska vesið, syrgja vit í øllum førum fyri at vaska tey økini, ið eru ella kunna blíva mest skitin. Vesikumman er í miðdeplinum og verður vaskað, men annað skal eisini vaskast. Vit hava nógv annað standandi og hangandi á vesinum, og tað skal eisini vaskast – eisini handtakið á hurðini og møguligt pynt. 4 Tú setur vesibustina aftur upp á pláss Nógv av okkum brúka javnan vesibustinum, og tað vanliga er ivaleyst at seta bustinum beint í haldaran aftur, eftir at tú hevur brúkt hana. Tað rætta er at skola bustinum væl og lata hana drypa, áðrenn tú setur hana upp á pláss aftur. Harvið er bustin ikki so gongd við bakterium, sum hon annars verður. 5 Tú vaskir ikki baðiforhangið Baðiforhangið fangaar vatn úr brúsinum, men tað verður eisini skitið av bakterium og deyðum húðkyknur, og tí skal baðiforhangið í vaskimaskinuna av og á. 6 Tú gloymir smáu lutirnar Hugsar tú um øll tey smáu tingini, sum fólk nerta við á ves- inum, so hevur tú eisini eina ábending um alt tað smáa, sum eisini skal vaskast. Kránar, hillar, haldarar, krúss ella gløs og so víðari. Alt hetta skal javnan reinsast við bakteriudrepandi evnum. Mistøk tá tú vaskar vesið Øðrvísi sofaborð Her eru nakrir av vanligu mistøkunum, tá ið fólk vaska vesið Ilse Crawford hevur snigivið hetta øðrvísi sofaborð, sum hevur fingið íblástur úr sjeytiárunum. Kann rigga inn í onkrar stovur, horn ella kømur. Sofaborðið er gjørt úr korki og er úr røðini, tey kalla Sinnerlig. Hetta borðið fæst í millum annað í Ikea.