Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 25. JANUAR 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim Vilmund Jacobsen T á veturin vísir seg frá síni kald- astu síðu, liggur væl fyri at gera sær nakrar íslampur. Lampurnar skapa hugna, og tær eru ógvuliga lættar at gera. Tað einasta, sum tú hevur brúk fyri, er nøkrum ballónum, kranavatni og góðum frostveðri. Tú fylllir ballónina við køldum vatni og setir hana í eitt djúpt ílat. Síðan blæsir tú luft í ovasta partin, soleiðis at her skapast ein flata, tá vatnið í ballónini frystir. Einfalt og lætt Alt eftir, hvussu kalt tað er úti, frysta nú ytru veggirnir av vatninum í ballónini yvir eitt ella tvey samdøgur, samstundis sum vatnið í miðjuni á ballónini framvegis er flótandi. Tá veggirnir eru frystir, kanst tú beina burtur ballónina. Tá tað er gjørt, gert tú eitt hol ovast í ískúluna. Her kanst tú brúka eitt sindur av lunkaðum vatni og eitt hvørt at sláa varisliga niður á ovara enda við. Tú setir nú eitt ljós niður í íslamp- una, sum nú er klár at tendra úti í garðinum, altanuni ella á terassuni. Lýsandi íslampan líkist fínasta krystalli og lýsir vakurt upp í vetrar- myrkrið. Eisini tulipanir Men, møgleikarnir við íslamum eru enn fleiri. Tað ber nevniliga eisini til at lata vakrar avskornar tulipanir, rósur ella annan vøkstur frysta saman við vatninum. Her er best at velja avskorið, sum er rímiliga stívt, og best er, um tað eru nøkur kuldastig í fylgjandi dagar. Hvussu leingi avskorið heldur sær í ísinum veldst ivaleyst eisini um, hvussu kalt tað er – og jú kaldari, tess betri. Ger tínar egnu íslampur Tað er lætt og ómakaleyst at gera sær nakrar íslampur, um liggjandi frost er í nakrar dagar - og møguleikarnir við íslampum eru fleiri Íslampur eru vakrar sum krystallglas, lættar at gera, og tær kosta næstan einki Tá veggirnir eru frystir, gert tú hol á og stoytir enn flótandi vatnið úr, sum er inni í miðjuni Tað ber eisini til at lata vakrar avskornar tulipanir ella rósur frysta saman við vatninum