týsdagur 26. januar 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 25. JANUAR 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
Vilmund Jacobsen
Í
februar eru tvey ár liðin, síðan Bogi
Skorá byrjaði at læra til bygnings-
snikkara hjá Snikkarakjallaranum í
Dali, sum Bødvar Hjartvarsson eigur
og rekur.
Bogi, sum er ættaður úr Kaldbak,
hevur kamar til leigu í Dali og er vanliga
bert norðan fyri Skopunarfjørð, tá
hann hevur vikuskiftisfrí.
– Áðrenn eg fór í læru, hevði eg
tikið Tekniskt Yrkisnám innan timbur
í eitt hálvt ár. Tá eg var liðugur við
yrkisnámið, hugsaði eg um lærupláss.
Onkur lærari á skúlanum hevði nevnt
Snikkarakjallaran hjá Bødvari. Eg
ringdi til Bødvar, sum beyð mær suður
at hyggja at verkstaðnum og at tosa
við seg. Einar tvær vikur seinni byrjaði
eg her suðuri.
Bogi Skorá sigur, at tað var ikki
nakað krav at hava tikið Tekniskt
Yrkisnám, áðrenn hann fór í læru,
men hann hevði longu frammanundan
skilt, at hetta kundi gerast ein fyri-
munur.
– Mær dámar væl at læra her í
Dali, og tað besta er, tá nógv er at
gera. Tá eri eg eisini fyri tað mesta á
verkstaðnum, sigur fryntligi lærling-
urin.
Nú hevur kaldbaksdrongurin bara
eitt ár eftir í Dali. Síðan skal hann
niður til Hjørring í skúla í 10 vikur, og
gongur alt væl fær hann tá prógv sum
bygningssnikkari.
Alt eftir bílegging
Snikkarakjallarin hjá Bødvari Hjart-
varssyni í Dali hevur øll árini lagt seg
eftir at gera trappur, spísiborð, stólar,
benkur, innhurðar, køkar og annars
alt vanligt snikkaraarbeiði - eftir
bílegging.
Tað, sum hevur fylt nógv mest hjá
fyritøkuni, eru trappurnar. Tað var
eisini tann tíð, tá Snikkarakjallarin
framleiddi einar 200-250 trappur um
árið, men soleiðis, sum gongdin hevur
verið seinnu árini, og fá sethús eru
bygd, skal tað vera eitt rímiliga gott
ár, áðrenn talið av trappum kemur upp
á 50.
Bødvar Hjartvarsson sigur, at
ein onnur orsøk til minkandi eftir-
spurningin er, at nógv verður innflutt.
Snikkarakjallarin hevur tó altíð nakrar
trappur í ordra gjøgnum eitt ár.
Góð tænasta
T
á viðskiftafólk venda sær til
Snikkarakjallaran
og
ynskja
sær eina trappu, fer Bødvar
Hjartvarsson altíð út og tekur mát, og
tá trappan er liðug fer hann við henni
og setir hana upp. Soleiðis er hann
gjøgnum árini komin víða um landið.
– Hava viðskiftafólk onnur ynski,
eitt nú ein nýggjan køk, spísiborð,
innhurðar, benkur ella annað, fer
hann eisini út at hyggja eftir plássi,
tekur mát og fer so út aftur, tá hann
er liðugur at smíða.
Snikkarakjallarin hevur eina góða
tænasta, sum soleiðis eisini snýr seg
um eygnakontakt við viðskiftafólkini.
– Eg haldi, at viðskiftafólk seta
prís upp á hesa tænastu, sigur Bødvar
Hjartvarsson.
Snikkarakjallarin ger at kalla alt
vanligt snikkaraarbeiði, undantikið
vindeygu og úthurðar, og einir tveir
ella tríggir køkar verða eisini bílagdir
og framleiddir at kalla á hvørjum ári.
– Tað eru eisini tey, sum velja sær
okkurt serstakt tilfar til trappu, køk,
spísiborð, stólar og innhurðar, leggur
dugnaligi snikkarin í Dali aftrat.
Tey, sum kundu hugsað sær at
spurt seg fyri hjá Bødvari, eru væl-
komin at ringja til hansara á tlf.
218901 ella á tlf. 361901.
Bødvar og Bogi gera
snøggastu trappur í Dali
– Mær dámar væl at læra her í Dali, og tað besta er, tá nógv er at gera. Tá eri eg eisini fyri tað
mesta á verkstaðnum, sigur fryntligi lærlingurin hjá Snikkarakjallaranum í Dali, Bogi Skorá
Bogi Skorá, lærlingur, og Bødvar Hjartvarsson,
sum eigur og rekur Snikkarakjallaran í Dali
Vit eru á Facebook
• Mátini eru standard, men til ber eisini
at gera onnur mát eftir ynski
• Allar vørurnar eru gjørdar til føroyskt
veðurlag og úr imp viði
• Vit gera eisini vanligt timburarbeiði
SH – Veita
v/Sveinur Høgnason
Postboks 187 – 110 Tórshavn
hognason@live.dk
tel 280880