Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 25. JANUAR 2016 20 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen P lattar kunnu brúkast til so nógv ymiskt, bæði innan-og uttan- dura, og tað er bara hugflogið, sum setir mørkini. Á ymiskum útlendskum heimasíð- um eru nógv hugskot, og her er ikki óvanligt at síggja, at fólk gera sær havamøblar, sengur, reolir, hillar - ja, enntá heilar køkar úr plattum. Vikublaðið hevur áður skrivað um mann í Froðba, sum hevur bygt dóttir síni tað mesta av einum heilum sethúsum úr plattaviði! Í handlum, kanska serliga málinga- handlum, síggja vit viðhvørt fagurt málaðar plattar, sum handilsfólk brúka til at seta sínar vørur á, og hetta riggar eisini avbera væl. Skriva »paller« Sum viðheftu myndir vísa, eru møgu- leikarnir við plattum og plattaviði næstan óendaligir. Hevur tú eitt hvørt, sum skal gerast, og tú dugir eitt lítið sindur til hendurnar, er bara at koma í gongd. Leitar tú á netinum á google.com, skrivar »paller« og trýstir á enter, finnur tú eina rúgvu av hugskotum um, hvar plattar kunnu brúkast til. Plattaviður – alt upp til hugflogið Vilmund Jacobsen A t vaska klæði er ein rættiliga orkukrevjandi partur av húsar- haldinum, bæði fyri einstøku familjuna og samfelagið. Tað ljóðar álvarsligt, men hugsa um tað: Hvussu nógvar ferðir um vik- una vaskar klæði - við nógvum glóð- heitum vatni og nógvum vaskievni? Jú, helst fleiri ferðir… Fólk eru ógvuliga bundin at vaski- maskinuni, sum er týdningarmesta hvítvøran í húsinum. Pulvur vaskievni Vaskimaskinur gerast meira og meira framkomnar og hava soleiðis eisini fleiri møguleikar, sum hjálpa tær við at halda klæðini rein. Tí er tað eisini týdningarmiklari í dag enn fyri 15 árum síðan, hvat vaskievni tú brúkar. Vaskimaskinuni tolir ikki, at tú koyrir ov stórar nøgdir av vaskievni í hana. Fleri flótandi útgávur av vaskievni eru komnar á marknaðin seinastu árini, og hesi síggja lekkur og effektiv út, tí tey eru flótandi. Flótandi vaskievni upploysast lættari og lata ikki eftir sær restir í klædnapløggunum, sum pulvur kann gera. Flótandi evnini stoyast ikki út um gólvið, og tú kanst - um tú hevur hug - fylla meira í, meðan maskinan vaskar. Men, kanningar, sum eitt nú danska Brúkarastýrið hevur gjørt, vísa kortini, at pulvur framvegis er besta vaskievni. Tó er altíð týdningarmikið, at vegleiðingin um nøgd verður fylgd. Kelda: Inenyt.dk Hvat er nú betri – flótandi ella pulvur? Plattar kunnu sagast sundur – ella takast sundur – og setast saman til mangt og hvat Tveir triðingar av danska fólkinum brúka framvegis pulvur til klædnavask, og hesi hava sambært kanningum fatur í tí rætta. Allar kanningar benda nevniliga á, at pulvur er effektivari enn flótandi vaskievni Kanningar, sum danska Brúkarastýrið hevur gjørt, vísa, at pulvur framvegis er besta vaskievni Mynd: Idenyt.dk Sum myndir vísa, eru møguleikarnir við plattum og plattaviði næstan óendaligir