Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 25. JANUAR 2016 22 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen S p/f Vind í Runavík kann við sínum 10 ára royndum staðfesta, at vindeygu og hurðar, sum fyritøkan selur, roynast sera væl í skiftandi føroyska veðurlagnum, og viðskiftafólk eru ógvuliga fegin um tær vørur, sum fyritøkan umboðar og selur. Tænasta og vørudygd Sp/f Vind hevur sum missión at veita eina góða og holla tænastu eins og vørudygd á høgum støði - alt hetta til ein sámuligan og kappingarføran kostnað. Sum tíðin er liðin, hevur fyritøkan vaksið um sítt útboð til eisini at fevna um snøgg og góð donsk plast-, træ- og træ/alu vindeygu. – Vit samstarva einans við fram- leiðarar og virki, ið hava drúgvar royndir innan sítt yrki og sína fram- leiðslu. Tað er ikki minst hetta sum ger, at allar vørur, ið vit umboða og selja, eru av bestu góðsku. Tað sigur Hans Petur Ellingsgaard, sum eigur og rekur Sp/f Vind, sum umframt útboðið av vindeygum og hurðum, eisini umboðar Novoferm, sum hevur ídnaðarhurðar, garagu- hurðar, útistovur og annað í sínum konsepti. Eigarin av Sp/f Vind sigur, at hetta eru alt vørur úr bestu góðsku. Meira enn søla Fyritøkan hjá Hans Peturi Ellingsgaard hevur eisini eina aðra tænastu í sínum konsepti, tí ofta kann vera torført hjá viðskiftafólki at finna fólk til at seta vindeygu og hurðar í. – Men, eru vindeygu ella hurðar keypt hjá okkum, geva vit eisini góð tilboð upp á íseting, samstundis sum veittur verður 10 ára garantiur. Fyritøkan Sp/f Vind hevur heima- síðuna www.vind.fo, og her sæst vøru-útboðið hjá fyritøkuni. – Tey, ið hava fyrispurningar, kunnu eisini ringja til okkum á tlf. 456100 ella á 596100, sigur Hans Petur Ellingsgaard, stjóri og eigari. – Eru vindeygu ella hurðar keypt hjá okkum, geva vit eisini góð tilboð upp á íseting, sigur eigarin av Sp/f Vind, Hans Petur Ellingsgaard Tænastu og vørudygd á høgum støði Vanliga tekur tað drúgva tíð at bryggja øl, men nú roynir hollendska fyritøkan MiniBrew eina roynd at gera ølbrygging lættari og heimligari. Eini app til fartelefonina er í mið- deplinum fyri bryggingini, tí umvegis appina leggur tú bryggingina til rættis. Tú kanst umbiða malt, humlu, ger og onnur kryddarí við appini, og so er klárt at bryggja. Appin ger tað møguligt at velja, hvat slag av øli, tú vilt bryggja – um ølin skal verða ljós ella myrk, og hvussu sterk hon skal verða. Síðani verður tilfarið og vatn latið í maskina, og síðani skal hon hava frið at gera sítt arbeiði. Tá ið maskinan hevur bryggjað í tríggjar og ein hálvan tíma, og síðani skal ølið standa og gera. Eftir einari viku hevur tú fimm litrar av nýbryggjaðum fatøli. Maskina til heimabryggj Umframt at selja vindeygu og hurðar í bestu dygd, gevur Sp/f Vind eisini góð tilboð upp á íseting Hollendskt felag hevur gjørt snøgga og snilda maskinu til at bryggja øl Sum at hava eina kaffimaskinu standandi í køkinum