Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 25. JANUAR 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim C D B A Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu Meiken Sólhey Michaelsen, borgarstjóri í Kunoyar kommunu Jacob Vestergaard, løgtingsmaður Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu STOVUR HJÁ KOMMUNAL-OG LANDSPOLITIKARUM Gitti tú rætt? 4 2 1 3 Sum skurðmynd Eitt band verður lagt rundan um leidning og fatning, og lampan hevur skap sum ein skurðmynd. Lampan fæst í tveimum støddum frá fyritøkuni Vedelform. Lýsandi kúla Keramikarin Helenaa Hedegaard hevur gjørt eina røð av porselenlampum, og hesar ganga undir heitinum Bullet – kúla. Lampan hevur holmynstur og fæst í ymiskum litum. Ein øðrvísi og snøgg lampa at hava hangandi. Elegant spanskt Tatou er nýggja lampufamilja, sum er sniðgivin a sponsku Patricia Urquiola. Lampan er gjørd úr polycarbonat og fæst bæði sum pendel, borðlampa og gólvlampa. Riggar væl frammanfyri ein vegg í sterkum liti. Hugtakandi skap Veli-røðin bjóðar lampur til loft, vegg og sum pendlar. Lampurnar fáast í ymiskum støddum og litum. Skapið er hugtakandi. Aftur í 50’ini Doo-Woop lampan kom á marknaðin í 1950, men eftir at hon í nógv ár hevði tænt fyri seg, varð hon tikin avftur. Nú er retro-lampan komin afturíaftur og fæst í einari dagførdari útgavú. 50’ara ekkóið fæst í fleiri litum og eisini úr messingi. Louis Poulsen stendur fyri framleiðsluni. Harðar lampur Lustre eru hondgjørdar lampur úr metalli. Tom Dixon hevur sniðgivið. Bæði tá ið hugt verður eftir sniði og tilfari, kann lampan tykjast hørð, men í rætta samanhanginum kann lampan rigga stak væl. LED stong Stick LED lampurnar eru gjørdar úr træi og metalli og sniðgivnar av Charlotte Høncke og Olaf Recht. Tær eru onkursvegna eitt boð upp á ein nútiðarlampu í øðrvísi sniði. Sum á verkstaðnum Tað verður trupult at arugmentera fyri, at hendan lampan er snøgg ella elegant – men hon er í øllum førum øðrvísi. Well Glass Pendandt Light er gjørd úr galvaniseraðum jarni, kopari og glasi. Kanska ein gáva til handverkaran. Skriva á lampuna Blackboard lampan er gjørd úr sama tilfari sum talvur – og saman við lampuni fært tú eisini krit, sum tú kanst brúka til at skriva á lampuna. Adam Sandenholt hevur sniðgivið lampuna. Italsk gólvlampa Stewie lampan er sniðgivin av Luca Nichetto fyri italsku fyritøkuna Foscarini. Gólvlampan, sum er gjørd úr polytylen og klæði, kann skapa hugna í stovuni. Lampur til myrku tíðina Hetta er tíðin, tá ið vit hava brúk fyri nógvum ljósi í heiminum. Ljós skapar hugna myrk vetrarkvøld ella vakrar morgnar. Vit hava leitað í stóru rúgvuni av lampum á marknaðinum og funnu nakrar lampur, sum kunnu pynta um heimið og lætta um veturin