Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 8 Tað var ein maður, sum hevði hug at dreingjum, men hann gekk til við­ gerðar hjá Eyðuni fyri at steðga sín­ ari trongd. Ein dagin ringdi hann til Eyðun Joensen og greiddi frá hvar hann var. – Tá sat hann í bilinum uttanfyri ein skúla. Hevði júst nortið við seg sjálvan, meðan hann hugdi at dreingj­ unum, sum gingu heim. Hann ringdi til mín, tí hann var bangin fyri, at hann fór at bjóða sær til at koyra onkr­an av teimum heim. Eg bað hann skunda sær burtur og koma á mítt kontór til eina longri samrøðu, sig­ur Eyðun Joensen. Gera seg upp við barnaporno Í dagsins samfelag er als eingin ivi um, at tað sum líkist barnaporno og pædofili á ongan hátt er góðtikið. Tað er ivaleyst millum tey brotsverk, sum verða harðast revsað, um hugs­að verður um sosialu revsingina. Spurn­ ingurin er tí, hví tað er, at vaksin fólk kortini lata seksuella hugin leiða tey inn á hesa álvarsomu leið. Summir sálar­frøðingar hava ført fram áður, at seksuelli hugurin at børnum kann vera viðføddur. – Eg eri so konservativur, at eg haldi sosialu normarnir áttu at hild­ið ein og hvønn burtur frá hasum, óan­ sæð hvussu stórur hugurin er og nær hann er uppstaðin. Um tað er viðføtt ella ikki veit eg ikki, men vanligt vit og skil eigur at halda fólki burtur frá at gera nakað við slíkar tankar, sigur Eyðun Joensen. Eitt, sum hann tó heldur kann vera viðvirkandi til, at vaksin fólk ogna sær barnaporno er tað forbodna. – Eg ímyndi mær, at tað er ein máti at gera seg upp. At gera seg serstakan. Tann, sum hevur fleiri túsund filmar av barnaporno og býtur teir víðari, er jú ein sera áhugaverdur persónur inn­an tey umhvørvini, sigur Eyðun Joensen. Hetta er nakað sum, tá fólk sleyga. – Hevur tú hoyrt, hevur tú hoyrt. Hví gera vit tað? Tað er ivaleyst fyri at gera okkum áhugaverd á onkran hátt. Og tað er ymiskt hvussu langt fólk vilja fara, fyri at gera seg áhugaverd, sigur Eyðun Joensen. Og so er tað hesin spenningurin í tí forbodnu fruktini, sum ivaleyst tendrar mangt fólk á ymiskan hátt. – Síðani vaksnamannaporno varð frígivið er jú einki forgjørt ella spenn­andi í at leita eftir tí á netinum. Tí er tað ivaleyst meira spennandi at leita eftir barnaporno, sigur Eyðun Joensen. Lóggáva og sosialir normar halda okkum í skinninum Eyðun Joensen vendir aftur til sama sitat. »Fáur kennir gruggið í egnari sál, tíansheldur í annan mans sál«. – Vit vita ikki hvat rørir seg á botn­ inum, og tí er tað ótrúliga gott, at vit hava lógir og sosialir normar at halda okk­um til, sigur Eyðun Joensen. Mong eru tey, sum halda allar hesar lógir um hetta og hatta eru við til at taka persónliga frælsið frá tí ein­staka. Men hesum er Eyðun iva­ sam­ur um. – Lóggáva er neyðug og góð, tí har hevur tú nakað at fyrihalda teg til. Tú kennir konsekvensirnar av tínum handlingum. Og fert tú útum mark, so fært tú ringa samvitsku, og tað er gott, sigur Eyðun Joensen. Hann vísur á, at menniskja hevur tvær høvuðsdriftir, og tað er sex og aggrissión. – Vit hava karmar at halda okkum innanfyri innan bæði økini. Til dømis vil eingin mentaður persónur sláa frá sær. Og sexlívið er avmarkað í rím­ iliga stóran mun eisini, sigur Eyðun Joensen. Tað eru eisini óskrivaðar reglur mill­um pør, millum vinfólk og so fram­vegis, og hesi gera, at vit kunnu liva eitt rímiliga skilagott lív. Summi nýta samfelagssinni sum amboð til at halda seg frá teimum innastu drift­ unum, meðan onnur til dømis nýta átrúnað. – Vit vita ikki, hvat vit høvdu verið før fyri at gera, um umstøðurnar vóru øðrvísi. Vit hava øll djúpar kassar í sinn­inum, sum vit ikki kenna til ella ikki vilja føra út í lívið. Og Gud hjálpi okkum at halda tað myrkasta frá yvir­flatuni, sigur Eyðun Joensen at enda. BARBARA@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA »Eg haldi sosialu normarnir áttu at hildið ein og hvønn burtur frá hasum, óansæð hvussu stórur hugurin er og nær hann er uppstaðin. Um tað er viðføtt ella ikki veit eg ikki, men vanligt vit og skil eigur at halda fólki burtur frá at gera nakað við slíkar tankar« – Tann, sum hevur fleiri túsund filmar av barnaporno og býtur teir víðari, er jú ein sera áhugaverdur persónur innan tey umhvørvini, sigur Eyðun Joensen MYND: ÁLVUR HARALDSEN