Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 40 E in maður, sum búði á gøtuni í Keypmannahavan, doyði eisini har, á gøtuni. Kuldin tók ein mann í heimsins lukku- ligastu tjóð. Kanska sviku foreldrini hann, tá hann var barn. Men eitt er púra vist, samfelagið sveik. Samfelagið eigur øll børnini. Tey eru sera nógv, sum foreldrini ikki lofta. Í nakrar tímar ein kaldan og ráan fyrrapart gerandis meira lá enn sat doyggjandi maðurin við ein stóran handilsglugga. Hundraðtals fólk gingu/ skundaðu framvið, nøkur oftari enn einaferð. Eingin gav manninum ans. Eingin spurdi, um alt var í lagi. Alt var ikki í lagi. Hann var deyður, tá hann varð spurdur. Í fjør hendi nakað tað sama. Ein maður úr Grønlandi doyði í mannamúgvuni í túninum hjá metrostøðini við Amagercentret. Lá bara har á alljósum degi og doyði. Eingin tímir ella leggur í at hjálpa einum rekavætti, sum situr ella liggur fyri deyð- anum á gøtuni. Tí fyri tað sleppa fólk ikki í sjónvarpið. Tey sleppa ikki at siga fyri øllum í Danmark, hvussu góð tey eru. Tað sleppa tey, um tey hjálpa flóttafólkum úr øðrum londum enn teimum í danska ríkinum. Grønlendingar eru eins og før- oyingar flóttafólk í Danmark, tí alt er betri í Danmark enn í Grønlandi og Føroyum. Tí flýggja fólk úr Norður- danmark til Danmarkar. Fólki, ja, ikki rasistunum sjálvandi, okkum, sum ivast og spyrja, fólki dámar fólk, sum hjálpa fólki, sum flýggja til Danmarkar. Liggur ein húsvillur drykkjumað- ur doyggjandi í heimi sínum, gøtuni, fær hann frið at doyggja á brúgva- steinunum, sum er teppið í hansara heimleysa heimi, sum Harrin kanska, kanska ikki, signar. Men nú eftir deyðan í gongugøtuni, halda fólk, at tey eiga at hjálpa teimum heimleysu, eisini teimum donsku. Tað fingu miðlarnir sjálvandi at vita. Hygg, hvussu góð eg eri, eg hjálpi, tí eg havi eina song, sum eg ikki brúki. Fyrr bar til at hjálpa øðrum, uttan at rópa tað út um allar geilar. Í hesum selfietíðum eru vit so góð, so góð, so góð. Og tað er einki loyndarmál. Tvær systrar tann deyða í gongu- gøtuni vóru í sjónvarpinum og hildu, at nú noyðist samfelagið at hjálpa teimum heimleysu. Tær blivu sjálvandi ikki spurd- ar, hví tær ikki hjálptu beiggja sínum. Vit eru mitt í einari selfietíð. Er einki sjónvarp í nánd, tá fólk hjálpa, taka tey bara eina mynd av sær sjálvum og teimum neyðstøddu, tey hjálpa, og tveita hana út á asosialu miðlarnar, sum hava fleiri hyggjarar enn nøkur sjónvarpsrás. Har sum 24/7 er besta senditíð. Og so vita øll, hvussu góð, tey eru. Og tað er umráðandi, at onnur fáa tað við, at ikki øll eru vit rasistar. Minnir um tey, sum kalla seg kristin. Tey kunnu ikki halda sína trúgv hjá sær sjálvum, biðja og bøna í einrúmi, bara saman við tí, tey biðja til. Nei, tað skal rópast út um allar geilar, í okkara tíð gjøgnum stórar hátalarar, sum hjá Lemmy, sála: can You hear Us? Og so skrúvaði hann upp, uttan at bíða eftir svarinum. Boðskapurin gjøgnum Marshall. Selfie er ikki so nýtt, sum vit halda. Onnur gera vart við sína trúgv við at skjóta onnur ella spreingja tey til himmals ella helvitis. So leingi religion og teirra bøkur eru loyvdar, noyðast vit at lata okkum tað lynda. Tað fáa vit einki gjørt við. Ein farri av sekularisering sníkir seg tó framat viðhvørt. Í Danmark (47 ferðir Danmark) eru øll farin at siga, jeg tænker.. í staðin fyri jeg tror.. Og um ikki so langa tíð fara føroyinar at siga eg hugsi..í staðin fyri eg trúgvi.. í staðin fyri tað rætta, sum er eg haldi... Selfie. Sum ein segði: heima hjá mær er so sera vakurt, har eru spegl á øllum veggjum. Selfie í neyðini nýtt Jógvan Andrias Joensen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Leiðari í Virkishúsinum fyri ung, Húsið Bústaður: Klaksvík Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Timburmaður. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – Eg (kann bara svara fyri meg sjálvan) gleðist fyri hvørt tak og átak kvinnan tekur – eina og saman við øðrum – fyri í enn størri mun at búgva seg út til at broyta okkara samfelag. Her hugsi eg um leiklutin fyri fólkaræðinum, javnrættindum og samhaldsfesti. Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin? – Tað hevur størri týdning, at vit vaksnu eru tíðilig og vísa børnum og ungum at tað eru vit, sum hava ábyrgd fyri at menna teirra sjálvsvirði, at tey eru trygg, at tey við tíðini mennast og gerðast meir og meir sjálvstøðug. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Dreymurin um, at tónleikarøðin Tónabrúgv savnaði tónleikarar og áhoyrarar og gjørdi Spaniastovu til eitt savnandi stað. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg… … arbeitt enn meir fyri at fremja fólkaræði. M.a. við at arbeitt fyri at allir felagsskapir, stovnar osfr. í Føroyum, eru skipaðir fólkaræðisliga og byggja á fólkaræðislig grundstøði! Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um átrúnaður var privatur heldur enn allmennur, einvísur, fordømandi og sekteriskur. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá eg á fyrsta sinni hoyrdi ein borgarstjóra í Klaksvík alment vísa tónleika-, mynd- og leiklistini ans: Listin hevur í nógv ár lívgað um tilveruna í Klaksvík, og hon gongur eini uppaftur bjartari framtíð í møti. Tað seinasta, tú hevur lært, er at… … tað er rættiliga umráðandi, at fleiri og fleiri viðurkenna, at ein og hvør er nakað í sær sjálvum! Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg… … útseti at gera ymist liðugt heima við hús. Enda setningin: Føroyingar áttu at… … tikið bjálkan úr eygunum og undirbrotligheitina úr lyndinum. Savnað hesi til stoltar súlir, sum skapa rúmið, har børn og barnsligar sálir gerast sjálvstøðug og kunna virða ymiskleikan og tað vakra í og millum menniskju. BAKSÍÐAN