Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stórt framstig fyri ítróttin í Havn Høllin á Hálsi verður nú tvær ferðir so stór, sum hon er nú, um­ framt at smærri ítróttargreinar fara at fáa góðar umstøður Áki Bertholdsden Nú verður farið undir at byggja ítróttarhøllina á Hálsi, út. Tað hevur Býráðið í Havn nú samtykt. Høllin á Hálsi skal sostatt verða tvær ferðir so stór, sum hon er nú, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kem­ ur aftrat. Harumframt verða høli upp á 400 fermetrar gjørd í kjallaranum til judo og borð­ tennis, so at eisini hesar ítrótta­greinir fáa munandi betri umstøður. Býráðið sigur, at tá ið ið høllin á Hálsi er bygd út, er talan at kalla um eina tjóðar­ høll, sum kann brúkast til finalu­stevnur og flestu al­ tjóða dystir. Í Høllini verður pláss fyri 1.800 áskoðarum á ver­ andi áskoðaraplássum, men harumframt verður hon útgjørd við tveimum áskoð­ ara­pallum, sum kunnu flytast. Á Konsertum og øðr­ um sorum tiltøkum, verð­ur sostatt plássi fyri upp ímóti 3.000 áhoyrarum. Samstundis skulu 130 nýggj parkeringspláss gerast í sambandi við útbyggingina. Tilsamans kostar arbeiðið 35 milliónir. Væntandi kann arbeiðið bjóðast út í apríl, og mett verður, at tað fer at taka 18 mánaðir at gera alt liðugt. aki@sosialurin.fo 18 MÁNAÐIR Nú verður ítróttarhøllin á Hálsi tvær ferðir so stór, sum hon er nú. Gongst sum ætlað, verður arbeiðið boðið út í apríl, og so tekur tað 18 mánaðir at gera VIT SKULU IKKI BOYGGJA OKKUM Grindalógin eigur at verða broytt, men vit skulu ikki gevast at drepa grind Áki Bertholdsen – Vilja ferðafólk ikki koma til Føroya tí at vit drepa grind, so lat tey heldur fara. Tað sigur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri í Havn og løgtingsmaður fyri Javn­ aðar­flokkin. Seinastu tíðina hevur Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar Havn, fleiri ferð­ir víst á, hvussu nógv Havnin missur í inntøku, og ar­beiðsplássum, av tí at ferða­mannaskip avlýsa ætlað­ar ferðir til Føroya. Tað er grindalógin, sum fær tey at avlýsa og tað, sum serliga ræðir tey, er ásetingin í lógini um, at tey, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá tí, ella fáa tey 25.000 krónur í bót. Og tað er ein vandi, ferða­ vinnufeløgini hvørki vilja seta ferðafólk, ella skips­ mann­ingrnar, í. Annfinn Hjelm metir, at allar hesar avlýsingarnar kosta Havnini eini 25 ar­ beiðs­pláss. Ferðavinnan hevur fleiri ferðir boðað frá, at hóttanin um at fáa 25.000 krónur í bót, fór at verða eitt bakkast fyri ferðavinnuna, og tí hava tey mælt til at ásetingin um at fáa 25.000 krónur í bót, verður strikað. Samstundis hevur Høgni Hoydal boðað frá, at arbeitt verður við at broyta lógina, og at tað verður einaferð í vár. Heðin Mortensen heldur, at tað so, at hóttanin um bót, er ein trupulleiki, eigur tað at verða broytt. Hann vísir á, at lands­ stýrið arbeiðir við at broyta kunngerðina. Men hóast hann eisini er limur í sam­ gong­uni, ætlar hann ikki at strongja á at fáa tað broytt. – Tað arbeiðið er í gerð, og tað skal bara ganga sína gongd, sigur hann. Liggur ómetaliga djúpt Hann heldur ikki, at tað fær nakran sum helst týdning at avtaka bótina, tí hann ivast onga løtu í, at fólk, sum síggja eina grind, fara eisini at boða frá, tí tað liggur ómetaliga djúpt í føroyingum. – So er støðan tann, at bót­in ørkymlar ferðafólk, lat okk­um so avtaka revsingina, tí tað ger hvørki frá ella til. – Hann ivast kortini í, um tað verður friður fyri tað, tí so skulu tey, sum eru ímóti grindadrápi, helst finna okkurt annað. Hann sigur, hansara støða er tann, at vilja ferðafólk ikki koma til Føroya av tí at vit drepa grind, er betri at tey bara fara. – Vit skulu ikki boyggja okk­um fyri kravinum frá teim­um, sum vilja hava okkum at drepa grind. Og skuldi tað kosta okkum nøk­ ur ferðafólk, at vit halda fram at drepa grind, verður tað harvið, sigur Heðin Morten­sen. aki@sosialurin.fo TÝDNINGARLEYST – Hava ferðafólk fortreð av bótini, eigur hon at verða tikin av, heldur Borgarstjórin í Havn