Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stórur spenningur var um fyrsta und­an­valið til uppstillingina til am­er­ik­anska forsetavalið, sum var í stat­i­num Iowa mánadagin. Hjá Republikanska flokkinum hava vit serliga hoyrt um Donald Trump, sum hevur speirikið kapp­ ing­ar­neytarnar við, at hann rindar sjálv­ur fyri sítt valstríð. Hann er flei­r­mill­iar­ding­ur, og tí hevur hann tann fyr­i­munin fram um hinar, at hann fíggjar sítt valstríð sjálvur. Tað er als ikki vanligt í Amerika, at per­són­ar við egnum pengum klára tað. Men tað gekk kortini ikki so væl hjá honum í Iowa, tí mótvalevni hans­ara, Ted Cruz fór við sigrinum við 28 prosentum av atkvøðunum. Meira spennandi er tað kanska hjá Demokratunum. Har hev­ur ver­ið hildið, at Hillary Clint­on er sjálvskrivað at vinna upp­still­ing­ ar­val­ið. Hon royndi seg eisini í 2008, tá hon mátti lúta fyri Barack Obama. Fyri fyrstu ferð valdu amerikanarar ein litt­an forseta – so kanska teir hes­a­ferð fyri fyrstu ferð velja eina kvinnu til forseta. Men um vit brúka fyrsta und­ an­valið sum barometur, so skal tað ikki ganga so lætt hjá henni, tí hon var bara brotpart av pro­senti framman fyri mótvalevni Bern­ie Sanders. Hann kallar seg »dem­okratiskan sos­i­al­ist« – tosar um at skatta bank­ ar­nar meira og at geva fólki rætt til ó­keypis skúlagongd og ókeypis at­ gongd til hægri lærustovnar – ella í øll­um førum bíligari. Hann hevur norð­ur­lendska vælferðarmodellið sum fyri­mynd – kanska at sam­ an­bera við norðurlendskar javn­ að­ar­menn. Og tað í sjálvum sær man vera gott fyri Hillary Clinton, tí valla fara amerikanarar at velja kjósa sær ein javnaðarmann til for­ seta­valevni, og so als ikki til for­seta. Eygleiðarar siga um Bern­ie Sanders, at hann er ov koll­velt­ing­ ar­sinnaður til at vinna á Hillary Clin­t­on. Hann vil broyta samfelagið so­leiðis, sum amerikanar sum heild als ikki vilja, men sum fólkið í Iowa í nógv størri mun vil. Og hóast mett verð­ur, at Bernie Sanders fer at vinna valið um uppstilling í grann­a­stat­inum New Hamsphire, so fer mynd­in at broytast púrasta, tá kom­ið verður til suðurstatirnar. Har meta eygleiðarar, at Clinton fer at vinna stórt, tí hon fær stuðul bæði frá latínarafólkinum og teim­ um svørtu. Tað var eitt nýbrot, at am­er­ik­an­ ar­ar valdu ein littan forseta sein­ast. Tað hevur í øllum førum eitt sign­ al­virði. Men tað hevur tað so sann­ iliga eisini, um amerikanar velja eina kvinnu í forsetasessin. Tað hevur ikki bara týdning fyri Am­erika, men so sanniliga fyri heim­in allan. Ta uppgávuna kann Hillary Clinton megna sum hin fyrsta. Týdning fyri allan heimin um USA fær kvinnu til forseta spenningur um forsetaval Var­ semi er lykl­a­ orðið Aksel V. Johannesen tíðargrein síða 18 Knút tímir ikki frá teldlinum Barnaopera Síða 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Vilmund Jacobsen – Tað er ikki rætt, tá onkur held­ur, at nýggja til­feingið av upp­sjóv­ar­fiski gevur milj­ardir, sigur felag­ið Nótaskip – Í orðaskiftinum um fiski­ vinn­una verður ofta tosað um tað nýggja tilfeingið av upp­sjóv­arfiski. Miljardavirði verða nevnd, og myndin tyk­ ist hava bitið seg fasta í al­ menninginum. Men, tíverri – henda myndin er skeiv. Tað sigur felagið Nótaskip sum vísir á, at Føroyar hava bara fingið eina nýggja av­talu um makrelin við hini stranda­ lond­ini. – Hinvegin áseta vit okk­um einvíst kvotur av svart­kjafti og norðhavssild við ein­um parti, sum vit halda okk­um hava rætt til. Felagið sigur, at tað sakt­ ans ber til at rokna út, hvussu nógv makrelavtalan frá 2014 gevur okkum í eyka av­reið­ing­ ar­virði í 2016. - ES, Noreg og Føroyar samd­ust um at seta heild­ar­ kvot­una av makreli til 895.900 tons í 2016. Tey 12,6 pro­sent, sum vit eiga, geva okk­um eina kvotu á 112.892 tons. Felagið vísir á, at í gomlu makre­l­avtaluni var føroyski part­ur­in 5,36 prosent, og tað hevði givið eina føroyska kvotu á góð 48.000 tons. So­ statt gevur nýggja makr­el­ av­tal­an Føroyum sløk 65.000 tons meira enn hin gamla. – Í hagtølunum hjá Fiski­ veiði­eft­ir­lit­i­num sæst, at mið­ al av­reið­ing­ar­prís­ur­in fyri makrel í 2015 var 5,88 krón­ur fyri kilo. Sostatt gev­ur nýggja makrelavtalan eitt eyka avreiðingarvirði í 2016 á 380 miljónir krónur. Felagið Nótaskip vísir á, at hetta er ein stór upphædd, men er kortini langt frá milj­ ard­u­num. – So at siga allir partar av fiskiflotanum hava fing­ið part av vøkstrinum í makr­el­vkot­ uni, sigur felagið. Tosað hevur eisini ver­ið um nýtt tilfeingi, tá ræð­ur um svartkjaft og norð­havs­sild. – Men, í løtuni er eingin stranda­landa­avtala fyri svart­ kjaft, ei heldur fyri norð­ havssild, og tí seta stranda­ lond­ini kvoturnar hvørt í sínum lagi. Felagið Nótaskip vísir á, at í 2014 og 2015 settu Føroyar sína kvotu av norðhavssild á 40.000 tons, men árini frá 2009 til 2012 var hon eftir gamla býtinum millum 43.000 og 89.000 tons. – Í fjør var føroyska svart­ kjaft­a­kvot­an 303.000 tons, men tá hon hevur verð størst, var hon 532.000 tons. Rætt er, at vit síðst á ári­ num settu okkum eina eyka svartkjaftakvotu á 122.000 tons, men vit fiskaðu bert umleið 50.000 tons av kvot­uni. Felagið Nótaskip leggur aftr­at, at í fjør var samlaða svart­kjaft­a­kvot­an hjá stranda­ lond­unum næstan tví­falt tað, sum ICES mælti til, og greitt er, at tað fer ikki at bera til í longdini. Makrelur gevur 380 mió eyka Vilmund Jacobsen Tað er serliga prísurin á hýsu, sum hevur lyft seg upp aftur, eft­ir at hýsa herfyri var fyri stór­um prísfalli Á søluni á Fiskamarknaði Før­oya í gjár hevði toskur 1, 2 og 3 rímiliga góðan prís, með­ an prísurin fyri tosk 4, har størstu nøgdirnar vóru, ikki var nakað at reypa av. Toskur 1, 2 og 3 fingu mið­ al­prís­in 21,76, 21,41 og 19,24 krón­ur fyri kilo. Við søluna í gjár var mest av toski 4, sløk 9 tons til­ samans, og her var miðal­prís­ ur­in 16,08 krónur fyri kilo. Í byrjanini av árinum hevði hýsa rættiliga góðan prís, og tá fiskurin var dýr­ ast­ur - tó fyri lutfalsliga smá­ ar nøgdir - vóru bestu mið­al­ prísirnir á umleið 25 krónur fyri kilo. Tá línuskipini loystu og einar 10-12 dagar seinni komu inn aftur at landa, fall hýsu­ prís­ur­in munandi - ja, hann fór niður í eina helvt ella so. Men, við sølurnar sein­ astu dagarnar, hevur prís­ur­ in á hýsu lyft seg uppaftur. Við søluna í gjár fór hýsa 1, 2 og 3 fyri miðalprísirnar 20,57, 21,73 og 21,86 krónur fyri kilo. Umleið seks tons av hýsu vórðu seld á Fiskamarknaði Før­oya í gjár. Umframt tosk og hýsu, var tað serliga havtaska og longa, sum vórðu boðin út á søl­uni í gjár. Her vóru stívliga 13 tons av hav­tasku, sum lyftu væl und­ir samlaða miðalprísin. Besti miðalprísur á hav­ tasku var 29,03 krónur fyri kilo og lakasti miðalprísurin, sum var fyri havtasku 5, var 15,03. Umleið fimm tons vóru av longu, harav meginparturin fór fyri slakar 15 krónur fyri kilo. Tilsamans seldi Fiska­ markn­að­ur Føroya í gjár 45,3 tons av fiski fyri slakar 900.000 krónur. Hetta gevur ein sam­an­lagdan miðalprís á 19,83 krón­ur fyri kilo. – So at siga allir partar av fiskiflotanum hava fingið part av vøkstrinum í makrelvkotuni, sigur felagið Nótaskip Fiskaprísurin er góður í løtuni