Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Rokmiklu fundirnir í ting­ sal­inum undan árs­skift­inum eru avloystir av djúpari tøgn. Hevði ungdómnsting ikki havt verið í tinginum hes­ar seinastu dagarnar, so kundi ein ivast í um nakað orða­ skifti er yvirhøvur í løtuni. Tingfundur er settur at vera í morgin, men tann dags­skráin, sum er lýst, er tom. Poul Michelsen, lands­ stýris­maður, skal svara ein­ um fyrispurningi frá Anniku Olsen um Sea Shephard og 1. við­gerð er av uppskotinum til samtyktar um at seta í gildi fríhandilssáttmála mill­ um Føroyar og Turkalland. Eisini verður 1. viðgerð av uppskotinum um tilraðingar frá Útnorðurráðnum í 2015. Løgtingið skal eisini taka støðu til um Sirið Stenberg, landsstýriskvinna skal svara nøkrum spurningum frá Anniku Olsen um nýggja veður­lagssáttmálan. Annika Olsen spyr: 1. Hevur landsstýrið ætlan­ ir um, at Føroyar skulu taka undir við nýggju veður­lags­av­tal­uni?  2. Um ja, hvat hevur lands­ stýriskvinnan gjørt til tess at tryggja, at Føroyar verða ein sjónligur part­ ur av  nýggju veður­lags­ av­taluni?  3. Hvørjar samráðingar hava verið við eitt nú donsku stjórnina í hesum sam­bandi?  4. Hví var landsstýrið ikki um­boðað í París undir veður­lagsráðstevnuni?  5. Eru ætlanir at broyta og dag­føra føroyska veður­ lags­politikkin frá 2009? Í viðmerkingunum til spurn­ ing­ar sigur annika Olsen mill­um annað: »Málini vóru gylt í 2009, men tíverri hevur tað gingið heldur striltið at hildið hesi mál. Seta vit inn nú, er tað tó ikki ómøguligt at røkka okkara egna máli. Eitt nú eru vit væl við, tá tað kemur til elorkuframleiðslu. Sambært veður­lags­poli­ tikki Føroya skulu 75 % av el­orku­framleiðsluni stava frá varandi orkukeldum í 2020. Við teirri positivu gongd­ini hjá SEV og teirra egna innan­hýsis málsetningi um, at elorkuframleiðslan skal vera 100 % frá varandi orku­keld­um í 2030, so er alt, sum bendir á, at mál­ið í    Veðurlagspolitikki Før­ oya fer at halda. Nú seksár eru liðin,  síðani vit sam­tyktu veður­lagspoltikk Føroya, er tó tørvur á eini endur­skoð­an, og  at vit seta ferð­ina upp  so­ leiðis, at vit veru­liga  megna at røkka samlaða mál­inum.« Spurningarnir vóru settir fram í desember og nú skal tingið so taka støðu til um lands­stýriskvinnan skal svara spurningunum. arnig@sosialurin.fo FRIÐARLIGT Í TINGINUM – FÁ UPPSKOT LØGD FRAM Tingfundur verður í morgin, men skráin sær rættuliga tannleys út Vit harmast um málið – men fáa onki gjørt Árni Gregersen Ein familja í Havn hevur mist alt sítt innbúgv, um­ framt myndir skjøl og ann­ að, tí ein bingja var send av land­inum av óvart. Talan var um ein bingju, sum var send til Reyða Kross í Danmark. Inni­hald­ið, sum millum annað var innbúgv, var sent til »destruktión«, tí Reyði Kross­ur Føroyar vanliga bert sendir brúkt klæðir til Dan­markar. – Vit taka ikki móti møbl­um og vit senda ikki møblar av landinum, sigur Enna Garðshorn Mikkelsen, dag­ligur leiðari hjá Reyða Krossi. – Vit harmast ómetaliga nógv um, at ein familja hevur mist sínar privatu ognar­lutir. Vit vita øll, at hetta er sum at missa part av sín­um egna samleika, so hetta er ómetaliga keðiligt, sigur hon. Senda bert klæðir Reyði Krossur savnar brúkt klæðir inn í Føroyum. Hesi klæðir verða brúkt at hjálpa neyðstøddum. Í Føroyum verða klæð­ir latin stovnum og hjálpar­ felags­skapum og nakað verð­ur so sent til Reyða Kross í Danmark, har tað verð­ur selt og pengarnir brúkt­ir til hjálpararbeiði. – Onki, sum vit senda til Reyða Kross í Danmark, verður brent. Alt verður endur­nýtt, sigur Enna Garðshorn. Hon sigur, at innsavning av klæðum hevur tvey høvuðs­endamál. Fyrst og fremst fyri at hjálpa teim­ um, sum tørva klæðir, men eis­ini er talan um eina um­ hvørvis­tænastu. – Tað gagnar umhvørv­ inum, at klæðini verða endur­nýtt, heldur enn at tey verða brend, sigur dag­ ligi leiðarin í Reyða Kross. Hon leggur stóran dent á, at ongin eigur at missa álit­ið á Reyða Krossi orsaka av tí sum er hent nú. – Hetta hevur onki við Reyða Kross í Føroyum at gera. Tað sum verður latið okkum kemur alt til høld­ar og verður brúkt í hjálpar­ ar­beiði okkara, sigur Enna Garðshorn Mikkelsen. arni@sosialurin.fo Reyði Krossur Føroyar harmast um, at ein bingja við privatum ognum bleiv burtur, men deildin í Føroyum hevði onki við málið at gera REYÐI KROSSUR FØROYA Enna Garðshorn Mikkelsen er dagligur leiðari hjá Reyða Krossi í Føroyum