týsdagur 2. februar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Læknaskrivari/heilsutænastuskrivari til
Psykiatriska Depilin
Umsóknarfreist 29.februar 2016 kl. 12.00.
Sjúkrarøktarfrøðingar til G4/A3 á Skurðdeplinum
Umsóknarfreist 19.februar 2016 kl. 12.00.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Medsinska depilin, B8.
Umsóknarfreist 7.februar 2016 kl. 12.00.
Yvirlækni við sergrein í Reumatologi
Umsóknarfreist 26.februar 2016 kl. 12.00.
Endurlýsing eftir læknaskrivara til Eygnadeildina
Umsóknarfreist 11.februar 2016 kl. 12.00.
Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, ljósmøður,
føðsluatstøðingar og hjálparfólk til summar 2016
Umsóknarfreist 17.februar 2016 kl. 12.00.
Smittuverjufrøðingur
Umsóknarfreist 22.februar 2016 kl. 12.00.
Les meira á www.ls.fo
Fyristøðufólk til
Hvíldarheimið Naina
Starvið sum fyristøðufólk á Hvíldarheiminum Naina
er leyst at søkja at seta frá 1. apríl 2016.
Hvíldarheimið, sum er sjálvsognarstovnur, er ætlað
fólki, sum aftaná sjúku ella av øðrum orsøkum
tørva hvíld fyri at koma fyri seg aftur.
Heimið hevur 25 seingjarpláss.
Krøv til umsøkjaran:
• Skal hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar-
frøðingur og hollar viðkomandi royndir. Ynskiligt er,
at sjúkrarøktarfrøðingurin hevur prógv í leiðslu ella
aðra viðkomandi útbúgving.
• Skal hava góð samstarvsevni, skal vera sjálvstøðug,
kreativ og hava visiónir.
Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðukvinnuna Ásu Kiærbech Olsen tlf. 211840.
Freistin at søkja er 10. februar 2016.
Umsóknin skal sendast til:
Stýrið fyri Hvíldarheimið Naina
Gundadalur 7
100 Tórshavn
Aðalfundur
hjá
Eftirlønargrunni
Føroya Arbeiðarafelags
Aðalfundur grunsins verður leygardagin
13. Februar kl. 12.00 á Hotel Hafnia,, Tórshavn.
Dagsskrá sambært §5, stk. 5 í viðtøkum grunsins og
møgulig viðtøkubroyting.
1) val av fundarstjóra
2) frágreiðing frá nevndini um farna ár
3) framløga av ársroknskapi við
grannskoðaraátekning til góðkenningar
4) val av nevnd
5) val av grannskoðara
6) innkomin uppskot
7) ymiskt
Aftaná 29. Januar 2016 kunnu limir grunsins síggja
møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.
Nevndin
Aðalfundur
Aðalfundur hjá eldrafelagnum
í Fuglafirði, verður í Lonini,
hóskvøldið 18. februar kl. 20
Eldrafelagið Borgin
Umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 1. februar 2016
sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd,
góðkent:
Alivirksemi á alifirði C-12, Sundini norður,
aliøki A-32 og A-87.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvisstovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til Føroya landsstýri.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til:
Umhvørvisstovan,
Traðagøta 38,
FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Bú- og Heimatænastan
í Suðuroy
søkir eftir
frítíðaravloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar,
heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Søkt verður í tíðarskeiðinim frá 15. juni til
1. september 2016.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fevnir um:
•
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim við 24 plássum
•
Røktarheimið Hamragarður við 24 plássum
•
Eldrasambýlið í Hvalba við 9 plássum
•
Eldrasambýlið í Vági við 12 plássum
•
Heimahjálp
•
Mattænastu
•
Økisterapi
•
Dagtilhald
Arbeiðsuppgávan:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla
borgaranum sum búgva heima og/ella á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi, Hamragarði, Sambýlinum í Vági og
Sambýlinum í Hvalba.
Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist
sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari, er
tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan eldraøkið.
Vit vænta at tú;
•
Hevur telduførleika á brúkarastøði
•
Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
•
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er
við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
•
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
•
Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
•
Ein fakliga mennandi og spennandi gerandisdag
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin
at ringja til, økisskrivstovuna, tlf. 793500 ella Anna
Djurhuus tlf. 793501, leiðari
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Vágsvegur 45,
900 Vágur
ella annad@bhs.fo
Umsóknarfreist 8. februar 2016