Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 6 PERSÓNSSØGA BARBARA HOLM – 30 ár. Tað er ein øgiliga long tíð. Eg fari ikki at siga tað er ov leingi, men leingi er tað, sigur Jógvan Fríðriks­son, biskupur, hendan dagin vit hittast til eitt prát, nú 30 ár eru liðin, síðani hann varð presta­vígdur í Havnar Kirkju. Nógv er hent hesi seinastu 30 árini, og í dag er fólkakirkjan við eitt vegamót. Stríðið um rættindi til tey samkyndu er altumfevnandi í samfelag okkara, heldur biskupur, og ikki nokk við tí – tað fer eisini í síðsta enda at avgera, hvussu fólkakirkjan verður samansett og stýrd komandi áratíggjuni. Í dag er tað ein spurningur um borgarliga vígslu. Ein spurningur, sum biskupur heldur er eitt »traditións­søguligt, filosofiskt para­doks« í sær sjálvum. Hví? Tí orðið »víglsa« hevur ein serstakan týdn­ing. – At víga merkir, at tú kallar á hægri maktir eftir vælsignilsi. So at tosa um borgarliga vígslu er eitt paradoks. Fyrsta orðið sig­ ur, at hetta ikki er kirkjuligt, men seinna orðið sigur, at tað er heilagt og kallar eftir vælsignilsi frá hægri maktini. So hví kann man ikki bara kalla tað borgarliga giftu, spyr biskupur, men er tó skjótur at stað­ festa, at hetta ikki hevur so stóran týdning, og tó. – Vit kunnu bara seta eina striku í sandin, og siga, at frá í dag av, merkir orðið »vígsla« ikki tað, sum tað søguliga hevur gjørt. Men hvussu fært tú øll fólk at taka undir við, at orðið ikki longur hevur sama týdning, spyr biskupur. – Hatta er eitt annað kjak, men eg haldi tað lýsur, hvussu sera kom­pleks hendan avbjóðingin er, sigur Jógvan Fríðriksson. Hesin torgreiddi spurning, sum kann vendast og kjakast um útfrá óhugsandi nógvum sjónarmiðjum, krevur nú eitt svar. Og svarið – ja tað fer at kollvelta fólkakirkjuna, so ella so. – Summi halda, at biskupur skuldi stuðlað teimum samkyndu alment. Onnur halda, at eg skuldi tikið frástøðu frá teimum. Mín hugsan er, at eg blandi meg ikki í hetta politiska mál, tí tað mugu politik­ararnir eiga. Men lat tað vera sligið fast, at eg gangi sterkt inn fyri, at her skal vera pláss fyri øll­um í Føroyum, sigur biskupur. Einskilja kirkjuna frá landinum Í hesum døgum arbeiða tríggjar løg­tingsnevndir við spurninginum um, hvussu eitt lógaruppskot um at loyva borgarligari vígslu til tey sam­kyndu, kundi verið snikkað sam­an. Ein neyðug lógarbroyting, sum liggur á borðinum nú, ávirk­ ar fólkakirkjuna. Tann lógar­broyt­ ingin viðførir, at tað verður positivt nevnt í lógini fyri fólkakirkjuna, at vígsla í kirkju einans er fyri hin­ kynd. Hetta tekur ovasti myndug­ leikin í fólkakirkjuni tó ikki undir við. Í hoyringssvarið til løg­tings­ nevnd hava stiftstjórn, felagið fyri kirkju­ráðslimir og prestafelagið gjørt greitt, at: – Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í løgtingslóg um Fólka­ kirkj­una. Hendan møguliga lógar­broyt­ ingin og aðrar við viðføra, at biskup­ur nertir við tankan um at ein­skilja kirkjuna frá landinum. – Lat meg siga tað soleiðis, at við virðing báðar vegir ber væl til at halda fram við tí samstarvi, sum fólkakirkjan og landið eru um. Men verður lóggivið inn í kirkjuna, so er eingin ivi um, at tað fer at hava av­ leið­ingar so ella so, sigur Jógvan Fríðriksson. Politikararnir eru vælkomnir at gera so nógva lógir teir ynskja. Eg haldi ikki tað er uppgávan hjá kirkjuni at hava hugsanir um tað, uttan so, at lógarsmíðið ávirkar kirkjuna beinleiðis« Jógvan Fríðriksson Tað er eingin ivi um, at handfaringin av hesum máli fer at gera av, hvussu framtíðin hjá føroysku fólkakirkjuni sær út, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur Framhald á næstu síðu – Lóggevur landið innum kirkjugátt, so viðførir tað uttan iva, at kirkjan missur limir. Og missa vit limir, so merkir tað beinan vegin stórar sparingar, sigur Jógvan Fríðriksson á MYND: ÁLVUR HARALDSEN Jógvan Fríðriksson SAMKYND AVGERA FRAMTÍÐINA HJÁ KIRKJUNI