hósdagur 4. februar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
8
Seinastu árini er játtanin til
fólkakirkjuna skerd munandi,
og fyri 2016 er fíggingin av fólka
kirkjuni soleiðis samansett, at
kirkjuskattur – sum er frívilligur –
telur áleið 85 prosent, meðan fígg
ingin frá landinum er 15 prosent.
– Lóggevur landið innum kirkju
gátt, so viðførir tað uttan iva, at
kirkjan missur limir. Og missa vit
limir, so merkir tað beinan vegin
stórar sparingar, vísur Jógvan
Fríðriksson á.
Samstundis eru onnur viður
skifti við, sum Jógvan Fríðriksson
hevur í huga, tá ið umræður sam
bandi millum land og kirkju.
– Tað sigur seg sjálvt, at við 15
prosentum sleppur eingin »part
eigari« at trýsta avgerðir niður
yvir høvdið á fólkakirkjuni. Mín
ábyrgd sum biskupur er jú eisini at
tryggja, at fólkakirkjan ikki missir
sínar limir. Í dag hava vit yvir 80%
av fólkinum, og tú kanst spyrja,
hvat vit tola at missa í limum,
fyri at framvegis verða uppfatað
sum fólksins kirkja, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Vegamótið nærkast
Í næstum fer Føroya fólk at uppliva
politisku viðgerðina av uppskotið
um at loyva borgarliga vígslu til
samkynd. Tá løgtingsnevndirnar
eru lidnar við sína viðger, skal mál
ið aftur fyri tingið. Hetta málið er
tó ikki nakað, sum fólkakirkjan
hevur málsræði yvir.
– Politikararnir eru vælkomnir
at gera so nógva lógir teir ynskja.
Eg haldi ikki tað er uppgávan hjá
kirkjuni at hava hugsanir um tað,
uttan so, at lógarsmíðið ávirkar
kirkjuna beinleiðis, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Skulu vit tó meta út frá gongd
ini í londunum kring okkum, so er
bert ein spurningur um tíð, áðrenn
fólkakirkjan sjálv ella limir í fólka
kirkjuni noyðast at taka støðu til,
hvussu farast skal fram á hesum
økið.
– Eg haldi, at vit mugu taka
hetta mál í størsta álvara. Tú kanst
siga, at talvið um tey samkyndu er
vitjunartíðin hjá fólkakirkjuni og
hjá samstarvinum millum kirkjuna
og landið, sigur biskupur.
Hansara hugsan er, at hóvliga
má farast fram, í hesum eyma máli.
– Politikararnir skulu finna
útav, hvat teir ætla at gera. Og so
skal fólkakirkjuni taka støðu til,
hvat fólkakirkjan skal gera nú og
framyvir, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann er av teirru sannføring,
at uttan hóvliga framferð, so kann
hetta merkja, at limirnir í fólka
kirkjuni fækka, og kirkjan harvið
má taka støðu til, um hon skal ein
skilja seg frá landinum.
PERSÓNSSØGA
»Tú kanst siga, at talvið um tey
samkyndu er vitjunartíðin hjá
fólkakirkjuni og hjá samstarvinum
millum kirkjuna og landið«
– Politikararnir skulu finna útav, hvat teir ætla at gera.
Og so skal fólkakirkjuni taka støðu til, hvat fólkakirkjan
skal gera nú og framyvir, sigur Jógvan Fríðriksson
BARBARA HOLM
Í
90’unum segði Jógvan
Fríðriksson alment, at
hann tók virkna frástøðu
frá øllum niðrandi útsagn
um ella hugsanum um samkynd.
Og framvegis hevur hann stóra
virðing fyri stríðnum hjá teimum
samkyndu. Hann vísur á, at í Før
oyum hava vit søguliga sæð út
flutt ymiskar samfelagsbólkar,
snøgt sagt, tí vit ikki hava havt
rúmd fyri teimum.
– Í Føroyum hava vit ikki ráð
til at styggja fólk burtur, og tí má
vera pláss fyri øllum her, sigur
biskupur.
At tey samkyndu kenna
seg forfylgd í Føroyum, skilur
biskupur væl.
– Tað hevur verið sárt at sæð,
at tey samkyndu hava verið
forfylgd og niðra. Vit siga mang
an, at tað hava tey ikki, men vit
mugu helst bara vera erlig og
viðganga, at tað hava tey í øll
um førum í onkran mun, sigur
biskupur.
Hvussu tað man kennast,
kann biskupur ikki seta seg inní.
– Ímynda tær at verða for
fylgdur ella hongdur út, tí onkur
heldur tú ert ónormalur. Tað er
ov nógv fyri meg, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Fólkakirkjan fyri øll
Í fólkakirkjuni er tað soleiðis
skipað, at fleiri ymiskar nevndir
umboðandi ymiskar áhugapartar
taka støðu til tær útsagnir, sum
kirkjan skal geva. Biskupur
hevur sostatt ikki heimild til at
tosa fyri fólkakirkjuna, og vil tí
ikki siga um hann væntar, at tey
samkyndu sleppa inn um kirkju
gátt at vígast í framtíðini.
– Mín egna hugsan er tó, at
hjúnarlagið er millum mann og
kvinnu. Eg haldi tó, at kirkjan
skal vera fyri øll, eisini tey sam
kyndu, sigur biskupur.
Hann vísur eisini á ein fund,
sum var millum dómpróst og
biskup og nevndina fyri LGBT
í 2012.
– Eg haldi ikki tað er virðiligt
at tosa um fólk. So vit valdu held
ur at tosa við tey, og vit fingu
stórt forstáilsi fyri teirra stríð
ið. Samstundis fingu tey okkara
sjónarmið at kenna, sigur biskup
ur.
Hann vísur á, at Føroya
biskupur eisini er biskupurin hjá
teimum samkyndu.
– Summi siga, at kirkjan er
ov passiv í hesum málið. Men
eg havi tilvitað ansað eftir, tí tá
talan ikki er um at lóggeva inn
um kirkjugátt, so viðkemur tað
fyri so vítt ikki kirkjuni, sigur
Jógvan Fríðriksson, biskupur at
enda.
Mær vitandi ynskja tey samkyndu ikki, at øll skulu vera samd við tey. Tey
ynskja virðing og rættindi. Og um vit eru heilt erlig, so hava tey verið vanvird
og illa viðfarin í okkara samfelagið, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur
Tey samkyndu
hava verið fyri órætti
MYND: ÁLVUR HARALDSEN